52-147/2021
Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
147.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Dahl - Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 28. mars 2022 HMR j. nr. 22/05825-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-147/2021 eftir §52a í tingskipanini um Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanina, frá Johan Dahl, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur Heilsuverk Føroya biðið um eitt skriftligt ella formligt tilboð frá Cambio upp á framhaldandi at brúka Cosmic sjúklingajournalskipanina, eftir uppsøgnina av samstarvsavtaluni og fram til ein onnur loysn er innkoyrd? - Um Heilsuverk Føroya hevur biðið um eitt slíkt tilboð, hevur Cambio svarað og í so fall kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør tann kostnaðurin er? - Um Heilsuverk Føroya ikki hevur biðið um eitt skrivligt tilboð um framhaldandi at brúka skipanina eftir uppsøgnina, er ætlanin so at biðja um eitt slíkt tilboð? 2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at seta í verk eina ætlan, sum skundar undir at fáa aðra sjúklingajournalskipan ístaðin fyri verandi skipan, soleiðis at heilsuverkið, í mest møguligan mun, verjir seg ímóti stórum óneyðugum eykaútreiðslum komandi árini? 3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um útskiftingina av Cosmic, t.v.s. hvør kann levera eina vælroynda og nøktandi sjúklingajournalskipan til heilsuverkið, sum evt. kann samkoyra við apotek, heilsurøkt/ eldrarøkt, almannaverk o.a., og hvat væntar landsstýrismaðurin, at ein slík íløga fer at kosta komandi árini og tilsamans? Svar: Til spurning 1 Sáttmálin við veitaran av talgildu heilsuskipanini – svenska fyritøkan Cambio - er formliga uppsagdur til 31. desember 2023. Sjúkrahúsverkið hevur í hyggju at leingja sáttmálan soleiðis, at vit kunnu brúka verandi skipan, til ein nýggj kemur ístaðin. Sjúkrahúsverkið metir, at tað kunnu ganga eini fýra ár til ein slík skipan er sett í verk, t.v.s. neyvan fyrr enn einaferð í 2025. Cambio hevur á fleiri fundum við Sjúkrahúsverkið gjørt greitt, at føroyska heilsuverkið kann brúka verandi útgávu av Cosmic, til vit eru komin á mál við at taka eina nýggja skipan í nýtslu. Sjúkrahúsverkið og Cambio hava avtalað at fara undir samráðingar um at leingja avtaluna um mánaðarskiftið apríl/mai í ár. -- 1 of 2 -- Til spurning 2 Tað hevur skund at fáa sett arbeiðið í verk við at útvega aðra skipan fyri Cosmic. Fyrireikingarnar eru í gongd. Fyrsta stigið er at skipa stýrisbólk og verkætlanarbólk við fakfólki til at gera kravfestingararbeiðið, og at fáa játtan til hetta arbeiðið. Til spurning 3 Tá kravfestingararbeiðið er klárt, verður uppgávan boðin út. Hvussu hon verður boðin út, ber ikki til at siga, fyrr enn kravfestingararbeiðið er liðugt. Ei heldur ber til at siga nakað um kostnaðin av at fáa til vega og verkseta nýggja talgilda heilsuskipan. Ein partur av kostnaðinum er íløgan í at keypa sjálva skipanina. Harumframt kann væntast ein munandi kostnaður til at installera og tillaga nýggju skipanina til aðrar skipanir í heilsuverkinum og aðrastaðni, umframt at flyta dátur frá verandi Cosmic skipan. Heilsumálaráðið, 28. mars 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
147.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Dahl - Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður heilsumálum Evni: Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanin Spurningar: 1. Hevur Heilsuverk Føroya biðið um eitt skriftligt ella formligt tilboð frá Cambio upp á framhaldandi at brúka Cosmic sjúklingajournalskipanina, eftir uppsøgnina av samstarvsavtaluni og fram til ein onnur loysn er innkoyrd? - Um Heilsuverk Føroya hevur biðið um eitt slíkt tilboð, hevur Cambio svarað og í so fall kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør tann kostnaðurin er? - Um Heilsuverk Føroya ikki hevur biðið um eitt skrivligt tilboð um framhaldandi at brúka skipanina eftir uppsøgnina, er ætlanin so at biðja um eitt slíkt tilboð? 2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at seta í verk eina ætlan, sum skundar undir at fáa aðra sjúklingajournalskipan ístaðin fyri verandi skipan, soleiðis at heilsuverkið, í mest møguligan mun, verjir seg ímóti stórum óneyðugum eykaútreiðslum komandi árini? 3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um útskiftingina av Cosmic, t.v.s. hvør kann levera eina vælroynda og nøktandi sjúklingajournalskipan til heilsuverkið, sum evt. kann samkoyra við apotek, heilsurøkt/ eldrarøkt, almannaverk o.a., og hvat væntar landsstýrismaðurin, at ein slík íløga fer at kosta komandi árini og tilsamans? Viðmerkingar: Felagið Cambio, ið er veitari av Cosmic elektronisku sjúklingajournalskipanini hjá føroyska heilsuverkinum, hevur sagt samstarvið upp við einari freist upp á einans tvey ár. At skifta eina sjúklingajournalskipan til heilsuverkið er sera umfatandi og ein long tilgongd, sum kann væntast at taka meira enn 2 ár. Tí má ásannast, at tíðin er knøpp, serliga havandi í huga, at tað longu eru fleiri mánaðir síðan uppsøgnina. Fleiri av donsku regiónunum hava verið gjøgnum júst sama skiftið - frá somu skipan og veitara - sum Heilsuverk Føroya skal ígjøgnum. Har vísa royndirnar, at tað hevur kostað sera nógv, ja fleiri tíggjutals milliónir krónur at leingja sáttmálan við Cambio, eftir at avtalan gekk út. Sostatt er sannlíkt, at ein stór eykarokning til Heilsuverk Føroya liggur og bíðar - nakað, sum er sera viðkomandi fyri Løgtingið at kenna nærri til. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 16. mars 2022 Johan Dahl -- 1 of 1 --