52-149/2021
Kampusætlan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. apr. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
149.21 Svar frá J. av Rana til B. K. Petersen - Kampusætlan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 24. mars 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08503-22 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-149/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um kampusætlanina, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mun til ætlanina um eitt savnað kampusøki í samsvari við kampusætlanina frá 2018? 2. Er landsstýrismaðurin í ferð við at seta í verk kampusætlanina frá 2018? 3. Nær kunnu vit vænta eitt liðugt kampusøki? Svar Til 1 og 2: Kampusbólkurin er farin undir at fyrireika eina arkitektakapping fyri eitt universitetskampus, sum tekur støði í kampusætlanini frá 2018. Arkitektakappingin er um ein høvuðsbygning, sum skal verða miðsavnandi fyri alt Fróðskaparsetrið, og um, hvussu alt økið endaliga skal skipast. Bólkurin viðger í løtuni, um skilabest er at gera hetta til tvær serstakar kappingar, ella um arkitektakappingin skal fevna um bæði høvuðsbygning og um skipanina av økinum, alt um somu leið. Á Løgtingsfíggjarlógini 2022 eru 5 mió. settar av til hetta arbeiði. Somuleiðis eru samráðingar í gongd við Tórshavnar kommunu, sum eigur part av matriklinum á Venjingarskúlanum, har kampusøkið ætlandi skal verða. Gongd er eisini í hesum málinum. Til 3: Tað er ilt at siga, nær kampusøkið endaliga stendur liðugt, tí at ætlanin er at byggja kampusøkið í stigum. Fyrsta stig í hesum sambandi er at yvirtaka og síðan at seta í stand Venjingarskúlan, so at fleiri partar av Fróðskaparsetri Føroya kunnu húsast í sama bygningi. Harnæst verður farið undir at byggja. Arkitektakappingin verður væntandi útskrivað í ár. Jenis av Rana landstýrismaður -- 1 of 1 --
149.21 Spurningur til J. av Rana frá B. K. Petersen - kampusætlan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Kampusætlan Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mun til ætlanina um eitt savnað kampusøki í samsvari við kampusætlanina frá 2018? 2. Er landsstýrismaðurin í ferð við at seta í verk kampusætlanina frá 2018? 3. Nær kunnu vit vænta eitt liðugt kampusøki? Viðmerkingar: Í desember 2018 varð ein strategisk kampusætlan gjørd, og varð handað Mentamálaráðnum í februar 2019. Kampusætlanin tekur hædd fyri bæði verandi og framtíðar tørvi hjá útbúgvingar- og granskingarøkinum í Føroyum, og fyri at røkka málinum um at menna eitt altjóða kappingarført Fróðskaparsetur, er neyðugt at savna alt virksemi í eitt øki. Strategiska kampusætlanin er ein liður í tilgongdini at fáa eitt tíðarhóskandi undirvísingar- og granskingarumhvørvi. Kampusøkið skal eftir ætlan vera ein savnandi miðdepil fyri lesandi, undirvísarar og granskarar í Føroyum. Á Løgtingi, 22. mars 2022 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --