52-145/2021
Asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
145.21 Svar frá U. Rasmussen til S. K. Poulsen - Asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. mars 2022 J. nr.: 22/06285 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-145/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður byrjað at asfaltera við atløgubryggjuna í Hvannasundi? 2. Verða parkeringsbásar eisini gjørdir í hesum sambandi? 3. Væntar landsstýrismaðurin, at ásetta upphædd røkkur til arbeiðið? Svar Umstøðurnar skulu verða góðar hjá ferðandi í Føroyum, harímillum eisini parkeringsviðurskifti. Tað eru játtaðar 500 tús. kr. til at asfaltera og merkja upp eitt øki, sum er innanvert atløgubryggjuna í Hvannasundi, har Ritan leggur at. Økið verður brúkt til parkering í sambandi við siglingina hjá Oyggjaleiðum millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy. Landsverk hevur gjørt avtalu við asfaltsveitara um at asfaltera økið, og skal arbeiðið sambært ætlan verða liðugt tíðliga í summar. Landsverk merkir parkeringsbásar, tá liðugt er at asfaltera. Tað kunnu koma seinkingar fyri. Játtanin á fíggjarlógini røkkur til at asfaltera og at strika básarnar. Landsverk og Hvannasunds kommuna hava avtalað, at kommunan ger og rindar ein part av fyrireikingararbeiðinum, soleiðis at øll verkætlanin er fíggjað. Tinganes, 25. mars 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
145.21 Spurningur til U. Rasmussen frá S. K. Poulsen - Asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi Spurningar: 1. Nær verður byrjað at asfaltera við atløgubryggjuna í Hvannasundi? 2. Verða parkeringsbásar eisini gjørdir í hesum sambandi? 3. Væntar landsstýrismaðurin, at ásetta upphædd røkkur til arbeiðið? Viðmerkingar: Fíggjarnevndin setti 500 tús. kr. av á fíggjarlógini til asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi. Hetta økið verður brúkt til parkering hjá fólki, sum fara til Svínoyar og Fugloyar. Onkrar árstíðir standa rættiliga nógvir bilar parkeraðir har og oftani uttan skil orsakað av manglandi parkeringsbásum (linjum). Í eitt nú páskahøgtíðini er tiltikið, at nógv fólk fara til áðurnevndu útoyggjar, og tá standa bilarnir parkeraðir sum sild í tunnu. Asfaltering og parkeringsbásar kundu óivað bøtt nógv um hetta. Á Løgtingi, 15. mars 2022 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --