52-159/2021
Inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
159.21 Svar frá U. Rasmussen til B. K. Petersen - Inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 13. apríl 2022 J. nr.: 22/06979-2 Viðgjørt: ASL/BAB/JS Svar til fyrispurning nr. 52-159/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær skulu inntøkur av einskiljing av almennum ognum í Búskapargrunnin, sambært lóg um Búskapargrunn Føroya? 2. Hvat er at rokna sum inntøka av einskiljing av almennum ognum eftir § 2, stk. 2, nr. 2 í lóg um Búskapargrunn Føroya? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at inntøkan av eini møguligari sølu av almenna ognarlutinum í P/F Smyril Line og P/F Tjaldur eigur at fara í Búskapargrunnin? Svar til spurning nr. 1 og 2 Hugtakið einskiljing er lýst í frágreiðingini um einskiljingar frá 2001. Einskiljing (privatisering) merkir at flyta framleiðsluvirksemi úr almenna geiranum til einskilda geiran (privata sektorin). Seinasta einskiljingin var sølan av LÍV í 2016. Hendan søla varð koyrd í Búskapargrunnin. Í broyting til løgtingslógina í 2011 skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerkingunum: “Tað eru stórar eingangs inntøkur av einskiljing, sum ætlandi skulu í Búskapargrunnin” Svar til spurning nr. 3 Tað er ivasamt, um søla av partabrøvum í vinnufeløgum, sum reka virksemi á haldilsligum grundarlagi, og har landið eigur ein avmarkaðan ognarlut, kann roknast sum einskiljing, hóast tað í dagligari talu javnan verður nevnt soleiðis. Sølan av ognarlutunum í Smyril Line og Tjaldur metir Fíggjarmálaráðið ikki er ein einskiljing og verður tí ikki serstakt flutt í Búskapargrunnin. Sølan er játtað yvir raksturin á fíggjarlógini, soleiðis sum samtykt á fíggjarlógini fyri 2022. Her vigar hægri meginreglan, at ein hending skal viðgerast líka, bæði tá talan er um útreiðslur og inntøkur. Tá landið í 2008 stuðlaði P/F Smyril Line við 30 mió. kr. varð hetta gjørt umvegis raksturin. Tí verður inntøkan av sølu av partabrøvum nu eisini tikin yvir raksturin. Um tað er politiskt ynski um tað, so ber til at koyra søluna av Tjaldur og Smyril Line í Búskapargrunnin við serligari játtan, eins og gjørt var við serinntøkunum frá Fíggingargrunninum í 2017. Tinganes, 13. apríl 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
159.21 Spurningur til U. Rasmussen frá B. K. Petersen - Inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya Spurningar: 1. Nær skulu inntøkur av einskiljing av almennum ognum í Búskapargrunnin, sambært lóg um Búskapargrunn Føroya? 2. Hvat er at rokna sum inntøka av einskiljing av almennum ognum eftir § 2, stk. 2, nr. 2 í lóg um Búskapargrunn Føroya? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at inntøkan av eini møguligari sølu av almenna ognarlutinum í P/F Smyril Line og P/F Tjaldur eigur at fara í Búskapargrunnin? Viðmerkingar: Til at fíggja keyp av fraktferju og til at rinda veðhaldið fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur samgongan ætlanir um at selja partabrøvini í partafeløgunum Smyril Line og Tjaldur. Landsstýrið hevur gjørt eina virðismeting av ognarluti landsins í Smyril Line, og er hon áljóðandi 79 mió. kr. Ongin virðismeting er gjørd av partabrøvunum í partafelagnum Tjaldur, men upphæddin á fíggjarlógini fyri 2022 er tann sama, sum var ásett á fíggjarlógini fyri í fjør. Sostatt metir mann at fáa tilsamans 86 mió. kr. fyri søluna. Sambært lóg um Búskapargrunn Føroya skulu inntøkur av einskiljingum av landsins ognum setast í Búskapargrunnin. Ítøkiliga merkir hetta óvanligar eingangsinntøkur, so sum søla av partabrøvum og søla annars av almennum ognarlutum. Eitt nú varð eitt serligt vinningsbýti latið eigarunum av P/F BankNordik í 2017, tá ið bankin hevði selt Vørð í Íslandi og hevði tikið vinnukundavirksemið í Danmark av. Fíggingargrunnurin lutaði upphæddina víðari til landið, sum koyrdi tað í Búskapargrunnin. Samgongan ætlar at fíggja keyp av fraktferju og avloysaraskipi, umframt veðhald fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar, við at selja almenna ognarlutin í P/F Tjaldur og P/F Smyril Line. Spurnartekin kann tískil setast við, um heimild er til at brúka eingangsinntøkuna av søluni til at fíggja hesi átøkini, ella um ikki hesar inntøkur av røttum eiga at fara í Búskapargrunnin sambært lógini. Á Løgtingi, 31. mars 2022 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --