← Løgtingsmál

52-156/2021

Heitt vatn í undirgrundini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
156.21 Svar - Heitt vatn í undirgrundini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið 	Tórshavn, 8. apríl 2022
Tinghúsvegur 1-3 	Journal nr. 22/06720
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-156/2021 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um heitt
vatn í undirgrundini
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar upplýsingar hevur landsstýrismaðurin um, hvar í Føroyum heitt vatn er at finna í
undirgrundini?
2. Hvørjar royndir eru gjørdar at bora djúpt, eitt nú frá 500 og niður á 1000 metrar?
3. Hvussu nógv kostar tað at bora 1000 metrar niður og at fáa heita vatnið upp?
4. Hvussu mong húsarhald kunnu við einum slíkum jarðholi í miðal gagnnýta heita vatnið?
5. Heldur landsstýrismaðurin tað vera eitt gott hugskot, at tað almenna borar niður á heitt vatn
og letur føroyingum í nærumhvørvinum atgongd til heitu keldurnar?
Til nr. 1
Síðani 2014 hevur Jarðfeingi mált hitan í jarðhitaboringum í Føroyum fyri at fáa eitt betri yvirlit
yvir hitalagið í tí grunnu undirgrundini kring landið.
Í dag eru meira enn 500 boringar máldar í flestum oyggjum. Jarðhitaboringar eru vanliga millum
200 og 400 metrar djúpar og raka allar við størri og minni nøgdir av vatni. Summar boringar eru
artesiskar, t.e., at vatn rennur upp úr holinum, og í øðrum er grundvatnsskorpan niðri í holinum á
ymsum dýpi.
Vatnhitamátingar vísa, at hitin sum heild veksur umleið 3o C fyri hvørjar 100 metrar í dýpd. Tó
síggja vit fjølbroytni í jarðhitavøkstrinum ymsastaðni í Føroyum. Eitt nú er mesti
jarðhitavøksturin í einum øki á Glyvrum máldur til um 7o C.
Jarðhitaboringarnar á Lygnnesi í Kollafirði í 2014 og 2015 eru framvegis tær við tí heitasta
artesiska vatninum, sum mált er í Føroyum. Hitin táttar í 27o C. Men vit hava eisini økir í
Føroyum, har vatnhitalagið er mált at vera um 20o C.
Nevndu heitu boringar eru allar máldar í sambandi við jarðhitaboringar, og enn eru ongar royndir
gjørdar at bora eftir heitum vatni beinleiðis. Jarðfeingi hevur ætlanir um jarðfrøðiligar kanningar,
har endamálið er at finna heitt vatn til orkunýtslu. Undirritaði fekk í fíggjarlógini fyri 2022 eina
stuðulsjáttan á 1,8 mió.kr. til verkætlanir til alternativa orku, soleiðis at verkætlanir og royndir
kunnu verða gjørdar. Kanningarnar hjá Jarðfeingi kunnu fíggjast av hesi játtanini.

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/3
Til nr. 2
Á landi í Føroyum eru trý hol borað niður um 500 metra dýpi. Boringarnar eita Vestmanna-1,
Lopra-1/1A og Glyvursnes-1.
Vestmanna-1 varð borað í 1980 og er 660 metrar djúp. Lopra-1/1A varð borað í Lopra árið eftir
og var tá 2.178 metrar djúp. Boringin í Lopra varð í 1996 dýpd niður á 3565 metra dýpi.
Glyvursnes-1 varð borað í 2002 og er 700 metrar djúp.
Hesar tríggjar boringarnar hava útvegað henta vitan, m.a. um hitalagið niður á 3.565 metra dýpi.
Í Vestmanna og Lopra eru eisini kanningar gjørdar, sum vísa, hvussu hitin ferðast í
basaltløgunum.
Til nr. 3
Kostnaðurin av at bora í undirgrundina veksur við dýpdini, men hann veksur ikki javnt. Hóast
tað bara kostar 130.000 kr. at bora eitt jarðhitahol niður á 400 metra dýpi, so kostar tað heilar 8-
10 mió. kr. at bora eitt jarðhitahol niður á 1.000-1.200 metra dýpi.
Hava vit royndirnar frá grynri jarðhitaholum í huga, so ber neyvan til at pumpa stórar nøgdir av
heitum vatni upp úr einum tilvildarliga staðsettum jarðhitaholi, sama um talan er um artesiskar
boringar ella ikki. Men verður í hendinga føri rakt við eina munandi vatngoymslu í
undirgrundini, sum gjørt varð í sambandi við eina jarðhitaboring á Lygnnesi í Kollafirði, so
kunnu munandi nøgdir av heitum vatni vinnast úr einum einstøkum djúpum jarðhitaholi.
Jarðfeingi sigur, at skulu vit vaksa um sannlíkindini fyri at raka við munandi vatngoymslur í
undirgrundini, tørvar okkum meira gransking í, hvar grundvatnið situr, og hvussu tað flytur seg.
Við slíkari vitan ber til at rokna staðsetingina av boringunum nágreiniliga út heldur enn at áseta
hana tilvildarliga.
Ein háttur, sum brúktur verður aðrastaðni í heiminum til at vaksa um nøgdina av vatni í umferð í
eini jarðhitaskipan við djúpum jarðhitaholum, er at bora eitt líka djúpt hol nakað frá tí fyrra, sum
hevur samband við tað fyrra holið í dýpinum. Gjøgnum tað seinna holið ber so til at pumpa
niðurkølt vatn niður aftur í undirgrundina, har tað kann verða hitað upp aftur, áðrenn tað aftur
verður pumpað upp gjøgnum tað fyrra holið.
Til nr. 4
Tað veldst um, hvussu hitaloysnin í sambandi við eitt ella tvey slík 1.000-1.200 metrar djúp hol
verður sett saman, hvussu nógv vatn fæst í umferð, og hvussu heitt vatnið er.
Siga vit, at líka nógv vatn er í umferð í skipanini, sum rennur upp á Lygnnesi í Kollafirði, t.e.
umleið fýra litrar um sekundið, og at hitin á vatninum er um 40o C, sum roknast kann við á
1.000-1.200 metra dýpi, so ber í fyrstu syftu til at hita um 100 hús við vatninum uttan at brúka
hitapumpur.
Verður tað heita vatnið, sum tá er um 30 o C, síðan leitt víðari í eina skipan við hitapumpum –
eina felagsskipan, har ein ella nakrar fáar hitapumpur eru til fleiri hús, ella eina desentrala
skipan, har ein hitapumpa er til hvørt hús – so ber til at hita eini 200 hús afturat við sama vatni
og við sera høgum effektiviteti, t.e. við lítlari streymnýtslu í hitapumpunum, av tí at vatnið
framvegis er heitt.
Kostnaðurin fyri hvørt av teimum 300 húsarhaldunum av íløguni í tvey djúp jarðhitahol er í
hesum døminum minni enn 200 kr. um mánaðin (tá er íløgan avskrivað eftir 20 árum, sum er lágt
sett). Aftur at kostnaðinum av sjálvari íløguni skulu húsarhaldini rinda fyri streymnýtsluna hjá

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
3/3
pumpunum, sum halda vatnið í umferð í skipanini, og hitapumpunum. Kostnaðurin av hesum
verður undir øllum umstøðum minni enn samsvarandi kostnaðurin hjá einum miðal sethúsum við
einum grunnum jarðhitaholi. Hetta tí at vatnið úr teimum djúpu jarðhitaholunum, sum fer inn í
hitapumpurnar, er munandi heitari enn løgurin í skipanum við grunnum jarðhitaholum, hóast
vatnið frammanundan er brúkt til at hita 100 sethús uttan hitapumpur.
Samanumtikið kann sigast, at djúp jarðhitahol sannlíkt kunnu brúkast til at hita rættiliga stór
grannaløg upp, og at talan saktans kann gerast um ta bíligastu loysnina at hita bygningar upp.
Til nr. 5
Tað hoyrir eyðsæð við til tey nevndu tølini, at jarðhiti kann gerast ein týdningarmikil partur av tí
grøna orkuskiftinum.
Til ber at hita meginpartin av bygningum í Føroyum upp við jarðhita. Tað krevur bara nakað av
streymi, sum kann framleiðast úr varandi orkukeldum. So kunnu allir føroyingar sita heitir, uttan
at ein einasti litur av olju verður innfluttur í tí sambandi.
Skal jarðhitin kunna gagnnýtast betur enn í dag, sum helst verður neyðugt, krevjast eisini aðrar
loysnir enn tann mest brúkta loysnin í dag við einum jarðhitaholi til hvørji sethús.
Summi grunn jarðhitahol (2-400 metrar), serliga tey heitu artesisku, har flótt vatn rennur upp av
sær sjálvum, kunnu hita fleiri hús upp. Í einum dømi 25 hús, í einum øðrum 75 hús, og í einum
triðja dømi kann eitt einstakt artesiskt jarðhitahol hita heilt upp í 170 hús upp. Men slík serliga
orkurík grunn jarðhitahol verða í dag viðgjørd á júst sama hátt sum øll onnur hol og brúkt til at
hita bara eini hús. Hetta er neyvan skynsamt.
Felags jarðhitaloysnir, har fleiri bygningar brúka somu loysn, eru natúrliga tað næsta stigið í
jarðhitamenningini, eisini orkuútvinning úr djúpari jarðhitaholum enn teimum vanligu 2-400
metrar djúpu.
Tað er kanska ikki so skilagott, at tað almenna beinleiðis fer undir at bora niður á heitt vatn,
serliga ikki, um privat feløg eru før fyri at loysa uppgávuna í fríari kapping.
Men tað almenna má í hvussu er átaka sær leiklutin at samskipa millum bólkar av borgarum, sum
búgva í einum øki, og privatar veitarar av jarðhitaloysnum, so at øll stigini frá hugskoti til rakstur
av eini felags jarðhitaloysn koma í trygga legu. Eisini er neyðugt at hava í huga, at felags
orkuloysnir fyri fleiri bústaðir í einum øki, eru lættast at samskipa, um kommunan leggur upp
fyri slíkum ætlanum í sambandi við útstykking.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 8. apríl 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
156.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Justinussen - Heitt vatn í undirgrundini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Heitt vatn í undirgrundini
Spurningar:
1. Hvørjar upplýsingar hevur landsstýrismaðurin um, hvar í Føroyum heitt vatn
er at finna í undirgrundini?
2. Hvørjar royndir eru gjørdar at bora djúpt, eitt nú frá 500 og niður á 1000
metrar?
3. Hvussu nógv kostar tað at bora 1000 metrar niður og at fáa heita vatnið upp?
4. Hvussu mong húsarhald kunnu við einum slíkum jarðholi í miðal gagnnýta
heita vatnið?
5. Heldur landsstýrismaðurin tað vera eitt gott hugskot, at tað almenna borar
niður á heitt vatn og letur føroyingum í nærumhvørvinum atgongd til heitu
keldurnar?
Viðmerkingar:
Fleiri velja at fáa sær jarðhita. Í fleiri førum er rakt við heitar vatnkeldur, tá borað
verður fyri jarðhita. Á heimasíðu Jarðfeingis stendur soleiðis um jarðhitaboringar:
«Síðani á sumri 2018 er hitin í vatninum máldur í umleið 400 jarðhitaboringum kring
allar Føroyar. Sigast kann, at jarðhitavøksturin í føroysku undirgrundini sum heild
hækkar umleið 3oC pr. 100 metrar. Hóast hetta vísa mátingar, at fjølbroytni er í
jarðhitavøkstrinum á ymisku støðunum í Føroyum.»
Við vitanini hjá Jarðfeingi hækkar hitin í miðal 30 stig fyri 1000 metrar. Um
keldurnar geva so mikið av varandi vatni við varandi hita, at tær kunnu hita hús, vildi
hetta verið ein alternativ orkukelda, sum kundi minkað um oljunýtsluna.
Á Løgtingi, 28. mars 2022
Bill Justinussen

-- 1 of 1 --