52-151/2021
Talsfólk á brekøkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar upp á § 52 a fyrispurning settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um talsfólk á brekøkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 1. apríl 2022 Mál: 22/06130 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 52-151/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52- 151/2021 frá Eyðgun Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um talsfólk á brekøkinum Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum? 2. Um so er, nær kann væntast, at klárt er at seta talsfólkið? 3. Hvar verður talsfólkið staðsett? Til nr. 1 og 2 Ætlanin er at fara undir arbeiðið at fáa eitt talsfólk til brekpolitiska økið. Landsstýrismaðurin hevur sett hetta á skrá til komandi tingsetu. Áðrenn gongd er komin á arbeiðið við at fáa eitt brektalsfólk er tað ikki møguligt neyvt at siga, nær eitt talsfólk er klárt at seta, men landsstýrismaðurin hevur góðar vónir um, at hetta verður í 2023. Til nr. 3 Tað ber ikki til hjá landsstýrismanninum at siga nakað um, hvar talsfólkið verður staðsett áðrenn farið er undir arbeiðið. Almannamálaráðið 1. apríl 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 1 of 1 --
151.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá Ey. Samuelsen - Talsfólk á brekøkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Talsfólk á brekøkinum Spurningar: 1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum? 2. Um so er, nær kann væntast, at klárt er at seta talsfólkið? 3. Hvar verður talsfólkið staðsett? Viðmerkingar: Tað eru nú fleiri ár síðan, at MEGD ynskti, at eitt talsfólk verður sett at umboða borgarar, ið bera brek. MEGD hevur áhaldandi víst á, at okkum tørvar ein mannarættindastovn í Føroyum, ið kann hava eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Fyrsta stig er at seta eitt talsfólk á brekøkinum. Vit hava m.a. lógina um almannatrygd og tænastur, ið tekur støði í prinsippunum í breksáttmálanum um sjálvsavgerðarrættin. Henda lógin er farin at virka, og tí er tað eisini tiltrongt at fáa sett talsfólkið. Talsfólkið kann vísa á manglar og rættindi hjá fólkum, ið bera brek, og harvið gera vart við, hvørjar tænastur mangla. Samgonguskjalið hjá hesari samgonguni hevur ásetingar um hetta, men ivi hevur verið um, hvar uppgávan liggur og hjá hvørjum landsstýrisfólki. Í fjør var uppgávan staðsett hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum. Tað hevur stóran týdning, at talsfólkið er óheft av útinnandi myndugleikanum. Fyri at fáa staðfest, hvussu langt hetta málið er komið, og nær talsfólkið verður sett, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 22. mars 2022 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --