← Løgtingsmál

52-155/2021

Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. apr. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
155.21 Svar frá J.a. Rana til E.Samuelsen - miðnám.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. apr. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 6. apríl 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-91
Svar
upp á
skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-155/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu,
settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um skapandi
fyrireikingarbreyt á Glasi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Við hvørjum treytum hevur landsstýrismaðurin góðkent skapandi fyrireikingarbreytina
á Glasi?
2. Er 18 ára aldursmarkið, ið treytar upptøku á fyrireikingarbreyt, broytt fyri alla
fyrireikingarbreytina, ella er hetta bara galdandi fyri skapandi breytina?
3. Er námsætlanin fyri handaliga partin nýggj ella partur av verandi útbúgvingarskipan og
um ja, hvørjari?
4. Er útbúgvingin góðkend sum atgongd til víðari lestur so sum design, námsfrøði og
læraraútbúgving?
5. Nær er søkt um at fáa útbúgvingina og nær er útbúgvingin góðkend av
landsstýrismanninum?
6. Er meting gjørd av tørvinum á nýggju útbúgvingini?
7. Er ætlan um at endurskoða og dagføra breytaskipanina?
8. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fleiri nýggjar útbúgvingar á øðrum
miðnámsskúlum?
Svar
Til 1: Royndarvirksemi er góðkent við heimild í § 37 í løgtingslóg nr. 62 frá 2012 um gymnasialar
miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015. Svarskriv
er sent Glasi við treytum um:
- Námsætlanir, próvtøkuleist, próvsnið, fígging innan egið virksemi, upptøku,
eftirmetingarleist, undirtøku og fráboðan.
Harumframt hevur Glasir eftir áheitan frá Undirvísingarstýrinum framt ávísar rættingar í BU, Bv3
og lærugreinasamansetingini. Hetta fyri at tryggja, at talan er um fullfíggjað prógv frá
fyrireikingarbreytini (HF). Heitt var á Undirvísingarstýrið at hava eftirlit við, at treytirnar, ið
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sett Glasir, verða fylgdar.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Til 2: Í umsóknini verður biðið um frávik frá aldursmarkinum til Skapandi Fyrireikingarbreyt, og
hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið játtað hesum, galdandi fyri hesa útbúgving.
Til 3: Yrkisparturin er samansettur av pørtum av yrkislærugreinum frá útbúgvingunum innan
Tilvirkisatstøði og Klædnaatstøði, og tær fylgja hesum námsætlanum.
Til 4: Skapandi fyrireikingarbreytin er góðkend sum atgongd til hægri lestur, á sama støði sum
fyrireikingarbreytin annars. Hesir næmingar fáa fult prógv, sum gevur somu møguleikar, sum eitt
vanligt prógv frá vanligu Fyrireikingarbreytini. Hvørt næmingar annars lúka upptøkukrøv til onkra
serstaka útbúgving, kann stundum eisini verða ein spurningur um serstøk upptøkukrøv, og ella
vísandi til spurningin, um ta upptøkuroynd, ið er krav á summum hægri útbúgvingum innan
sniðgeving.
Til 5: Umsókn frá Glasi um royndarverkætlan kom á fyrsta sinni til Uttanríkis- og mentamálaráðið
tann 5. juli 2019. Síðani varð málið viðgjørt í Undirvísingarstýrinum og Uttanríkis- og
mentamálaráðnum í samskifti við skúlan, og niðurstøðan var, at ávísar tillagingar skuldu gerast,
og at Glasir skuldi venda aftur við dagførdari umsókn. Fundur millum partarnar var so aftur seint
í heyst, áðrenn dagførd umsókn varð send. Seinna umsóknin er dagfest 15. desember 2021, og 20.
desember 2021 tók Uttanríkis- og mentamálaráðið avgerð um at loyva skúlanum at fara undir hetta
royndarvirksemi við einari skapandi breyt á sumri 2022, undir teimum treytunum, ið eru nevndar
omanfyri, í svarinum til 1. spurning.
Til 6: Vit samskifta javnan við miðnámsskúlarnar um tilgongdina til ymisku útbúgvingarnar, og
meta vit í tí sambandi eisini um tørvin á nýggjum útbúgvingum. Í hesum ítøkiliga føri mettu vit,
at skapandi fyrireikingarbreytin á Glasir var ein áhugaverd royndarverkætlan, sum kundi geva
møguleika fyri at ganga nýggjar leiðir, eisini í mun til tættari samstarv ímillum yrkisøkið og
gymnasiala økið.
Til 7: Tað fyriliggur ikki nøkur ítøkilig ætlan um at endurskoða og dagføra breytaskipanina.
Til 8: Frá ymisku miðnámsskúlunum koma onkuntíð hugskot til nýggjar útbúgvingar, og viðgera
vit tey so hvørt sum ítøkiligar umsóknir koma inn til ráðið. Eg kann í hesum sambandi leggja
afturat, at umframt nýggju skapandi fyrireikingarbreytina á Glasir, verður í løtuni eisini fyrireikað
ein alaraútbúgving í Vestmanna, og triði parturin av kokkaútbúgvingini á Tekniska Skúla í
Klaksvík.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
155.21 Spurningur til J.a. Rana frá E.Samuelsen - miðnám.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi
Spurningar:
1. Við hvørjum treytum hevur landsstýrismaðurin góðkent skapandi fyrireikingarbreytina á
Glasi?
2. Er 18 ára aldursmarkið, ið treytar upptøku á fyrireikingarbreyt, broytt fyri alla
fyrireikingarbreytina, ella er hetta bara galdandi fyri skapandi breytina?
3. Er námsætlanin fyri handaliga partin nýggj ella partur av verandi útbúgvingarskipan og
um ja, hvørjari?
4. Er útbúgvingin góðkend sum atgongd til víðari lestur so sum design, námsfrøði og
læraraútbúgving?
5. Nær er søkt um at fáa útbúgvingina og nær er útbúgvingin góðkend av
landsstýrismanninum?
6. Er meting gjørd av tørvinum á nýggju útbúgvingini?
7. Er ætlan um at endurskoða og dagføra breytaskipanina?
8. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fleiri nýggjar útbúgvingar á øðrum
miðnámsskúlum?
Viðmerkingar:
Nú næmingar kundu søkja inn á miðnám, lýsti Glasir við nýggjari 3 ára miðnámsútbúgving. Hon
bleiv nevnd skapandi fyrireikingarbreyt. Lýst varð við, at hetta er ein 3 ára útbúgving, har
næmingurin fær møguleika at arbeiða bókligt og handaligt innan eitt nú design.
Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til miðnám annars – 9. ella 10. floksprógv.
Higartil hava upptøkutreytirnar til fyrireikingarbreytina verið, at næmingurin er fyltur 18 ár í
seinasta lagi 31. desember tað árið, ið næmingurin byrjar útbúgvingina.
Verandi miðnámsskipan hevur hesar breytir: hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt,
búskaparbreyt, tilfeingisbreyt og tøknibreyt. Nú kemur so skapandi fyrireikingarbreytin.
Spurningurin er, hvussu nógvar breytir, ið tørvur er á og um fleiri breytir fjøltátta
útbúgvingarskipanina ella spjaða næmingatilgongdina. Eisini er spurningurin, um verandi
breytaskipan ikki hevur tørv á eini endurskoðan og dagføring. Skipanin er stórt sæð óbroytt síðan
byrjan í 2013.
Hesin fyrispurningur verður settur fyri at fáa upplýst um ætlanirnar við nýggjum útbúgvingum á
miðnámi.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 25. mars 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 2 of 2 --