← Løgtingsmál

52-160/2021

Grótkastið á Símunarbukt í Skopun

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
160.21 Svar frá U. Rasmussen til S. H. Lognberg - Grótkastið á Símunarbukt í Skopun.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 13. apríl 2022
J. nr.: 22/06577
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-160/2021 frá Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um grótkastið á Símunarbukt í
Skopun.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er Landsverk ikki farið undir at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun?
2. Nær verður farið undir hetta arbeiðið?
Svar til fyrispurning nr. 1 og 2.
Landið eigur og rekur sjálva ferjuleguna í Skopun, men rindar tó eisini havnagjøld til Skopunar
kommunu. Havnin er annars kommunal, herímillum eisini grótkastið á Símunarbukt í Skopun.
Landið hevur fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn.
Landsverk kannaði skarðið á grótkastinum í Símunarbukt, sum kom eftir uppgangin, og var
arbeiðið mett til at kosta umleið 1 mió. kr. at gera aftur. Sambært Landsverki setti stovnurin seg í
samband við Skopunar Kommunu, um at gjalda helvtina av kostnaðinum, tí Landsverk hevði
ikki játtan til at fíggja alt arbeiðið av tí vanligu játtanini til havnir. Skopunar kommuna ynskti
ikki at vera við í hesi verkætlan. Tí varð arbeiðið ikki gjørt í 2021.
Landsverk hevur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun, sum er tikið upp á land tá
innsiglingin er ruddað. Tað er vert at kanna hvussu tað kann brúkast til grótkastið.
Tað er eingin peningur játtaður til at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun í 2022.
Tinganes, 13. apríl 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
160.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. H. Lognberg - Grótkastið á Símunarbukt í Skopun.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Grótkastið á Símunarbukt í Skopun
Spurningar:
1. Hví er Landsverk ikki farið undir at umvæla grótkastið á Símunarbukt í Skopun?
2. Nær verður farið undir hetta arbeiðið?
Viðmerkingar:
Stór skør eru í grótkastinum á Símunarbukt, og hetta kemst av tí stóra uppganginum, sum var.
Landið eigur grótkastið og spurningurin er, um landsstýrismaðurin ætlar sær at handa Skopunar
kommunu grótkastið í tí standi, tað er í dag.
Landsverk eigur stórt grót á goymslu á keiøkinum í Skopun, og tí kundi verið upplagt at fingið umvælt
grótkastið, áðrenn veturin aftur kemur á okkum og vit kanska standa í einari enn verri støðu, sum t.d. at
enn meira av gróti má fáast burtur av grótverjuni. Hetta vildi havt við sær meira umfatandi umvæling og
hægri kostnað fyri landið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 1. apríl 2022
Sámal Hanni Longnerg

-- 1 of 1 --