52-150/2021
Møguligar sparingar í Almannaverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
150.21 Svar frá S. E. Nolsø til S. Stenberg - Møguligar sparingar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 4. apríl 2022 Mál: 22/06154-6 Tygara Skriv: Viðgjørt: Nr. 52-150/2021 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-150/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um møguligar sparingar í Almannaverkinum Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar ? 2. Um ja hvørjar? 3. Hvørja ávirkan hevur tað á virksemið í Almannaverkinum, at játtanin til Trivnaðartænastur varð skorin á fíggjarlógini við meira enn 5 milliónum kr.? Til nr. 1 Trivnaðartænastan í Almannaverkinum er undir stórum trýsti, og tí er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar í virkseminum. Hetta er neyðugt bæði í samband við at fáa sum mest burturúr játtanini og at gagnnýta starvsfólkaorkuna. Biðið er um eykajáttan til at umgangast at gera aðrar sparingar, sum hava stóra ávirkan á tænastuna. Til nr. 2 Arbeitt verður við at lata eitt sambýli aftur, har borgararnir verða fluttir í annan bústað. Umframt at meira fæst fyri minni við hesi avgerð, so er endamálið eisini at veita eina betri tænastu til húsfólkið, ið flytur. Eins og undanfarin ár verður umlættingin avmarkað í summarferiuni. Harumframt metir Almannaverkið, at tað er neyðugt at skerja umlættingina yvirhøvur. Hetta er ein liður í at fáa eina javnari tænastu um alt landið, men harumframt er tíverri eisini neyðugt at lækka tænastustigið nakað. Stuðulstænastan verður endurskoðað, við tí endamáli at fáa sum mest burturúr játtanini. Roynt verður at minka um útreiðslur til annan rakstur so sum viðlíkahald til bygningar, har virksemið hjá Trivnaðartænastum er. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Til nr. 3 Tað hevur stóra ávirkan, og tí er í uppskoti til eykajáttan, sum júst er latið Løgtinginum, biðið um hægri játtan til endamálið. Orsakað av, at verandi virksemi er vorðið dýrari enn mett var í fíggjarlógarviðgerðini, er stórur partur av eykajáttanini til verandi brúkara í skipanini, soleiðis at tað verður lítið rúm fyri at taka nýggjar brúkarar inn í skipanina, uttan at hetta ávirkar tænastustigið munandi. Almannamálaráðið, 4. apríl 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
150.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá S. Stenberg - Møguligar sparingar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Møguligar sparingar í Almannaverkinum Spurningar: 1. Er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar ? 2. Um ja hvørjar? 3. Hvørja ávirkan hevur tað á virksemið í Almannaverkinum, at játtanin til Trivnaðartænastur varð skorin á fíggjarlógini við meira enn 5 milliónum kr? Viðmerkingar: Í fíggjarlógini fyri 2022 varð ein sparing upp á góðar 5 milliónir kr. gjørd á Trivnaðartænastum í Almannaverkinum. Enn hava vit ikki frætt, hvussu tað ber til at spara hesa upphædd, men neyvan slepst undan at gera sparingar og tillagingar tá ið so stór upphædd skal finnast á einum øki, sum frammanundan er spert. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin, so Løgtingið fær upplýst, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri virksemið, at játtanin varð skerd. Á Løgtingi, 22. mars 2022 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --