52-154/2021
Rørslutarnað og busssteðgistøð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
154.21 Svar frÁ U.Rasmussen frá J. Joensen - rørslutarnað.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 7. apríl 2022 J. nr.: 22/06490 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-154/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um rørslutarnað og busssteðgistøð Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur arbeiðið at gera busssteðgistøðini í Føroyum klár til nýtslu hjá rørslutarnaðum? 2. Er tað sambært lóg og reglum, at rørslutarnað ikki sleppa at koyra við Bygdaleiðum, um vindmegin er omanfyri 15 m/sek? 3. Er tað í lagi, at vit í Føroyum gera mun á borgarum eftir vindstyrki? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at finna eina loysn, so allir borgarar eru javnsettir at nýta almennu bussleiðirnar? Svar til spurning 1 Tað var eitt krav í sambandi við, at bussleiðin varð boðin út av nýggjum, og nýggir sáttmálar skuldu gerast við privatu busseigararnar (gjørdir í 2020), at rørslutarnað skuldu kunna nýta bussarnar, og bussarnir tessvegna skuldu hava lyftu. Landsstýrismaðurin heitti í septembur 2021 á Strandfaraskip landsins og Landsverk um saman við kommunum at kanna umstøðurnar við busssteðgipláss og at gera eina ætlan fyri, hvussu busssteðgiplássini kunnu betrast við landsvegir, soleiðis at rørslutarnað skulu hava góðar umstøður at ferðast. Landsverk og Strandferðslan hava samskift um málið, men er arbeiðið ikki farið í gongd. Svar til spurning 2 og 3 Strandferðslan hevur ábyrgdina fyri, at ferðafólk kunnu ferðast trygt við bussum og skipum, at starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður, og at skaði ikki kemur á flutningsfør. Vágametingar eru gjørdar av havnum og skipum, og hevur Strandferðslan eina trygdarætlan fyri busskoyring í ringum veðurlíkindum. Eftirlit er við kringumstøðunum á øllum farleiðum á sjógvi og landi. Er til dømis ov nógvur vindur, tekur stovnurin altíð trygdina framum onnur atlit og avmarkar tænastur ella avlýsir ferðir á viðkomandi leiðum. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Strandferðslan vísir á, at nógv steðgipláss, har tað skal skiftast millum bussar, eru ov lítil og ikki vard móti vindi og regni. Tá ið rørslutarnað skulu flyta millum bussarnar, er tað ikki vandaleyst, og er onkur óheppin støða komin fyri. Strandferðslan og bussfeløgini hava tí sett eitt trygdarmark fyri, nær tað er forsvarligt at ferðast. Miðal vindmegi omanfyri 15 m/sek er ásett sum mark, men tað verður mett út frá umstøðunum við steðgiplássið sum heild, um tað er forsvarligt at ferðast. Samanumtikið er einki ásett í reglugerð hjá Strandferðsluni um avmarkingar hjá rørslutarnaðum at ferðast við bussleiðini. Strandferðslan kann gera nærri ásetingar um tað og eisini kanna, um tiltøk kunnu setast í verk at tryggja rørslutarnaðum betri atkomuviðurskifti. Svar til spurning 4 Landsstýrismaðurin hevur, sum kunnugt, heitt á Strandfaraskip landsins og Landsverk um saman við kommununum at gera eina ætlan fyri, hvussu busssteðgiplássini kunnu betrast á høvuðsvegakervinum. Stórur partur av vegakervinum er kommunalur, og hava Landsverk og kommunur samstarvað um busssteðgipláss, eitt nú um staðseting og tekniskar loysnir. Landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta málsøkið frammarlig og virka fyri, at neyðug játtan verður til endamálið, soleiðis at øll kunnu ferðast trygt og væl um alt landið. Tinganes, 7. apríl 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
154.21 Spurningur til U.Rasmussen frá J. Joensen - rørslutarnað.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Rørslutarnað og busssteðgistøð Spurningar: 1. Hvussu gongur arbeiðið at gera busssteðgistøðini í Føroyum klár til nýtslu hjá rørslutarnaðum? 2. Er tað sambært lóg og reglum, at rørslutarnað ikki sleppa at koyra við Bygdaleiðum, um vindmegin er omanfyri 15 m/sek? 3. Er tað í lagi, at vit í Føroyum gera mun á borgarum eftir vindstyrki? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at finna eina loysn, so allir borgarar eru javnsettir at nýta almennu bussleiðirnar? Viðmerkingar: Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur, at koyristólsbrúkarar ikki kunnu brúka bussleiðinar, tá vindmegin er omanfyri 15 m/sek. Hetta merkir, at eingin við rørslutarni kann brúka Bygdaleiðir meginpartin av vetrarhálvuni, tí tá er vindmegin omanfyri 15 m/sek dagliga. Tí er viðkomandi at spyrja, hví mismunur verður gjørdur á fólki í almennu busstænastuni. Umstøðurnar gera, at m.a. skúlanæmingar við rørslutarni mugu koyrast til og frá skúla við privatum bilum. Vinir, kenningar og familjan mugu traðka til. Í einstøkum føri hevur skúlin syrgt fyri koyring til og frá skúlanum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur landstýrimanninum. Á Løgtingi, 25. mars 2022 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --