← Løgtingsmál

52-146/2021

Radiosignal í Viðareiðistunlinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
146.21 Svar frá U. Rasmussen til S. K. Poulsen - Radio-signal í Viðareiðistunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 28. mars 2022
J. nr.: 22/05851
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-146/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um radiosignal í Viðareiðistunlinum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat kostar tað at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum?
2. Hvussu verður hetta arbeiðið raðfest av Landsverki?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum,
soleiðis at tunnilin verður nútíðarhóskandi?
Svar til spurning 1
Landsverk metir, at tað kostar umleið 750 tús. kr. at seta radiosendarar upp, soleiðis at útvarpsrásir
kunnu hoyrast í Viðareiðistunlinum. Tað ger tað eisini møguligt hjá løgreglu og tilbúgvingareindum at
samskifta inni í tunlinum í samband við møgulig óhapp og annað.
Svar til spurning 2
Landsverk mælir til at onnur arbeiði verða raðfest fremri. Tað er eingin ventilatiónsskipan í
Viðareiðistunlinum, sum Landsverk metir hevur størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein leyslig
meting er, at ein nýggj ventilatiónsskipan kostar 5,0 mió. kr.
Svar til spurning 3
Landsverk varðar av 19 tunlum. Harumframt verða 3 tunlar gjørdir nú, og 1 tunil fer í gongd í næstum.
Av verandi tunlum hava 6 tunlar radiosendara og 6 hava ventilatiónsskipan. Tað er ikki nøkur ætlan
at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum beint nú, men verður málið umrøtt við Landsverk.
Í samferðsluætlanini fyri 2018-2030 verður sum heild mælt til, at fleiri av tunlum landsins verða
nútíðargjørdir, og at játtanin hækkar til endamálið.
Tinganes, 28. mars 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
146.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. K. Poulsen - Radio-signal í Viðareiðistunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Radiosignal í Viðareiðistunlinum
Spurningar:
1. Hvat er kostnaðurin fyri at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum?
2. Hvussu verður hetta arbeiðið raðfest av Landsverki?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa radiosendarar upp í
Viðareiðistunlinum, soleiðis at tunnilin verður nútíðarhóskandi?
Viðmerkingar:
Viðareiðistunnilin bleiv liðugur í september 2016 og er næst nýggjasti fjallatunnil
eftir Hvalbiartunnilin. Hóast hetta hevur gott fimm ára gamli tunnilin onki
radiosignal. Allir aðrir tunlar verða bygdir við radiosendarum í dag. Av hesi orsøk
verður spurt um radiosendara til Viðareiðistunnilin.
Á Løgtingi, 15. mars 2022
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --