52-153/2021
Sjúkrahús og plásstrot
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar upp á fyrispurning nr. 52-153-2021 eftir §52a í tingskipanini um sjúkrahús og plásstrot frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni .pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 6. apríl 2022 HMR j. nr. 22/06485-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-153/2021 eftir §52a í tingskipanini um sjúkrahús og plásstrot frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar hava verið noyddir at liggja á 2. sjúkrahúsum í Føroyum seinasta árið, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum ? 3. Hvussu er býtið millum Suðuroyar Sjúkrahús, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið í hesum sambandi? Svar: Til spurning 1 og 2 Sjúkrahúsverkið ger regluliga upp hagtøl fyri sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, men framhaldandi eru innlagdir, tí ikki ber til at útskriva teir. Sí talvur 1 og 2, sum vísa samlaða seingjadagatalið fyri 2021 og fyrsta ársfjórðing í 2022. Talva 1: Seingjardagar 2021, býttir á stað. -- 1 of 4 -- Talva 2: Seingjardagar 1. ársfjórðing 2022, býttir á stað. Í 2021 var talan um 65 borgarar, sum vóru innlagdir í samanlagt 2243 dagar, eftir at viðgerðin var endað. Í 2022 er talan um 30 borgarar, sum higartil hava verið innlagdir í samanlagt 583 dagar, eftir at viðgerðin er endað. Á Suðuroyar sjúkrahúsi var talan um 12 borgarar í 2021 og 9 borgarar higartil í 2022. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi var talan um 11 borgarar í 2021 og 1 borgara higartil í 2022. Á Landssjúkrahúsinum var talan um 42 borgarar í 2021 og 20 borgarar higartil í 2022. Sjúkrahúsverkið ger ikki hagtøl yvir, hvørjar orsøkirnar eru til, at sjúklingarnir ikki kunnu útskrivast, eftir at viðgerðin á sjúkrahúsi er liðug. Tí ber ikki neyvt til at siga, hvussu nógvir av borgarunum liggja á sjúkrahúsunum, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum. Til ber tó at hyggja uppá aldursbýtið, yngri enn 67 ár og 67 ár ella eldri, sum kann geva eina ábending um, hvørt borgarin hoyrir til eldraøkið ella til almannaøkið. Sí talvur 3 og 4, sum vísa aldursbýtið á borgarunum. -- 2 of 4 -- Talva 3: Seingjardagar 2021, býttir eftir aldri. Talva 4: Seingjardagar 1. ársfjórðing 2022, býttir eftir aldri. -- 3 of 4 -- Tað eru ymiskar orsøkir til, at borgarar ikki kunnu útskrivast, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi. Talan kann millum annað vera um: • Bíðitíð eftir umlættingar/røktarheimsplássi • Borgarin er ikki førur fyri at vera heima • Øktur tørvur, so broytingar skulu gerast í heiminum • Broyttur tørvur í mun til bútilboð • Øktur tørvur á stuðli • Ikki tøkar ressursir á eldraøkinum • Manglandi tilboð frá Almannaverkinum • Borgarin hevur ongan bústað • Borgarin ynskir ikki ta hjálp, sum Almannaverkið bjóðar Heilsumálaráðið, 6. apríl 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 4 of 4 --
153.21 Spurningur til K.L.H.Johannesen frá B.Hammer - Sjúkrahús og plásstrot.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Sjúkrahús og plásstrot Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar hava verið noyddir at liggja á sjúkrahúsum í Føroyum seinasta árið, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum? 2. Hvussu er býtið millum Suðuroyar Sjúkrahús, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið í hesum sambandi? Viðmerkingar: Tað er ein stór samfelagslig avbjóðing, at starvsfólkatrotið ger, at sengur standa tómar á m.a. eldraheimum. Hetta eru pláss, sum kundu verið brúkt til fólk, sum hava tørv á teimum. Tað er eisini ein stór samfelagslig avbjóðing, tá pláss ikki eru tøk til føroyingar, sum hava tørv á teimum á eldraheimum og sambýlum. Harumframt eiga sjúkrahúsini ikki at vera til at hýsa borgarum, sum hava tørv á varandi røkt og kunnu búgva aðrastaðni. Sjúkrahúsið er til sjúk fólk. Tað kann ikki sigast at vera virðiligt at búgva á einum sjúkrahúsi eftir, at viðgerðin er liðug. Tað er umráðandi at vita, hvussu nógvir føroyingar verða noyddir at verða verandi á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á eldraheimum og sambýlum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 25. mars 2022 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --