52-162/2021
Prísbroytingar og ferðsla í Eysturoyartunlinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
162.21 Svar frá U.Rasmusen til Jaspur Langgaard - Prísbroytingar og ferðsla í Eysturoyartunlinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 20. apríl 2022 J. nr.: 22/06978-2 Viðgjørt: TM/BAB Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-162/2021 frá Jaspur Langgaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um prísbroytingar og ferðslu í Eysturoyartunlinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna? 2. Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk? 3. Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022? Svar til fyrispurning nr. 1 Tunnilsfelagið upplýsir, at frá viku 2 til viku 15 í 2022 er ferðslan av persónbilum í Eysturoyartunlinum vaksin 16% í miðal hvørja viku, og inntøkurnar frá persónbilum eru vaksnar 6% í miðal hvørja viku. Tá er hædd tikin fyri, at tað var ókeypis at koyra fyrstu vikuna í januar 2021. Til ber ikki at siga, júst hvussu prísbroytingin frá 1. januar 2022 hevur ávirkað ferðsluna í Eysturoyartunlinum. Fleiri orsakir kunnu vera til, at ferðslan er vaksin í ár. Til dømis er hugsandi, at høgu prísirnir á bensini og diesel, sum gera tað dýrari at koyra longru farleiðina gjøgnum Sundalagið, eisini ávirka ferðsluna. Tíverri gekk ferðsluteljarin í Norðskálatunlinum fyri í novembur 2021. Teljarin er farin at rigga aftur í mars mánaða. Sambært tølunum fyri mars mánaða í ár er tað tó nógv sum bendir á, at ferðslan í Norðskálatunlinum er lægri í mun til mars 2021. Svar til fyrispurning nr. 2 Tunnilsfelagið upplýsir, at felagið arbeiðir saman við KT-veitara at menna og seta í verk skipan við fastgjaldi/árshaldi. Talan verður um eina sjálvvirkandi skipan. Tunnilsfelagið ætlar, at skipanin verður tøk áðrenn summarfrítíðina. Svar til fyrispurning nr. 3 Enn er ferðslan í Eysturoyartunlinum minni enn mett í fíggjarætlan felagsins. Ferðsluveðhaldið verður goldið hálvárliga sambært uppgerð frá partafelagnum fyri hálvárið frammanundan. Játtaðar eru 35 mió. kr. í ferðsluveðhaldi á fíggjarlógini fyri 2022. Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst, at landið skal rinda 27,5 mió. kr. í ferðsluveðhaldi fyri seinna hálvár 2021, sum fer av játtanini fyri 2022. Roknað verður tó við, at ferðslan í Eysturoyartunlinum -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 fer at vaksa, soleiðis at veðhaldið bara verður effektivt í styttri áramál. Tinganes, 20. apríl 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
162.21 Spurningur til U.Rasmusen frá Jaspur Langgaard, Prísbroytingar og ferðsla í Eysturoyartunlinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Prísbroytingar og ferðsla í Eysturoyartunlinum Spurningar: 1. Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna? 2. Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk? 3. Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022? Viðmerkingar: Tann 1. januar 2022 broyttust prísirnir hjá Eysturoyartunlinum. Broytingin var fyri tey, sum koyra fleiri enn 10 túrar um mánaðin, har tað frammanundan stórt sæð ongin avsláttur var. Avsláttarskipanin sær soleiðis út við prísi fyri hvønn einvegis túr við haldi: 1-10 túrar 75,- 11-20 túrar 65,- 21-30 túrar 40,- 31- túrar 30,- Higartil sær tað út til at hava verið trupult at áseta rætta prísin fyri koyring í Eysturoyartunlinum, hetta at finna bestu javnvágna millum príslækkingar og meira ferðslu. Tað er kortini greitt, at verður tann besta javnvágin ikki funnin, gevur íløgan ikki hægsta samfelagsliga gagn, og landskassin fer frameftir at noyðast at játta pening til lánsgjøld. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 4. apríl 2022 Jaspur Langgaard -- 1 of 1 --