52-140/2021
Játtan til heilsugransking
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
140.21 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Játtan til heilsugransking.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 21. mars 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-83 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-140/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um játtan til heilsugransking, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at útvega neyðuga peningin til gransking v.m., ið varð fíggjað úr Sjúkrakassagrunninum, so hendan kann halda fram? 2. Nær kann væntast, at møgulig meirjáttan verður tøk? 3. Fer arbeiðið at halda fram eftir sama leisti, soleiðis at peningur eisini verður tøkur til smærri verkætlanir? Svar Til 1: Samgongan hevur uppraðfest at skipa føroyska granskingarøkið í síni heild við at smíða nýtt lógarverk fyri økið. Hetta bæði við løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan og við kunngerð nr. 84 frá 25. mai 2021 um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Skipanin av granskingarøkinum er enn í síni tilgongd, har landsstýrismaðurin hevur sett ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum verður virkið frá 31. mars 2022, og sum m.a. skal arbeiða við einari strategiskari ætlan fyri gransking í Føroyum og uttanlands. Nýggja skipanin leggur upp til, at ein felags fyrisiting fyri gransking, menning og nýskapan verður, sum er galdandi fyri alt landsstýrið. Tey ymsu landsstýrisfólkini kunnu soleiðis lata hesi felags fyrisiting upp í hendi at umsita granskingarjáttanina innan teirra málsøki – eitt nú innan heilsuøki. Tá verður skipað ein sjálvstøðug faknevnd, sum er mannað við fakfólkum innan hetta ávísa málsøki, sum skal stjórna stuðulsskipanum og hava evstu ábyrgd av málsviðgerð og avgerð um at játta stuðul í samsvari við ásettar reglur innan hetta øki. Løgtingið hevur somuleiðis samtykt sáttmála um atlimaskap í granskingar- og nýskapanarsamstarvinum hjá ES, Horizon Europe, har til ber hjá føroyskum granskarum at søkja fígging til bæði altjóða og føroyskar granskingarverkætlanir, herímillum eisini granskingarverkætlanir innan heilsu. Væntandi verður sáttmálin undirskrivaður við ES hesa árshálvuna. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 2: Játtanin til heilsugransking verður partur av tí faknevnd, sum verður sett undir avvarðandi aðalráði. Vísandi til spurning 1, er hetta partur av tí tilgongd, sum snýr seg um at skipa granskingarøkið í síni heild. Til 3: Tað er onki til hindurs fyri, at játtan verður latin smærri verkætlanum. Størri og smærri verkætlanir fáa tó stuðul eftir tí meting, sum faknevndirnar koma ásamt um, sum er ein ítøkilig faklig meting av teimum umsóknum, sum gera seg galdandi, og sum í síni viðgerð verða samanbornar við hvørja aðra. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
140.21 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Játtan til heilsugransking.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Játtan til heilsugransking Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at útvega neyðuga peningin til gransking v.m., ið varð fíggjað úr Sjúkrakassagrunninum, so hendan kann halda fram? 2. Nær kann væntast, at møgulig meirjáttan verður tøk? 3. Fer arbeiðið at halda fram eftir sama leisti, soleiðis at peningur eisini verður tøkur til smærri verkætlanir? Viðmerkingar: Tá ið sjúkrakassarnir vórðu avtiknir í 2009, áttu teir 23,5 milliónir kr. Løgtingið gjørdi av, at pengarnir hjá sjúkrakassunum skuldu brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum. Pengarnir skuldu lutast út til kanningar og gransking á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum. Avtala varð gjørd við Granskingarráðið um at umsita stuðulin úr grunninum. Grunnurin er nú tómur, og frágreiðing er gjørd um, hvussu stuðulin er brúktur. Øll, ið hava fingið stuðul úr grunninum, hava fingið høvi at koma við tilmælum um, hvussu stuðul til heilsuøkið kann latast frameftir. Eisini varð frágreiðingin løgd alment fram, og pallborðskjak var um, hvussu peningurin hevur verið gagnnýttur. Tað er breið semja um, at tað hevur eydnast at menna heilsuøkið munandi hesi árini við peninginum frá sjúkrakassunum í Føroyum. Verkætlanirnar hava givið nýggja vitan, betri heilsutilboð, styrkt fakligar førleikar og samstarv um gransking á heilsuøkinum. Tað hevur eydnast at seta fleiri nýggjar granskarar við, sum fara at kunna flyta okkum enn longri fram á leið. Stuðul til gransking er íløga, sum í nógvum førum loysir seg fíggjarliga og menniskjaliga. Hetta er ikki minst galdandi í heilsuverkinum, har læknar við granskingarroyndum kunnu átaka sær fleiri serviðgerðir í Føroyum, heldur enn at senda fólk av landinum til viðgerðar. Hetta er í longdini bæði betri og bíligari fyri borgaran og fyri samfelagið. Eisini hava smærru verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul úr grunninum, havt sera stóran týdning fyri áhugafeløg og limir tess kring landið, og tær hava verið við til at skapa størri fólksligt tilvit um nyttuna av gransking fyri tann einstaka. Niðurstøðan má vera, at tað er neyðugt, at tað almenna raðfestir gransking væl hægri, soleiðis at góða gongdin kann halda fram. Annars kann vandi vera fyri, at vit missa -- 1 of 2 -- fólk aftur av landinum og tað, sum er bygt upp, við fænum úr Sjúkrakassagrunninum, verður mist. Fyri at fáa lýst, hvat landstýrismaðurin ætlar í samband við framhaldandi menning av granskingini á heilsuøkinum, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 9. mars 2022 Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 2 --