52-144/2021
Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitsradara
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
144.21 Svar frá J. av Rana til J. Dahl - Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitsradara.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 23. mars 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-86 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-144/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um politisku avgerðina um uppsetan av eftirlitsradara, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka endaligu politisku avgerðina um at loyva donskum myndugleikum at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum? Svar Til 1: Avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum verður væntandi tikin fyri summarfrítíðina. Tá ið fyrispurningurin kom frá donsku stjórnini um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum, byrjaði ein tilgongd, sum millum annað hevur fevnt um fleiri ráðførslur í Løgtingsins uttanlandsnevnd, viðgerð í landsstýrinum, fundir millum landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og danska verjumálaráðharran og skipað samskifti á embætismannastigi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tað hevur frá byrjan verið umráðandi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og nóg mikið av tíð er sett av til hesa tilgongd. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
144.21 Spurningur til J. av Rana frá J. Dahl - Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitsradara.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitsradara Spurningar: 1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka endaligu politisku avgerðina um at loyva donskum myndugleikum at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum? Viðmerkingar: Tað er í longri tíð farin fram ein drúgv politisk viðgerð av umbønini frá donskum myndugleikum um loyvi at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum. Málið tók seg upp fyrst í 2021 og er viðgjørt síðan líka fram til í dag, hóast málið eftir ætlan skuldi verið avgreitt longu í seinnu helvt av 2021. Tað, sum í løtuni er óheppið er, at málið tykist at vera blivið meira ella minni ein politisk kastibløka, og óvissa valdar um, hvat veruliga hendir í hesum málinum. Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, sum skal taka endaligu politisku avgerðina, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og boða donskum myndugleikum frá henni. Radaramálið hevur stóran almennan týdning fyri og áhuga millum føroyingar. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 11. mars 2022 Johan Dahl -- 1 of 1 --