52-167/2021
Gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
167.21 Svar frá U.Rasmussen til J.Joensen - Gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 26. apríl 2022 J. nr.: 22/07439-9 Viðgjørt: TM Svar til fyrispurning nr. 52-167/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um at gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta lóggávuna, so eldrivin prutl eisini verða fevnd av mvg-frítøku eins og onnur motorakfør? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at syrgja fyri, at aðrar grønar orkuskipanir so sum sólorka eisini verða frítiknar fyri mvg? Svar til spurning nr. 1 Orku-og umhvørvispolitikkurin miðar ímóti, at allur flutningur skal burtur frá fossilum brennievnum. Vanlig prutl dálka og larma í nærumhvørvinum og økja um útlátið av veðurlagsgassum. Elbilar fáa mvg-frítøku, tí teir kunnu brúka grøna elframleiðslu í Føroyum og tí teir koma ístaðin fyri bilar við fossilum brennievni. Elprutl, elsúklir og elmotorsúklir gera tað sama. Tí fer landsstýrið at umrøða og viðgera hetta nærri. Svar til spurning nr. 2 Orkupolitikkurin leggur upp til í minsta lagi 40 MW av sólorku í framtíðar orkuskipanini. Hetta er fyrst og fremst tí, at lítið av regni og vindi er um summarið. Tí er tørvur á aðrari grønari orku um summarið. Umhvørvisstovan upplýsir, at ein góður háttur at fáa gongd á sólorku er, at privatfólk, stovnar og virki seta sólorkuskipanir á sínar húsatekjur. Fleiri sólorkuskipanir eru í Føroyum, og tær vísa seg at rigga væl. Húsarhald, stovnar og virki, sum hava ella fáa sær hitapumpur og elbilar kunnu fáa enn størri gagn av eini sólorkuskipan. Fáa sólorkuskipanir mvg-frítøku, kemur møguliga ferð á hetta økið. Landsstýrið fer tí at umrøða og viðgera hetta nærri. Tinganes, 22. apríl 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
167.21 Spurningur til U.Rasmussen frá J.Joensen - Gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Gera sólpanelskipanir og eldrivin prutl mvg-frí Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta lóggávuna, so eldrivin prutl eisini verða fevnd av mvg-frítøku eins og onnur motorakfør? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at syrgja fyri, at aðrar grønar orkuskipanir so sum sólorka eisini verða frítiknar fyri mvg? Viðmerkingar: Grøna orkuskiftið er heitt kjakevni og verður tað helst eisini frameftir. Øll heimsins lond gera bindandi avtalur um at leggja um til grønari orkuloysnir og steðga CO2- útlátinum á klótuni. Í dag eru fleiri undantøk í mvg-lógini, sum gera tað lættari at skifta til grønar akfarsloysnir. Tað er greitt, at mvg-frítøkur ikki gagna borgaranum, um søluliðið hækkar prísin samsvarandi mvg-frítøkuna. Tó vísa frítøkurnar og líknandi átøk, at fleiri leggja um til grønari orkuloysnir. Eldrivin prutl eru ikki undantikin mvg, hóast tey eru motorakfør á sama hátt sum onnur akfør, ið eru undantikin mvg. Mvg-frítøkurnar í meirivirðisgjaldslógini fata einans um akfør, ið eru fevnd av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, men í lógini um avgjøld við skráseting av motorakførum er greitt ásett, at hon ikki fevnir um prutl, og tað hóast tey eisini eru eitt slag motorakfari. Sólpanel eru ein av grønastu orkuloysnunum. Tekniskt, búskaparliga og sum orkukelda er hetta ein góð loysn fyri húsarhaldið sum hjáorkukelda. Tí kann tað undra, at ymiskar aðrar orkuloysnir sleppa undan mvg, men ikki sólpanelskipanir. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. apríl 2022 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --