← Løgtingsmál

52-142/2021

MVG og brennievni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mar. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
142.21 Svar frá U. Rasmussen til B. L. Jacobsen - MVG og brennievni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. mars 2022
J.nr.: 22/05495-2
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-142/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um MVG og brennievni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu hevur gongdin verið við mvg-inntøkum av brennievni í februar og higartil í mars í
ár?
2. Hvørjar ætlanir hevur samgongan á avgjaldsøkinum um at hjálpa húsarhaldum við at leggja
um til aðrar orkukeldur enn olju til sethús?
Svar til fyrispurning nr. 1
Inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldinum á brennievni hækkar, tá ið oljuprísurin
hækkar. Enn ber ikki til at siga, hvussu gongdin hevur verið í mvg-inntøkunum frá meirvirðisgjaldi
á brennievni í februar ella í mars, tí skrásetingar av hesum eru ikki tøkar býtt á mánaðir. Feløg lata
inn mvg-uppgerðir eina ferð um ársfjórðingin. Innlatingarfreistin og gjaldsfreistin er ein mánaður
og 10 dagar eftir, at eitt mvg-tíðarskeið er endað.
Svar til fyrispurning nr. 2
Samgongan longdi við løgtingslóg nr. 19 frá 24. februar 2021 afturberingarskipanina av
meirvirðisgjaldinum í sambandi við keyp av elriknum hitapumpu- og jarðhitaskipanum. Í 2022 og
2023 verður alt meirvirðisgjaldið endurgoldið. Í 2024 og 2025 verður helvtin av
meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Í 2026 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjaldið ikki endurgoldið.
Við verandi oljuprísum og afturbering av mvg’num loysir tað seg búskaparliga hjá húsarhaldum at
leggja um til hitapumpu- ella jarðhitaskipan, men hjá summum húsarhaldum kann tað vera ein
avbjóðing at fíggja kostnaðin av sjálvari umleggingini, sum hevur eina afturgjaldstíð á 5-10 ár við
verandi prísum. Fíggjarmálaráðið metir støðugt um, hvørt tað er neyðugt at seta aðrar skipanir í
verk fyri at stuðla húsarhaldum í at leggja um til aðrar orkukeldur enn olju til upphiting av
sethúsum.
Tinganes, 22. mars 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
142.21 Spurningur til U. Rasmussen frá B. L. Jacobsen - MVG og brennievni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: MVG og brennievni
Spurningar:
1. Hvussu hevur gongdin verið við mvg-inntøkum av brennievni í februar og
higartil í mars í ár?
2. Hvørjar ætlanir hevur samgongan á avgjaldsøkinum um at hjálpa húsarhaldum
við at leggja um til aðrar orkukeldur enn olju til sethús?
Viðmerkingar:
Prísurin á brennievni í Føroyum er methøgur. Ein orsøk er, at prísurin á brennievni úti
í heimi er vaksin sera nógv. Hetta økir nógv um útreiðslurnar hjá føroyskum
húsarhaldum.
Nøkur hava longu lagt um til aðra orku at hita húsini við, men løtan er helst tann rætta
at fáa fleiri at leggja um, nú prísurin á brennievni er hækkaður so nógv.
Fyri at fáa greiðu á málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 11. mars 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --