52-139/2021
Nevndarbroytingar í BankNordik
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
139.21 Svar frá løgmanni til H. Hoydal - nevndarbroytingar í Banknordik.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 139/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um nevndarbroytingar í BankNordik Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Kann løgmaður upplýsa, hvør hevur tikið stig til ætlanina at skifta allar nevndarlimirnar í BankNordik út, og hvør grundgevingin hjá stigtakarunum er fyri at skifta alla nevndina út í einum ? 2. Hvør er grundgevingin fyri, at løgmaður hevur tikið undir við ætlanini at skifta alla nevndina í BankNordik út ? 3. Kann løgmaður upplýsa, hvør strategiin og eigarapolitikkurin hjá landsstýrinum er sum størsti partaeigari í BankNordik? 4. Tekur løgmaður undir við, at BankNordik rindar stór vinningsbýti til partaeigararnar, sum í stóran mun fara av landinum? Svar: Til spurning 1-2 BankNordik er børskrásett fyritøka. Løgmaður kann tískil ikki endurgeva samrøður, hann hevur havt við stóru partaeigarar bankans. Løgmaður varð kunnaður av nevndarforkvinnu bankans um innkallingina til aðalfundin. Eisini hava stóru partaeigarar bankans havt fund um uppskot til nevnd. Stóru partaeigararnir eru: P/F Tjaldur 5%, Sp/F Framherji 5%, Lind Invest 12%, Protector Forsikring ASA 11% og Føroya landsstýri 35%. (Samanlagt 68%.) Innan freistina fyri innkalling til aðalfundin, sendu umboð fyri stóru partaeigarunum sítt uppskot til val av nevndarlimum. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Til spurning 3 Landsstýrið arbeiðir við at gera reglur fyri, hvønn leiklut landið skal hava sum eigari í teimum partafeløgum, sum landið eigur heilt ella lutvíst. Í frágreiðing løgmans á ólavsøku 2021 stendur, at landsstýrið fer at endurskoða og skipa sín leiklut í partafeløgum og grunnum. Endamálið er, at skilnaður skal vera millum uppgávurnar, ið landið hevur sum ávikavist eigari og sum fyrisitari av lóggávu og eftirliti, og at tryggja, at fyritøkurnar hjá landinum verða umsitnar á besta hátt. Arbeiðið er komið væl áleiðis. Fyri ognarlutin hjá landinum í børsskrásettum fyritøkum, verður kunning um møguliga tillaging av strategi o.a. latin samsvarandi røttum mannagongdum og lógarkrøvum fyri slíkar fyritøkur, um tað verður aktuelt. Til spurning 4 BankNordik er ein børsskrásett fyritøka við partaeigarum, ið vænta ávíst avkast. Tað eru stjórn, nevnd og í síðsta enda aðalfundur bankans, ið gera av, um vinningsbýti skal latast, og hvussu stórt tað í givnum føri skal vera. Somuleiðis eru tað stjórn og nevnd bankans, ið gera av, hvussu kapitalbygnaðurin í BankNordik skal vera og harvið, hvussu væl bjálvaður bankin skal vera. Avgerðin er grundað á, hvat verður mett skilabest fyri virksemi hjá bankanum, og er óheft lutfallinum millum føroyskar og útlendskar partaeigarar. Landsstýrið hevur einans 10% av atkvøðunum til aðalfundin, og vinningsbýtið er tilmælt av nevndini. Tað eru umleið 6.000 føroyskir partaeigarar saman við Føroya landsstýri, sum eiga 59% av partapeningi bankans. Danskir partaeigarar eiga 21%, og norskir 11%. Síðani er eitt lutfalsliga stórt lop niður til íslendskar partaeigarar, sum eiga 1%. Sostatt er meirilutin av partapeninginum á føroyskum hondum, og størsti parturin av vinningsbýtinum verður útgoldin til eigarar í Føroyum. Tað er at fegnast um. Tað er eisini at fegnast um, at útlendingar ynskja at gera íløgur í Føroyum, eins og føroyskir íleggjarar, herundir vit øll, sum spara upp til pensjón, kunnu gera íløgur í aðrar marknaðir. Í Tinganesi, 16. mars 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
139.21 Spurningur til løgmann frá H. Hoydal - nevndarbroytingar í Banknordik.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Nevndarbroytingar í BankNordik Spurningar: 1. Kann løgmaður upplýsa, hvør hevur tikið stig til ætlanina at skifta allar nevndarlimirnar í BankNordik út, og hvør grundgevingin hjá stigtakarunum er fyri at skifta alla nevndina út í einum ? 2. Hvør er grundgevingin fyri, at løgmaður hevur tikið undir við ætlanini at skifta alla nevndina í BankNordik út ? 3. Kann løgmaður upplýsa, hvør strategiin og eigarapolitikkurin hjá landsstýrinum er sum størsti partaeigari í BankNordik? 4. Tekur løgmaður undir við, at BankNordik rindar stór vinningsbýti til partaeigararnar, sum í stóran mun fara av landinum? Viðmerkingar: Um vikuskiftið frættist í Útvarpinum, at øll nevndin í BankNordik skal skiftast út á aðalfundinum í næstum. Áður varð alment boðað frá, at tveir nýggir nevndarlimir skulu veljast. Upplýst varð eisini, at landsstýrið sum størsti partaeigari hevur tikið undir við hesi knappligu broyting og almennu fráboðan, og at tað er løgmaður, ið hevur tikið avgerðirnar vegna landsstýrið. Tað er sera óvanligt, at ein heil nevnd verður skift út við so knappari fráboðan og enntá í einum so týðandi stovni sum landsins størsta banka, og at ein almenn fráboðan verður broytt við so stuttum skotbrái. Tí verður løgmaður biðin um at greiða tinginum frá, hvørjar orsakirnar eru til hetta, og hvørjar ætlanir og hvønn eigarapolitikk landsstýrið hevur sum størsti partaeigari í BankNordik. Á Løgtingi, 8. mars 2022 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --