← Løgtingsmál

52-135/2021

Próvtøkur á miðnámi summarið 2022

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mar. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
135.21 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Próvtøkur á miðnámi summarið 2022.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 10. mars 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-77
Svar
upp á
skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-135/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu,
settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um próvtøkur á
miðnámi summarið 2022.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tillagingar í próvtøkunum á miðnámi í summar?
2. Kann tað hugsast, at talið á próvtøkum verður broytt, soleiðis at næmingarnir skulu
upp til færri próvtøkur í summar?
3. Um nei til spurning 2, kann tað hugsast, at landsstýrismaðurin sum eitt alternativ vil
minka pensumkravið í einstøku lærugreinunum í sambandi við próvtøkurnar í
summar?
Svar
Til 1: Eisini hetta skúlaárið hevur verið merkt av korona, og tað hevur darvað læruúrtøkuni, at
bæði næmingar og lærarar ein part av árinum hava verið sjúkir ella í sóttarhaldi. Eg fari tí aftur í
ár at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið fyri at fáa heimild til at gera tillagingar í próvtøkunum á
gymnasialum miðnámi.
Sum spyrjarin nevnir, hava danir tikið avgerð um, at talið av próvtøkum í summar skal verða lægri
hjá eldru flokkunum á gymnasialum miðnámi. Av tí at flestu føroyingar, sum lesa víðari
uttanlands, fara undir hægri lestur á útbúgvingarstovnum í Danmark, og Føroyar hava eina avtalu
við danskar myndugleikar, sum javnstilla føroysk prógv við tey donsku, ætli eg at gera líknandi
tillagingar í okkara próvtøkum. Hædd verður tó tikin fyri, at okkara skipan er ikki meinlík tí
donsku.
Við hesum vilja vit tryggja føroysku næmingunum, ikki minst teimum eldru flokkunum, sum skulu
til endaliga próvtøku í summar, somu fortreytir sum teimum donsku næmingunum.
Til 2: Ja. Lógaruppskot, sum heimilar broytingum í kravda talinum av próvtøkum verður
fyrireikað í løtuni og væntandi lagt fyri Løgtingið í næstum. Fylgt verður við, hvørjar tillagingar
verða gjørdar í Danmark, og lagt verður upp til, at leisturin verður at líkna við tann danska, men
tillagaður okkara skipan.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
135.21 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Próvtøkur á miðnámi summarið 2022.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Próvtøkur á miðnámi summarið 2022
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tillagingar í próvtøkunum á miðnámi í summar?
2. Kann tað hugsast, at talið á próvtøkum verður broytt, soleiðis at næmingarnir skulu upp
til færri próvtøkur í summar?
3. Um nei til spurning 2, kann tað hugsast, at landsstýrismaðurin sum eitt alternativ vil
minka pensumkravið í einstøku lærugreinunum í sambandi við próvtøkurnar í summar?
Viðmerkingar :
Hóast seinastu koronutiltøkini nú eru tikin av, er ávirkanin frá koronutíðini framvegis her. Hugsa vit
um næmingarnar á miðnámi, ið skulu upp til próvtøku í summar, so fara møguleikarnir fyri góðum
úrsliti í summar at verða merktir av koronutíðini.
Hóast miðnámsskúlarnir ikki hava verið beinleiðis stongdir í hesum skúlaárinum, so hava skúlarnir
verið nógv ávirkaðir av koronu. Næmingar og lærarar hava verið sjúkir og/ella í sóttarhaldi stóran
part av skúlaárinum - serliga frá heystfrítíðini og til jólar.
Hóast skúlarnir ikki hava verið beinleiðis stongdir, so hevur ávirkanin merkt undirvísingina og
næmingar hava verið sjúkir og í sóttarhaldi upp á skift. Hóast fjarundirvísing kann vera eitt gott
amboð í styttri tíðarskeið, er nógv, ið týðir á, at fjarundirvísing ikki gevur sama úrslit sum vanlig
undirvísing, hvørki tá ið tað kemur til læring hjá einstaka næminginum og eiheldur, tá vit hugsa um
at náa ásetta pensum.
Haraftrat hava elstu flokkarnir, ið skulu til endaliga próvtøku í summar, verið ávirkaðir av
koronufarsóttini í tvey skúlaár. Hetta kann geva næmingunum eitt verri útgangsstøði í sambandi við
próvtøkurnar og tí ávirka próvtølini. Hesi próvtøl eru avgerandi fyri miðaltalið hjá næmingum í
endaflokkunum og fer at ávirka møguleikarnar fyri upptøku á hægri lestri í summar.
Tann 25. februar 2022 varð avtala gjørd í Danmark, har avgjørt er, at næmingar, ið skulu til
fráfaringarroynd fólkaskúlans og endaflokkarnir á gymnasialum miðnámi, skulu upp til færri
próvtøkur í summar.
Havandi í huga at ikki so fáir næmingar í Føroyum søkja inn á víðari lestur uttanlands, vil tað verða
munur á fortreytunum at søkja víðari, um einki verður gjørt fyri at avmarka próvtøkurnar hjá hesum
næmingum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 28. februar 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 2 of 2 --