52-168/2021
Sparingar í Almannaverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
168.21 Svar frá S. Nolsø til S. Stenberg - Sparingar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 26. apríl 2022 Mál: 22/07430-4 Tygara Skriv: Viðgjørt: Nr. 52-168/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-168/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um sparingar í Almannaverkinum Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Hvussu nógvar borgarar fara sparingarnar í Almannaverkinum at raka? Biðið verður um tøl fyri ymisku tænasturnar so sum umlætting, stuðul og hvussu nógv fólk fáa skert tænastustøði. 2. Kann landstýrismaðurin upplýsa, hvussu ymisku bíðilistarnir til tænastu í Almannaverkinum síggja út, býtt á tal á fólki til ymisku bíðilistarnar? 3. Fara skerjingarnar í tænastustøðinum at standa við, hóast eykajáttanarumbønin, sum liggur í Fíggjarnevndini, verður samtykt? 4. Metir landsstýrismaðurin, at tað ber til at gera sparingar í Almannaverkinum soleiðis, at tær ikki raka tænastuna til borgaran við serligum tørvi? Til nr. 1 Sambært Almannaverkinum, ber ikki til at svara hesum spurningi ítøkiliga, tí Almannaverkið arbeiðir áhaldandi við at tryggja, at sparingarnar koma at raka so fáar borgarar sum yvirhøvur møguligt, og tænasturnar minka so lítið sum møguligt. Viðmerkjast kann, at Almannaverkið hevur verið alment frammi og tosað um, at møguliga er talan um 50 – 100 brúkarar. Til nr. 2 Niðanfyri er bíðilistin frá síðst í mars 2022. Viðmerkjast skal, at sami borgari kann koma fyri fleiri ferðir, í teimum førum hann hevur søkt um fleiri ymiskar tænastur. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Tænasta Tal § 46 Vardur bústaður Sambýli 84 Búfelagsskapur 77 Røktarbústaður 4 § 45 Fyribils bústaður bústovnur/viðgerðarstovnur 23 stovnslíknandi fyriskipan 1 § 35 Stuðulstænasta námsfrøðilig leiðbeining 39 vøka og hjávera 3 § 41 Umlætting samdøgursumlætting 47 § 40 Virknistænasta frá 10 ár Frítíðartilboð 32 vardur verkstaður 8 Íalt 318 Til nr. 3 Eykajáttanarumbønin til Trivnaðartænastur, ið er til viðgerðar í Løgtinginum, fevnir um nøkur ítøkilig mál og ikki um nevndu skerjingar, sum fevna um tænastur til aðrar borgarar innanfyri Trivnaðartænasturnar. Biðið verður um 6 mió. kr. til tvær einstaklingafyriskipanir, tvey børn við ávísari sjúku og eina nýggja fyriskipan, sum er bráðfeingis. Harumframt verður biðið um umleið 7,3 mió. kr. vegna meirútreiðslur í sambandi við COVID-19 og 0,5 mió. kr. vegna hækking í oljuprísum. Til nr. 4 Sparingar eru gjørdar, sum ikki raka tænastuna beinleiðis. Í mun til fíggjarætlanina er talan um eina munandi skerjing í viðlíkahaldi og í rakstrargøgnum so sum bilum. Harumframt verður skert nógv í førleikamenningini av starvsfólkum. Hesar sparingarnar hava tó við sær økt slit av bygningum og rakstrargøgnum. Vantandi førleikamenning av starvsfólki fer við tíðini at ávirka tænastustigið til tað verra, umframt at skapa verri trivnað hjá starvsfólkunum. Almannamálaráðið, 26. april 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
168.21 Spurningur til S. Nolsø frá S. Stenberg - Sparingar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður Svarari: Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Sparingar í Almannaverkinum Spurningar: 1. Hvussu nógvar borgarar fara sparingarnar í Almannaverkinum at raka? Biðið verður um tøl fyri ymisku tænasturnar so sum umlætting, stuðul og hvussu nógv fólk fáa skert tænastustøði. 2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu ymisku bíðilistarnir til tænastur í Almannaverkinum síggja út, býtt á tal á fólki til ymisku bíðilistarnar? 3. Fara skerjingarnar í tænastustøðinum at standa við, hóast eykajáttanarumbønin, sum liggur í Fíggjarnevndini, verður samtykt? 4. Metir landsstýrismaðurin, at tað ber til at gera sparingar í Almannaverkinum soleiðis, at tær ikki raka tænastuna til borgaran við serligum tørvi? Viðmerkingar: Fyrr í vikuni fekk eg svar frá landsstýrismanninum um, at sparingar verða framdar í Almannaverkinum. Hetta fer m.a. at raka fólk við serligum tørvi meint, tí at umlætting verður skerd, stuðulstænastan verður skerd, og tænastustøðið lækkar sum heild. Orsøkin er, at játtanin fyri 2022 bleiv skerd í fíggjarlógini fyri jól. Tó sigur svarið m.a. onki um, hvussu nógv fólk verða rakt av sparingunum. Tí hesar uppfylgjandi spurningar til landsstýrismannin. Spurningurin er eisini, um tað ber til at gera sparingar aðrastaðni í Almannaverkinum soleiðis, at tænasturnar til fólk við serligum tørvi ikki verða raktar. Í hesum sambandi er neyðugt at kenna tænastustøðið og bíðilistar í løtuni. Í løtuni er ein umbøn um eykajáttan í Fíggjarnevndini. Tí er neyðugt at vita, um sparingarnar fara at standa við, hóast eykajáttanin verður veitt. Á Løgtingi, 8. apríl 2022 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --