← Løgtingsmál

52-161/2021

Grótkastið uttan fyri Boðakeiina í Skopun

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
161.21 Svar frá U. Rasmussen til S. H. Lognberg - Grótkastið uttan fyri Boðakeiina í Skopun.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 13. apríl 2022
J. nr.: 22/07445
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-161/2021 frá Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grótkastið uttanfyri Boðakeiina
í Skopun.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað, at alt grótið frá grótkastinum, sum varð lagt
í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun?
2. Nær verður farið undir at gera grótkastið aftur?
3. Nær ætlar landstýrismaðurin, at arbeiðið skal gerast at taka alt grótið upp, sum liggur inni
á Pollinum í Skopun?
Svar:
Sum kunnugt varð eitt grótkast lagt uttan fyri Boðakeiina í nítiárunum, ið er uttasti pirurin í
Skopun. Brimverjan var tó ongantíð gjørd nøktandi liðug, tí grótið ikki var tryggjað við størri
dekkgróti, ella við eini gátt. Hetta hevur gjørt at grót av og á hevur riðið oman í innsiglingina,
soleiðis at innsiglingin ikki hevur verið nóg djúp. Landsverk hevur eftirlitið við hesum og ger
javnan uppmátingar í innsiglingini, til tess at tryggja at dýpið er í lagi til at Teistan trygt kann
sigla inn í havnina.
Innsiglingin til Skopunar havn er ruddað fyri grót nakrar ferðir. Seinastu ferð í 2020. Innsiglingin
varð eftirkannað seint í 2021, og er dýpið í lagi til at Ternan kann sigla. Tó soleiðis, at nakað av
grótið lá beint innanfyri pirin, men støðan inni á Pollinum er sambært Landsverki nærum
óbroytt.
Eingin játtan er tøk til at gera grótkastið aftur uttan fyri Boðakeiina, ella til at taka grót upp á
Pollinum.
Áhugamálini hjá landinum eru fyrst og fremst at tryggja eitt gott ferðasamband til Sandoynna,
við at kunna brúka Skopunar havn til samferðsluhavn, inntil tað er landfast millum Sandoynna
og Streymoy.
Tinganes, 13. apríl 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
161.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. H. Lognberg - Grótkastið uttan fyri Boðakeiina í Skopun.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Grótkastið uttan fyri Boðakeiina í Skopun
Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað, at alt grótið frá grótkastinum, sum varð lagt
í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun?
2. Nær verður farið undir at gera grótkastið aftur?
3. Nær ætlar landstýrismaðurin, at arbeiðið skal gerast at taka alt grótið upp, sum liggur inni
á Pollinum í Skopun?
Viðmerkingar:
Alt grótið frá grótkastinum, sum bleiv lagt í nítiárunum, er endað inni á Pollinum í Skopun.
Ein kann undrast á, hví so man vera. Stutta frágreiðingin er helst, at hetta arbeiðið ongantíð bleiv
gjørt liðugt. Grótið varð lagt uttanfyri boðakeiina, men forankringar vórðu ongantíð settar á
grótið. Við teimum veðurumstøðum og tí harða streymi, sum er í Skopunarfirði, er óhugsandi, at
hetta grót verður liggjandi uttan forankringar.
Grótið, sum er endað inni á Pollinum í Skopun, er ongantíð blivið tikið ordiliga upp. Vit hava
sæð, at man hevur tikið tað ringasta upp, men alt, sum liggur inni á Pollinum er ikki tikið upp.
Hetta er og kann eisini í framtíðini verða til stóran ampa fyri skip og bátar heimahoyrandi í
Skopun og øðrum bygdum, sum nýta skopunarhavn. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 1. apríl 2022
Sámal Hanni Lognberg

-- 1 of 1 --