← Løgtingsmál

52-141/2021

Eystur- og Sandoyartunlar og ríkisfelagsskapurin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mar. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
141.21 Svar frá U. Rasmussen til J. Langgaard - Eystur- og Sandoyartunlar og Ríkisfelagsskapurin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. mars 2022
J. nr.: 22/05437
Viðgjørt: DH/EC
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-141/2021 frá Jaspur Langgaard, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Eystur- og Sandoyartunlar og
ríkisfelagsskapurin.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um P/F Eystur- og Sandoyartunlar í sambandi við
tunnilsbyggingar hava gjørt eina lánsavtalu við teirri treyt, at Føroyar eru partur av
ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum?
2. Um so er, at hetta er ein partur av lánstreytunum, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar
orðingar eru brúktar í avtaluni?
Svar til fyrispurning nr 1 og 2
P/F Eystur- og Sandoyartunlar fingu fígging í desember 2016 til tunlarnar við at gera
keypsavtalu um lánsbrøv til útlendskar og føroyskar keyparar. Avtalan gongur til 31. januar
2040. Avtalan hevur ikki sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í
avtalutíðarskeiðnum.
Men í avtaluni eru ásettar treytir, sum galda ávikavist lántakara og lánveitarar. Koma broytingar
av týðandi slagi fyri hjá partafelagnum ella eigaranum hjá partafelagnum, skal felagið kunna
lánveitarar um broyttu støðuna og bjóða hvørjum teirra at fáa (rest)lánið afturgoldið. Tílíkar
broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum, at landið selur av ognarlutinum í
felagnum, ella at heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt. Um lánveitarar av
hesum orsøkum ynskja at fáa lánsbrøvini innfríað í úrtíð, verður neyðugt at endurfíggja tann
partin av skuldini.
Í avtaluni eru orðingarnar um “Change of Control” í sambandi við tilknýtið til Danmark
soljóðandi: “For purposes of this Section 8.8., “Change of Control” shall occur at such time (i)
the Faroe Islands’ union with Denmark ceases, (ii)...“
Tinganes, 22. mars 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
141.21 Spurningur til U. Rasmussen frá J. Langgaard - Eystur- og Sandoyartunlar og Ríkisfelagsskapurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Eystur- og Sandoyartunlar og ríkisfelagsskapurin
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um P/F Eystur- og Sandoyartunlar í sambandi við
tunnilsbyggingar hava gjørt eina lánsavtalu við teirri treyt, at Føroyar eru partur av
ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum?
2. Um so er, at hetta er ein partur av lánstreytunum, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar
orðingar eru brúktar í avtaluni?
Viðmerkingar:
Tað hava gingið leysatíðindi, líka síðani P/F Eystur- og Sandoyartunlar gjørdi avtalu við sínar
útlendsku lánsveitarar, at ein týðandi og avgerandi treyt fyri at gera hesa lánsavtalu var, at
Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum, umframt at landskassin veitir
trygd fyri einum parti av inntøkugrundarlagnum.
Tað eru gjørdar ymiskar royndir at útvega nærri upplýsingar frá felagnum og málaráðnum í
landsstýrinum um henda partin av lánsavtaluni, men tað hevur higartil ikki borið til at fáa innlit í
avtaluna ella henda partin av avtaluni.
Hesar meira politisku bindingar í avtaluni eru sera viðkomandi at fáa lýstar fyri Føroya fólki,
hvørt hetta er rætt ella skeivt, m.a. tí tær munandi ávirka møguleikarnar hjá Føroyum at taka
loysing frá Danmark komandi nógvu árini. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 10. mars 2022
Jaspur Langgaard

-- 1 of 1 --