52-138/2021
Lýsingar fyri rúsdrekka
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
138.21 Svar frá M. Rasmussen til H. Abrahamsen - Lýsingar fyri rúsdrekka.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 16. mars 2022 J.nr.: 22/05203-2 At tilskila í svari Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-138/2021 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um lýsingar fyri rúsdrekka Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Er tað loyvt at seta lýsingar í føroysku fjølmiðlarnar fyri sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka? 2. Er tað loyvt at skriva tíðindi á føroysku portalunum og bløðunum, ella at gera innsløg í útvarpi og sjónvarpi, har sagt verður frá, at eitt nýtt slag av øl ella brennivíni er komið á marknaðin, hvørjum tað smakkar av, í hvørjum sambandi tað hóskar seg best at verða drukkið, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er? 3. Hvør er ítøkiligi munurin á tíðindum og lýsingum fyri somu framleiðslu? Til nr. 1 Tað er greitt ásett í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, at [øll] reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin. Til nr. 2-3 Tíðindi kunnu allýsast sum eini boð, ið fortelja móttakaranum nakað, sum hann ikki visti frammanundan. Eini tíðindi um nýggja rúsdrekkaframleiðslu kunnu tí hava líka stórt tíðindavirði sum sáttmálasamráðingar, fiskaprísir og seinkingar í flogferðsluni. Er endamálið at kunna og upplýsa, so er mest sannlíkt talan um tíðindi. Er endamálið hinvegin vinnuligt, t.d. at økja søluna av ávísari vøru, so er heldur talan um eina lýsing. Markið millum tíðindi og lýsing kann kortini vera kámt, og tað kann vera trupult at skilja ímillum øðrumegin tíðindi og hinumegin lýsingar. Sambært løgtingslóg um marknaðarføring skal tað í lýsingum gerast greitt, at talan er um eina lýsing. Í flestu førum er brúkarin ikki í iva um, at talan er um eina lýsing, men um lýsingin hevur tey eyðkenni, sum tíðindi hava, t.d. at ein grein er skrivað sum ein tíðindagrein, skal sendarin gera brúkaranum greitt, at talan er um eina lýsing. Hetta kann gerast við beinleiðis at skriva, at talan er um eina lýsing. Hesar reglur høvdu eisini verið galdandi fyri lýsingar fyri rúsdrekka, um so var, at loyvt var at lýsa við rúsdrekka. -- 1 of 2 -- U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Tað er lítil ivi um, at tað er loyvt at skriva tíðindi um nýggja vøru, eisini rúsdrekka, á marknaðinum. Líka lítil ivi er um, at eitt tilmæli til brúkaran um at keypa júst hetta slagið av rúsdrekka ikki er loyvt eftir reglunum í rúsdrekkalógini. Spurningurin verður síðani, hvar markið gongur millum tíðindi um rúsdrekka og (ólógliga) lýsing fyri rúsdrekka. Brot á ásetingar í rúsdrekkalógini eru politimál, og tað er tí politiið og ákæruvaldið, sum í fyrstu atløgu skulu meta um, hvørt talan er um ólógliga lýsing ella tíðindi. Í aðru atløgu ger rætturin av, um tíðindi um rúsdrekka í veruleikanum eru ein lýsing, sum er bannað eftir § 19 í rúsdrekkalógini. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 16. mars 2022 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
138.21 Spurningur til M. Rasmussen frá H. Abrahamsen - Lýsingar fyri rúsdrekka.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum Evni: Lýsingar fyri rúsdrekka Spurningar: 1. Er tað loyvt at seta lýsingar í føroysku fjølmiðlarnar fyri sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka? 2. Er tað loyvt at skriva tíðindi á føroysku portalunum og bløðunum, ella at gera innsløg í útvarpi og sjónvarpi, har sagt verður frá, at eitt nýtt slag av øl ella brennivíni er komið á marknaðin, hvørjum tað smakkar av, í hvørjum sambandi tað hóskar seg best at verða drukkið, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er? 3. Hvør er ítøkiligi munurin á tíðindum og lýsingum fyri somu framleiðslu? Viðmerkingar: § 19 í rúsdrekkalógini sigur, at øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin. Men næstan hvørja ferð tá nakrar fløskur av føroyskum whiskey ella okkurt nýtt slag av øl koma á marknaðin, so stendur tað á portalum og eru tíðindi ella partur av onkrari sending í Kringvarpinum. Tað eru fáar vørur, sum fáa so góða reklamu í tíðindarenslinum hjá miðlunum, sum øl og rúsdrekka. Samtíðis er tað ólógligt at hava lýsingar við somu vørum í somu miðlum. Hetta reisir spurningin, nær tað verður roknað sum lýsing, og um ókeypis lýsingar, ið verða kallaðar tíðindi, eru lógligar, meðan lýsingar við somu vørum, (ið framleiðarin skal gjalda fyri), eru ólógligar. Á Løgtingi, 7. mars 2022 Helgi Abrahamsen -- 1 of 1 --