← Løgtingsmál

52-169/2021

Russar og ukrainar í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mai 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
169.21 Svar frá B. S. Nielsen til H. Abrahamsen - Russar og ukrainar í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mai 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 169/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um Russar og ukrainar í Føroyum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Eru Føroyar fyrireikaðar til møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum?
2. Hvat hevur landsstýrið gjørt – ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Løgtingið samtykti einmælt tann 7. apríl 2022 uppskotið hjá landsstýrinum um at taka ímóti fólkum
riknum úr Ukraina. Hetta er ein varði á vegnum í føroyskari politiskari søgu, tí at hetta er fyrstu ferð
nakrantíð, at landsstýrið alment boðar frá, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum. Eg haldi, at sum eitt av
heimsins ríkastu samfeløgum, er tað ikki annað enn natúrligt, at Føroyar gera sítt, og at vit opna okkara
dyr fyri fólki, ið flýggjar undan ræðiliga krígnum í Ukraina. At vit hjálpa okkara evropeisku grannum.
Nýggju stigini at taka ímóti flóttafólkum krevja sjálvsagt, at vit eru so væl fyrireikaði sum møguligt. Og
tað haldi eg eisini at vit eru. Higartil hevur landsstýrið havt eitt gott og tætt samstarv við Reyða Kross
Føroya um at taka ímóti ukrainum í Føroyum. Nú gera vit okkum nakrar virðismiklar royndir við bæði
at taka í móti flóttafólkum, og vit at tryggja at tey koma so væl inn í føroyska samfelagið sum gjørligt.
Eg havi áður sagt at alment, at hetta fer at krevja nógv av okkum øllum, sum búgva í Føroyum og tað fer
at merkjast í bý- og bygdarmyndini, at vit nú fáa fleiri ukrainar til Føroya. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum
einstøkum av okkum at tryggja, at tey, sum koma uttanífrá til Føroya, trívast og koma væl inn í føroyska
samfelagið. Tað verið seg bæði russar ella ukrainar.
Sambært Hagstovuni búðu 1. januar í ár fólk í Føroyum, sum høvdu ríkisborgaraskap úr 102 ymiskum
londum. Summi av hesum londum eru í kríggj við hvørt annað, men tíbetur kenni eg ikki til, at hetta er
beinleiðis atvold til illstøður millum fólk í Føroyum. Tað er mær vitandi heldur ikki dømi um at tað hava
verið illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum. Eg vænti og vóni, heldur ikki at tað verður so. Men
skuldi ein tílík illstøða tikið seg upp, so eri eg ikki iva um, at teir røttu myndugleikarnir, eitt nú løgreglan,
fer at avgreiða eina slíka støðu, eins og tey vanliga gera í øðrum málum av slíkum slagi.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Í Tinganesi, 29. apríl 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --
169.21 Spuringur til B. S. Nielsen frá H. Abrahamsen - Russar og ukrainar í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Russar og ukrainar í Føroyum
Spurningar:
1. Eru Føroyar fyrireikaðar til møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum?
2. Hvat hevur landsstýrið gjørt – ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina. Samtíðis hevur
landsstýrið tikið støðu til, at Føroyar í fyrsta umfari ikki fara at seta russiskum skipum forboð fyri at
koma í føroyskar havnir.
Hetta merkir, at vit komandi tíðina fara at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og
Ukraina, í Føroyum. Hesi londini eru í kríggi, og tað kann lættliga henda, at illstøður kykna, har
annar parturin vil hevna seg inná hin. Tað kann seta Føroyar í eina óhepna støðu. Tí verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 19. apríl 2022
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --