52-158/2021
Pantiskipan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
158.21 Svar frá M. Rasmussen til S. H. Lognberg - Pantiskipan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tórshavn, tann 11. apríl 2022 Tinghúsvegur 1-3 J.nr.: 22/06946-2 Postboks 208 110 Tórshavn Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-158/2021 frá Sámali Hanna Lognberg, løgtingsmanni, um pantskipan Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at broyta pantiskipanina fyri móttøku av panti - fløskur og dósir? 2. Ber til at seta eina pantiskipan upp í hvørjari sókn í landinum? 3. Kann tað hugsast, at ein slík pantiskipan eisini tekur móti plasti yvirhøvur - og ikki bara fløskum og dósum? Til nr. 1 Umhvørvis- og vinnumálaráðið er farið undir fyrireikandi arbeiði um panting av íløtum, sum skal gera tað lættari hjá borgarum at lata síni íløt inn og fáa pantið goldið aftur. Til nr. 2 Arbeiðið er komið ov stutt áleiðis at til ber at siga, um móttøka av pantíløtum verður í hvørjari sókn. Miðað verður tó eftir, at borgarin skal ikki vera noyddur at flyta seg ov langt fyri at sleppa av við síni pantíløt. Til nr. 3 Ætlanin er at tillaga lóggávuna soleiðis, at heimild verður at víðka pantskipanina til fleiri sløg av íløtum enn bara íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum galdandi lóggáva er avmarkað til. ES-krøv áleggja limalondunum at leggja pant á t.d. djús, saft, most o.a., so altjóða rákið er, at meira tilfar skal fáast innaftur til endurnýtslu við panti. Umhvørvis-og vinnumálaráðið, 11. apríl 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
158.21 Spurningur til M. Rasmussen frá S. H. Lognberg - Pantiskipan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sámal Hanni Lognberg, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Pantiskipan Spurningar: 1. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at broyta pantiskipanina fyri móttøku av panti - fløskur og dósir? 2. Ber til at seta eina pantiskipan upp í hvørjari sókn í landinum? 3. Kann tað hugsast, at ein slík pantiskipan eisini tekur móti plasti yvirhøvur - og ikki bara fløskum og dósum? Viðmerkingar: Hvør kennir ikki til hetta aftursvarið: “Vit taka ikki ímóti hasum fløskunum!”, tá farið verður til handils við einnýtisíløtum. Føroyska pantiskipanin er avoldað og hóskar seg ikki til eitt samfelag, sum vil verja umhvørvið. Í dag er tað soleiðis, at brúkarin má fara á fleiri ymisk støð við sínum einnýtisíløtum, til at fáa pantið aftur og tað kemur meir enn so fyri, at fólk ikki tíma hetta rennaríið. Tískil fer ofta okkurt, sum kundi verið endurnýtt, í vanliga ruskposan og í ringasta føri endar tað í náttúruni, t.v.s plastið, sum annars hevði verið koyrt í brenniovnin hjá IRF, endar bara úti í náttúruni. Í Føroyum mugu verða nakrar støðir, har ein kann lata alt sítt pant inn og fáa pening fyri hetta. Tað verður brúkaravinarligt og ikki minst náttúruvinarligt. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 1. apríl 2022 Sámal Hanni Lognberg -- 1 of 1 --