← Løgtingsmál

52-157/2021

Gongd í haga

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
157.21 Svar - Gongd í haga.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 8. apríl 2022
J.nr.: 22/06869-2
At tilskila í svari
Svar upp á § 52 a-fyrispurning nr. 52-157/2021 frá Eyðdis Hartmann Niclasen,
løgtingsmanni, um gongd í haga
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at finna eina semju millum partarnar um gongd í haga?
2. Nær kann væntast, at ein semja verður til taks, og at eitt uppskot verður lagt fyri
Løgtingið?
3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?
4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa
málinum um at skipa gongd í haga?
Svarað verður undir einum
Í samgonguskjalinum er ásett, at semja skal finnast millum jarðareigarar/festarar og
ferðavinnuna saman við landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum um at skipa
ferðavinnuna í náttúruni á burðardyggum grundarlagi og at samskipa gjøld og annað, soleiðis at
ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir.
Farið varð undir hetta arbeiðið, beinanvegin henda samgongan tók við, og síðani hevur støðugt
verið arbeitt við málinum um gongd í haga. Allir viðkomandi partar hava havt høvi at leggja
síni sjónarmið fram, eins og løgfrøðiliga grundarlagið er kannað væl og virðiliga. Í hesum
sambandi er eisini viðkomandi at viðmerkja, at bæði Landsstýri og Løgting hava sum sína
fremstu ábyrgd at tryggja, at talan verður um eina loysn, sum heldur í longdini, og sum
samstundis veitir vissu fyri, at Løgtingið varðveitir rættin at lóggeva, eisini um viðurskifti í
føroysku náttúruni.
Ásannast má kortini, at hetta hevur verið hart hoyggj at draga.
Løgtingið hevur fyri árum síðani gjørt av, at ferðavinnan skal vera eitt týðandi íkast í føroyska
samfelagið, og júst ferðavinnan hevur tí eisini verið snúningsdepilin í tí ofta heita kjakinum,
sum hevur verið um gongd í haga seinastu árini. Í kjakinum hava eisini verið røddir frammi um
rættin hjá teimum, ið her búgva, at brúka og njóta náttúruna. Hesin parturin av kjakinum er
eisini viðkomandi at taka við í viðgerðina.

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Í samgonguskjalinum stendur sum nevnt, at semja skal finnast millum viðkomandi partar, men
eg má bara ásanna, at hóast drúgva arbeiðið og fleiri uppskot um loysnir, er eingin semja
funnin enn.
Spurt verður um tær ítøkiligu avbjóðingarnar, sum eru fyri at koma fram til eina semju
partanna millum. Til hetta skal stutt viðmerkjast, at eg meti tað vera betri fyri málið at halda
sjónarmiðini hjá pørtunum innanhýsis, tí málið er framvegis í viðgerð. Upplýsast kann kortini,
at ítøkiligu avbjóðingarnar eru fleiri, og tær eru bæði av meira ideologiskum slagi og heilt
praktiskar, t.d. hvørt gjald skal krevjast fyri bara at ganga, ella um ein tænasta skal veitast
afturfyri eitt gjald. Harafturat eru eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri spurningin um
gongd í haga, t.d. vinnulig ferðavinna sammett við privata gongd í haga, náttúruvernd, krøv til
ferðaleiðarar, møgulig avgjøld og mangt annað. Hesar avbjóðingar eru eisini merktar av, at
partarnir ikki tykjast hava felags fatan av galdandi rættarstøðu.
Tað hevur verið frammi, at eg havi slept málinum um at skipa gongd í haga. Tað er ikki rætt.
Eg havi kunnað landsstýrið og samgonguna um, at tann semjan, sum samgonguskjalið leggur
upp til, ikki er í eygsjón. Saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar arbeiði eg tí í
løtuni við at finna eina politiska loysn, sum kann flyta málið fram á leið.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 8. apríl 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
157.21 Spurningur til M. Rasmussen frá Ey. H. Niclasen - Gongd í haga.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 31. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Gongd í haga
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at finna eina semju millum partarnar um gongd í
haga?
2. Nær kann væntast, at ein semja verður til taks, og at eitt uppskot verður lagt fyri
Løgtingið?
3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?
4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa
málinum um at skipa gongd í haga?
Viðmerkingar:
Málið um gongd í haga hevur fylt nógv í orðaskiftinum, og tað er av størsta týdningi, at málið
sum skjótast verður loyst. Samgongan hevur havt sum aðalmál, at semja skal finnast millum
allar avvarðandi partar. Sum skilst, er tað sera torført at finna eina semju og tískil er tørvur á
at fáa at vita, hvar málið liggur nú, og um tað eru útlit fyri, at semja kann finnast.
Á Løgtingi, 31. mars 2022
Eyðdis Hartmann Niclasen

-- 1 of 1 --