52-165/2021
Arktisk strategi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
165.21 Svar frá J.av Rana til Ey. Niclasen - arktisk strategi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 22. apríl 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-99 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-165/2021 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um arktiska strategi. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at orða eina arktiska strategi fyri Føroyar? 2. Nær kann væntast, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at implementera føroysku strategiina í felags strategiina fyri alt ríkið? Svar Til 1 og 2: Samstarv í Arktis hevur høga raðfesting hjá landsstýrinum. Føroyar taka virknan lut í arbeiðinum undir Arktiska ráðnum og øðrum samstørvum, sum eru viðkomandi fyri arktiska økið. Alsamt størri áhugi hevur seinastu árini verið fyri Arktis, og mett verður, at ein føroysk strategi, umframt at seta nakrar greiðar málsetningar, er við til at gera Føroyar sjónligar sum eitt land í Arktis, nú heimsins eygu við áhuga hyggja hendavegin. Ein fyrireikandi tilgongd at fáa til vegar eitt grundarlag fyri eini arktiskari strategi er komin á mál, og arbeitt verður nú við at orða sjálva strategiina ella politikkin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt seinni í ár. Útgangsstøðið er, at Føroyar eru ein virkin og álítandi samstarvspartur í millumtjóða høpi. Sum ein partur av heimssamfelagnum hava Føroyar møguleikar at troyta og rættindi at brúka, men eisini skyldur at halda og ábyrgd at lyfta í felag við heimsins tjóðum. Tað eru altíð føroysk áhugamál, sum eru stýrandi fyri uttanríkispolitisku kósina, eisini í Arktis. Mangan er samanfall millum áhugamálini hjá londunum í einum øki. Hetta er ikki minst galdandi fyri okkum, sum búgva í Arktis. Samstarv millum londini er tí ein staðfesting av, at fleiri av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, verða best loystar í felag. Ikki minst, tá ið um ræður vísindaligt samstarv, veðurlagsviðurskifti og burðarbygga fyrisiting av tilfeingi. Fortreytin fyri øllum hesum er tó, at trygd, friður og støðufesti valda. Tí er hetta fremsta mál Føroya í arktiskum høpi. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Í løtuni verður eisini mett um, hvørja ávirkan ólógliga russiska innrásin í Ukraina og syndarligu avleiðingarnar av henni kunnu fáa á, hvussu londini í Arktis samstarva. Serliga í Arktiska ráðnum. Endalig støða er ikki tikin til, um ein arktiskt strategi ella politikkur verður skipað sum ein frágreiðing til Løgtingið, ið kann verða grundarlag undir einum aðalorðaskifti. Tó er væl hugsandi, at eitt tílíkt aðalorðaskifti í Løgtinginum gevur arbeiðinum viðvíkjandi arktiskum viðurskiftum eitt munagott kjølfesti. Til 3: Danska stjórnin hevur eisini arbeitt fyri eini felags strategi fyri Kongsríkið Danmarkar. Føroyar hava latið sítt íkast til hesa tilgongd, men í eina tíð hevur stígur verið í arbeiðinum. Tí tykist í løtuni ikki heilt greitt, hvørja lagnu tann ætlanin fær. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismanni -- 2 of 2 --
165.21 Spurningur til J.av Rana frá Ey. Niclasen - arktisk strategi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Arktisk strategi Spurningar: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at orða eina arktiska strategi fyri Føroyar? 2. Nær kann væntast, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at implementera føroysku strategiina í felags strategiina fyri alt ríkið? Viðmerkingar: Føroyar eru partur av Arktis og Norðuratlantshavi, og tí er tað eisini av størsta týdningi, at vit hava eina arktiska strategi. Bæði eina føroyska og eina felags strategi fyri alt ríkið. Tað varð staðfest av landsstýrismanninum, at frá føroyskari síðu er ynski um fyrst at gera egna strategi, áðrenn farið verður undir eina felags strategi fyri alt ríkið. Roknað var tá við, at tann føroyska strategiin fór at verða liðug á heysti 2021. Arktis og Norðuratlanshavið er blivin heimspolitiskur brennidepil og tískil er tað meira umráðandi nú enn nakrantíð, at vit sum land hava lýst okkara leiklut í hesum partinum av samstarvinum. Harumframt er tað umráðandi, at vit í ríkisfelagsskapinum hava eina samlaða strategi. Seinasta útgreiningin, sum lýsir støðu Føroya í Arktis, er frá 2013, og nógv er hent síðani tá. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. apríl 2022 Eyðdis Hartmann Niclasen -- 1 of 1 --