← Løgtingsmál

52-163/2021

Matvørutrygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-163-2021.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 7. apríl 2022
J.nr.: 22/07235-2
At tilskila í svari
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-163/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni,
um matvørutrygd
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt við matvørutrygd í Føroyum, nú kríggj er í Ukraina, og
matvøruprísir hækka?
2. Hvat samskifti hevur verið millum landsstýrið og føroyska landbúnaðin fyri at tryggja
nóg mikið av matvøru í Føroyum?
3. Hvørjar ætlanir eru um at menna føroyska landbúnaðin, so bøndur kunnu fara at
framleiða uppaftur fleiri matvørur til føroyska marknaðin?
Til nr. 1:
Málið um matvørutrygd í Føroyum í sambandi við kríggið í Ukraina hevur verið viðgjørt í
Kreppuráðnum. Við støði í teimum upplýsingum, sum eru tøkar beint nú, verður mett, at
veitingarkervið og -trygdin eru í lagi, og at vit yvirhøvur fáa fatur á teimum matvørum, sum
tørvur er á í Føroyum.
Prísurin á matvørum er hækkaður kring allan heim, og tað merkist eisini her hjá okkum. Hetta
kann gerast ein tyngjandi útreiðsla hjá summum, men í løtuni er eingin ætlan um at taka nøkur
stig hesum viðvíkjandi.
Fylgt verður kortini væl við bæði matvørutrygdini og veitingarkervinum og -trygdini, og málið
verður tikið upp aftur til viðgerðar, um tað verður neyðugt.
Til nr. 2-3:
Í Føroyum eru vit í teirri hepnu støðu, at vit eru ein matvøruframleiðandi tjóð.
Vit hava góða atgongd til matvørur úr sjónum, og tað er eisini fyrst og fremst sjógvurin, sum er
okkara kovi. Tí er tað sjógvurin, sum verður álitið, um tað fer at sansa at við matvørum, men eg
beri ongan ótta fyri, at vit fara at koma í ta støðu, at okkum fer at tróta mat. Í hesum sambandi
er eisini umráðandi at hava í huga, at so leingi fólk halda fram at keypa á vanligan hátt uttan at
leggja inn undir seg, er nóg mikið til øll.
Landbúnaðarframleiðslan er sjálvsagt eisini ein týðandi partur, tá ið ræður um at framleiða
egnar matvørur, men henda framleiðslan er ikki nóg stór til, at vit kunnu seta alt álit á hana. Vit
eiga at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum vit hava – eisini á landbúnaðarøkinum – men

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
hesar broytingar og tillagingar taka langa tíð. Í løtuni er støðan kortini tann, at vit enn sum áður
í stóran mun mugu dúva upp á innfluttar landbúnaðarvørur.
Landbúnaðarpolitikkurin, sum sjøtul er settur á, fer at eggja vinnuni til at vaksa um
landbúnaðarframleiðsluna á ymsum økjum, og eg vænti, at hetta í framtíðini fer at gerast eitt
gott ískoyti til ætlanina um at fáa sum mest burtur úr egnum tilfeingi, bæði á sjógvi og landi.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 7. apríl 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
163.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Matvørutrygd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Matvørutrygd
Spurningar:
1. Hvat verður gjørt við matvørutrygd í Føroyum, nú kríggj er í Ukraina, og
matvøruprísir hækka?
2. Hvat samskifti hevur verið millum landsstýrið og føroyska landbúnaðin fyri at
tryggja nóg mikið av matvøru í Føroyum?
3. Hvørjar ætlanir eru um at menna føroyska landbúnaðin, so bøndur kunnu fara
at framleiða uppaftur fleiri matvørur til føroyska marknaðin?
Viðmerkingar:
Í Evropa er vanligt, at ES ger nógv fyri at tryggja matvørur til borgarar í ES londum,
og at tað tí eru matvørur, sum t.d. mjøl á goymslu.
Nógv av matinum, sum føroyingar eta, eru innfluttar vørur. Vit sóu, tá korona tók seg
upp, at fólk byrjaðu at leggja mat inn undir seg, tí fólk stúrdu fyri, at ikki nóg mikið
av mati fór at koma til landið.
Nú kríggj er í Ukraina, eru matvøruprísirnir farnir nógv upp, og hugsandi er, at trupult
verður at fáa fatur á ávísum vørum.
Vit síggja eisini, tá ódnarveður hevur verið, og skip eru seinkað, at handilshillarnar
eru tómar.
Í Føroyum eru vit heppin at hava nógva fiskavøru, og eisini verður meira og meira
framleitt av landbúnaðarvørum.
Hesar vørur hava eisini stóran týdning fyri møguleikan fyri, at Føroyar kunnu vera
sjálvbjargnar við matvørum, sum jú er rættiliga umráðandi, tá kreppustøður taka seg
upp.
Fyri at fáa greiðu á málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. apríl 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --