52-164/2021
Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
164.21 Svar frá J. av Rana til D. N. Joensen - Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 20. apríl 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-97 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-164/2021 um starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða á serdeildunum á fólkaskúlaøkinum, í fult starv við setanarbroti á 1,0? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar á serdeildum í fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á miðnámsskúlaøkinum? 3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum á fólkaskúlaøkinum er væl lægri enn setanarbrotið á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serdeildir? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar á serøkinum í fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins setanarviðurskifti sum námsfrøðingarnir, sum virka á serdeild á miðnámsskúlaøkinum? Svar Til 1: Mánaðarliga vildi tað í eyka lønarútreiðslum kostað umleið 200.000 kr., um allir námsfrøðingarnir í sertilboðunum á fólkaskúlaøkinum vóru settir í føstum starvi við setanarbroti á 1,0. Her í apríl 2022 eru tað 25 námsfrøðingar í føstum starvi í teimum 9 sertilboðunum í fólkaskúlanum. Høvdu øll hesi í dag verið sett við setanarbroti á 1,0, so hevði tað havt við sær eina øking á 5,3 ársverk, sum svarar til ein eyka kostnað á umleið 2,5 mió. kr. árliga. Hetta er grundað á ein miðal kostnað á 475.000 kr. árliga fyri hvørt ársverk. Fer serøkið at vaksa komandi tíðina við øktum næmingatølum í sertilboðunum, so fer lønarútreiðslan við slíkari umlegging at verða enn hægri. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 2: Setanarviðurskiftini hjá ymsu starvsbólkunum hava verið ásett soleiðis síðan skipanin byrjaði. Tað verður ikki raðfest í løtuni at broyta verandi skipan viðvíkjandi áseting av setanarbroti hjá námsfrøðingum á fólkaskúlaøkinum. Til 3: Tá serøkið varð umskipað við serflokkum í ávísum skúlum kring landið, varð gingið út frá, at ein setan á 0,85 hjá námsfrøðingum var tað, ið metast kundi vera rímiligt. Hetta grundað á, at skúladagurin í serflokkum er avmarkaður sambært kunngerð til at vera á leið frá kl. 8.00 – 13.00. Skipanin við fastari fyrireikingartíð til hvønn undirvísingartíma, sum lærarar hava, er ikki galdandi fyri námsfrøðingar. Altso er ein munur á starvsliga innihaldinum hjá námsfrøðingum og hjá læraranum. Á serbreytunum á miðnámsskúlunum hava øll starvsfólk uttan mun til útbúgving somu starvstreytir og ábyrgd. Tað merkir, at námsfrøðingar á jøvnum føti við lærarar fyrireika og standa fyri undirvísingini. Í serbreytunum á miðnámsøkinum er tað leiðsla skúlans, sum ger av, hvussu nógv tíð skal til fyrireiking, uppfylging og annað, sum part av arbeiðstíðini. Til 4: Landsstýrismaðurin hevur í løtuni ikki ætlanir um at raðfesta broyting viðvíkjandi starvsbroti hjá námsfrøðingunum á fólkaskúlaøkinum. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
164.21 Spurningur til J. av Rana frá D. N. Joensen - Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða á serdeildunum á fólkaskúlaøkinum, í fult starv við setanarbroti á 1,0? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar á serdeildum í fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á miðnámsskúlaøkinum? 3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum á fólkaskúlaøkinum er væl lægri enn setanarbrotið á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serdeildir? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar á serøkinum í fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins setanarviðurskifti sum námsfrøðingarnir, sum virka á serdeild á miðnámsskúlaøkinum? Viðmerkingar: Tað eru níggju sertilboð/serflokkar skipað í Føroyum. Ymiskt er, hvussu hesi sertilboð/serflokkar eru í stødd og skipan. Felags fyri øll tilboðini er, at tey eru skipað soleiðis, at ein skúli umsitur sertilboðið og tekur tískil næmingar inn frá einum ella fleiri skúlum í nærumhvørvinum. Á sertilboðunum starvast lærarar og námsfrøðingar. Lærararnir í føstum starvi eru settir við setanarbroti 1,0, meðan flestu námsfrøðingarnir í føstum starvi, hóast fleiri tímar saman við næmingunum, eru settir við setanarbroti 0,85 ella lægri. Tá talan er um at menna næmingar á serdeildini, arbeiða námsfrøðingar og lærarar í samráði og samstarvi í sjálvstýrandi toymi. Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Arbeitt verður út frá læruætlanum hjá einstaklinginum. Í slíkum arbeiði er avgerandi, at menningin er ein heildarmenning, har barnið hvílir trygt í, at øll starvsfólkni hjálpa til, har tørvurin er. Hetta er tó sera torført, tá setanarbrotini til føstu størvini eru ólík. Tí vildi tað tænt serskipanini á fólkaskúlaøkinum, at námsfrøðingarnir á serdeildum fólkaskúlans, eins og námsfrøðingarnir á miðnámi, -- 1 of 2 -- vóru settir við setanarbroti 1,0 og kundu virkað á jøvnum føti saman við lærarunum og børnunum á serøkinum til frama. Á Løgtingi, 5. apríl 2022 Djóni Nolsøe Joensen -- 2 of 2 --