52-136/2021
Elduvíkarvegurin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
136.21 Svar frá U.Rasmussen til B.Justinussen - Elduvíkarvegurin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, hin: 16. mars 2022 J. nr.: 22/05061 Viðgjørt: AE Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-136/2021 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um farleiðina til Elduvíkar Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat kostar tað landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir ógvusliga skriðulopið nýliga? 2. Hvat kostar tað landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar? 3. Hvat mælir Landsverk til at gera við Elduvíkarvegin? 4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Elduvíkarvegnum? Svar til spurning 1 Elduvíkarvegurin er vegastrekkið millum Funningsfjørð og Elduvík. Vegurin var bygdur í tíðarskeiðinum 1967 - 1974. Hann er 7,7 kilometrar langur og er í flestu støðum ein einbreytaður vegur við møtiplássum. Leygardagin 26. februar fekk Landsverk fráboðan um skriðulop á Elduvíkarvegin, umleið 2,5 km norðanfyri Funningsfjørð. Kanningar vístu, at tað vóru tvær skriður, ið vóru farnar oman á vegin. Tað er serliga tann størra skriðan, ið gjørdi skaða á vegin. Har eru umleið 5.000 rúmmetrar av mold og leysum tilfari, riðin oman. Tann minna skriðan er 200 metrar sunnanfyri tað størru, har eini 1.700 fermetrar av leysum tilfari er riðið oman. Samanlagt er vegastrekkið, sum er rakt av skriðum eini 500 metrar. Sí heimasíðu Landsverk, sum hevur tengil til myndir frá dronu https://www.landsverk.fo/fo-fo/skriðulop-a-elduvikarvegnum Landsverk setti beinanvegin tiltøk í verk at bøta um skaðarnar. Átrokandi arbeiðið at rudda vegin og annað, soleiðis at tað ber til at koyra, kostar umleið 1 mió. kr. Harumframt skal vegurin gerast í stand aftur, eitt nú at gera vegaskráan av nýggjum og at asfaltera, umframt at tryggja lendið omanfyri vegin. Hetta verður mett til at kosta 4 mió. kr. Sostatt samanlagt eini 5,0 mió. kr. Tað kann gerast neyðugt við eykajáttan. Svar til spurning 2, 3 og 4 Elduvíkarvegurin er sum heild ikki í nóg góðum standi. Ein lítil partur av vegnum var asfalteraður í 2019, men annars hevur eingin serstøk játtan verið til farleiðina í sera nógv ár. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Landsverk mælir til, at Elduvíkarvegurin verður dagførdur og tryggjaður við at asfaltera verandi vegabreyt, og at gera betri og breiðari vegakslar á báðum síðum á vegnum. Tað er ein loysn har vegurin verður styrktur, og har bilar betri kunnu møtast. Hetta var í 2018 mett til at kosta 52 mió. kr. Hin møguleikin er at breiðka Elduvíkarvegin til ein tvíbreytaðan veg. Hesa loysn metir Landsverk til at kosta eini 110 mió. kr. Trygdin á landsvegum er sera umráðandi, og vil landsstýrismaðurin virka fyri at fáa eina góða loysn á málinum um Elduvíkarvegin. Tinganes, 16. mars 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
136.21 Spurningur til U.Rasmussen frá B.Justinussen - Elduvíkarvegurin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Elduvíkarvegurin Spurningar: 1. Hvat kostar tað landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir ógvusliga skriðulopið nýliga? 2. Hvat kostar tað landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar? 3. Hvat mælir Landsverk til at gera við Elduvíkarvegin? 4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Elduvíkarvegnum? Viðmerkingar: Eftir ógvusliga skriðulopið við Elduvíkarvegin leygardagin 26. februar er tímin komin at viðgera Elduvíkarvegin í politisku skipanini. Nú vegurin til Funningsfjarðar verður breiðkaður og dagførdur, verður Elduvíkarvegurin natúrliga næsti fløskuhálsur í hesum øki. Tað hevur leingi verið umrøtt, nær peningur kann verða settur av at dagføra og tryggja farleiðina. 7,65 kilometra langi vegurin er einsporaður og liggur í støðum í brøttum lendi. Tí kann tað tykjast sum ein stórur fíggjarligur biti at fara undir eina fullfíggjaða dagføring við teimum krøvum, sum sett verða ídag. Hinvegin er vegurin einsporaður og tí bíligari samanborin við tvísporaðan veg. Skriðulopið minnir okkum á týdningin av tryggum farleiðum. Tí er átrokandi at taka politiska støðu til hesa farleið, sum leiðir okkum til eina ta vakrastu náttúruperlu í landinum. Eina perlu, sum ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri, og sum tí leggur eyka trýst á, at farleiðin verður dagførd og tryggjað. Á Løgtingi, 4. mars 2022 Bill Justinussen -- 1 of 1 --