52-148/2021
Almennar bussleiðir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
148.21 Svar fra U. Rasmussen til J. Joensen - Almennar bussleiðir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. apr. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 2. apríl 2022 J. nr.: 22/05909 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-148/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um almennar bussleiðir. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er málsetningur settur um, hvussu nógv fólk skulu nýta almennu bussleiðirnar í Føroyum? 2. Hevur príslegan í dag ávirkan á nýtsluna? 3. Hvørji átøk kundi mann gjørt í stutt tíðarskeið, soleiðis at fleiri fara at nýta almennu bussleiðirnar í framtíðini? 4. Er ætlanin at seta hægri príslegur til útlendsk ferðafólk í verk, nú summarið stundar til? Svar til spurning 1 Høvuðsendamálið við Bygdaleiðum er at veita eitt trygt og gott ferðasamband hjá øllum borgarum um alt landið, og at borgarar kunnu virka og búgva ymsastaðni. Strandferðslan hevur tó ikki nakran beinleiðis málsetning um júst, hvussu nógv fólk skulu ferðast við Bygdaleiðum, men fylgir við gongdini og kann gera tillagingar, um so er, at ov fá ella ov nógv fólk brúka eina farleið. Leggjast kann afturat, at bussarnir hjá Bygdaleiðum eru nýggir, og teir eru rúmligir og komfortablir. Nýggir sáttmálar vóru gjørdir í 2020, men fingu Bygdaleiðir eina torføra byrjan, tí korona herjaði tá. Tað eru einar 1.500 fráferðir um vikuna hjá Bygdaleiðum. Áðrenn korona vóru umleið 500 túsund ferðandi árliga við Bygdaleiðum. Í 2020 vóru bert 320 túsund ferðandi, og í 2021 vóru 405 túsund ferðandi. Sostatt er enn nakað eftir á mál, til fólk aftur ferðast líka nógv við Bygdaleiðum, sum áðrenn korona. Svar til spurning 2 Tað er sera bíligt at ferðast við Bygdaleiðum í Føroyum, so tað er ikki prísurin, ið heldur fólki aftur at ferðast við bussum. Til dømis kostar tað 950 krónur fyri eitt mánaðarkort fyri vaksin úr Norðoyggjum til Suðurstreymoy ella Vágoy. Um tú til dømis ferðast til og frá arbeiði við mánaðarkorti á leiðini, er prísurin minni enn 50 krónur um dagin fyri báðar vegir, umframt at til ber at fáa stuðul frá Taks til ferðing millum bústað og arbeiðspláss. Ein einvegis ferðaseðil úr Runavík til Gjáar kostar einans 20 krónur fyri vaksin. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Strandferðslan vísir á, at øll lesandi, ið fáa lestrarstuðul frá Studna, kunnu ferðast ókeypis millum heim og skúla. Hagtølini vísa, at tað í alt ov lítlan mun verður gagnnýtt. Ferðaseðlaprísirnir sum heild eru ikki hækkaðir í eini 15 ár. Inntøkurnar frá ferðaseðlum hava áður svarað til umleið ein triðing av rakstrarútreiðslunum hjá Bygdaleiðum. Seinastu tvey árini tó bert til ein fjórðing av rakstrarútreiðslunum. Svar til spurning 3 Havandi í huga góða busssambandi um landið, stóra kapasitetin á økinum og lága ferðaseðlakostnaðin kann tað kanska undra, hví ikki fleiri borgarar nýta Bygdaleiðir. Strandferðslan hevur áður roynt at marknaðarføra Bygdaleiðir og umhugsar eisini í løtuni at gera nýggj átøk fyri at fáa fleiri ferðafólk at nýta bussarnar. Tað er tó ein sannroynd, at ferðslumentanin hjá nógvum føroyingum byggir á koyring við egnum bili. Neyðugt er við hugburðsbroyting, um føroyingar í størri mun skulu brúka kollektiva ferðslu. Strandferðslan vísir á, at um summarið er størsti parturin av ferðafólki í bussunum útlendingar, ið eru vanir við at brúka kollektiva ferðslu. Tað er bíligari og umhvørvisvinarligari. Tí samstarvar Strandferðslan eisini við Visit Faroe Islands og kommunur um, at bygdaleiðir verða partur av framtíðar ferðavinnupolitikkinum. Svar til spurning 4 Ja, tað er ætlanin, at útlendsk ferðafólk skulu gjalda meira fyri at ferðast við Strandferðsluni. Til tað krevst at tillagingar verða gjørdar í billettskipanini, sum stovnurin arbeiðir við. Nær tað verður klárt er óvist. Tinganes, 02. apríl 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
148.21 Spurningur til U. Rasmussen frá J. Joensen - Almennar bussleiðir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Almennar bussleiðir Spurningar: 1. Er málsetningur settur um, hvussu nógv fólk skulu nýta almennu bussleiðirnar í Føroyum? 2. Hevur príslegan í dag ávirkan á nýtsluna? 3. Hvørji átøk kundi mann gjørt í stutt tíðarskeið, soleiðis at fleiri fara at nýta almennu bussleiðirnar í framtíðini? 4. Er ætlanin at seta hægri príslegur til útlendsk ferðafólk í verk, nú summarið stundar til? Viðmerkingar: Bygdaleiðir hava til uppgávu at flyta borgarar trygt og bíligt í Føroyum, soleiðis at allir borgarar í landinum fáa eina javna og góða tænastu, sum tey m.a. rinda fyri gjøgnum skattin. Tað er upplagt, at hesar tænasturnar eru góðar, tá oljuprísirnir eru methøgir, og brennievnið er sera dýrt. Vit hava eisini sæð í nýggjari frágreiðing um Strandferðsluna, at nýtslutalið á bussleiðunum bara liggur millum 10 og 40%. Tí er vert at umhugsa, um fleiri átøk kunnu gerast fyri at fáa fólk at nýta almennu bussleiðirnar meira enn í dag. Kríggið í Evropa hevur gjørt, at prísurin á brennievni eru hækkaður sera nógv. Tí kundi hugsast, at fleiri átøk í eitt avmarkað tíðarskeið kunnu gera, at fleiri fáa sær vanan at nýta tænastuna. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 17. mars 2022 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --