52-152/2021
Umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar upp á § 52 a fyrispurning settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um umlættingar- og dagtilboð í summarfr.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 1. apríl 2022 Mál: 22/06134 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 52-152/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-152/2021 frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Hví steingja umlættingar- og dagtilboð hjá Almannaverkinum í tríggjar vikur hvørt summar? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at játta neyðuga peningin til, at tilboðini kunnu vera tøk í summarfrítíðini hjá teimum, sum hava tørv á tilboðunum? Til nr. 1 Orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð hjá Almannaverkinum steingja í nakrar vikur hvørt summar eru fleiri, bæði fíggjarligar, fakligar og viðvíkjandi starvsfólkaorku. Fíggjarliga er neyðugt at taka atlit til rásarúmið fyri tænastunum. Við at steingja nakrar vikur um summarið er størri fíggjarlig orka til tænasturnar restina av árinum. Tó er tað eisini soleiðis, at tænasturnar verða víðkaðar um summarið. M.a. skúlar stongja í nógvar vikur um summarið, og tá hava tænastur, sum annars hava opið hálvan dag, verið víðkaðar til at hava opið allan dagin, við undantaki av teimum 3-4 vikunum, har tænasturnar eru stongdar. Fakliga er eisini neyðugt at steingja tilboðini nakrar vikur um summarið. Tey børn og ungu, sum brúka tænasturnar, hava ofta samansettan tørv, at tað krevur serligan fakligan kunnleika til støðuna hjá tí einstaka, fyri at tænastan kann vera á einum støði, sum er fakliga nøktandi. Neyðugt er at hava roynd og kend starvsfólk til hesar tænastur, tí fleiri av børnunum og teim ungu tola illa, at tað eru ókendir frítíðaravloysarir, sum skulu vera um tey. Eisini er tað ein sannroynd, at tað er trupult at finna frítíðaravloysarar innan trivnaðarøkið sum heild, so tað hevði í flestu støðum als ikki borið til at havt opið alt summarið. Skulu tænasturnar hava opið við verandi starvsfólki alt summarið, fer feria hjá starvsfólkunum at ávirka tænastuna í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar einstøku vikurnar, har tilboðini eru stongd. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Til nr. 2 Landsstýrismaðurin arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar á almannaøkinum. Landsstýrismaðurin er tó ikki vísur í, at tað er tað einasta, sum skal til fyri at bøta um støðuna, at játta meira pening til økið, tá ið tað er so trupult at fáa starvsfólk, sum tað eisini verður víst á í svarinum til fyrra spurningin. Hetta er ikki bara ein trupulleiki á almannaøkinum, men sum heild innan námsfrøðina og røktina. Almannamálaráðið 1. apríl 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
152.21 Spurningur S. E. Nolsø frá D. N. Joensen - Umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini Spurningar: 1. Hví steingja umlættingar- og dagtilboð hjá Almannaverkinum í tríggjar vikur hvørt summar? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at játta neyðuga peningin til, at tilboðini kunnu vera tøk í summarfrítíðini hjá teimum, sum hava tørv á tilboðunum? Viðmerkingar: Fleiri familjur verða raktar av, at Almannaverkið sparir umlættingar- og dagtilboðini burtur í summarfrítíðini. Hetta ger, at tað verður trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tey avvarðandi eru hart sperd og hava tørv á umlætting alt árið fyri at røkja sínar skyldur. Hava tey ikki tað, verða tey noydd til at fara av arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, sum kann vera sálarliga og fíggjarliga krevjandi. Fyrrverandi landsstýrismaðurin upplýsti í august í fjør, at ein meirjáttan á 5 mió. kr. skal til, um hesi tilboðini skulu vera tøk alt árið. Tá fevnir játtanin eisini um økta umlætting til borgarar við demenssjúku og umlætting til borgarar, sum standa á bíðilista. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 22. mars 2022 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --