52-133/2021
Samskifti við donsku stjórnina um radaran
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
133.21 Svar frá J. av Rana til A. V. Johannesen - Samskifti við donsku stjórnina um radaran.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 4. mars 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-72 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-133/2021 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um samskifti við donsku stjórnina um radaran. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum landsstýrismannin og verjumálaráðharran frá september 2019 til februar 2021? 2. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum embætisfólk hjá føroyska uttanríkisráðnum og embætisfólk hjá danska verjumálaráðnum frá september 2019 til februar 2021? 3. Hvør eigur sambært donsku stjórnini avgerðina, um radari skal setast upp ella ikki í Føroyum? 4. Hevur danska stjórnin noktað fyri, at Løgtingið tekur prinsipiella avgerð um radaran? Svar Til 1 og 2: Spurningurin um ætlaða Arktis-kapasitetspakkan hjá donsku stjórnini varð umrøddur millum landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og danska verjumálaráðharran á telefonfundi 6. august 2020, á fundi í Keypmannahavn 8. septembur 2020, og á talgildum fundum 13. novembur 2020, 19. januar 2021 og 10. februar 2021. Møguleikin fyri, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum kundi gerast partur av arktiska kapasitetspakkanum, varð fyrstu ferð nevndur í telefonsamrøðu á embætisstigi tann 20. novembur 2019. Evnið varð aftur umrøtt á embætismannafundi í Keypmannahavn 17. desembur 2019, og á talgildum fundum millum embætisfólk 22. septembur 2020 og 18. januar 2021. Í januar 2021 fekk landsstýrismaðurin eina formliga umbøn um at taka støðu til spurningin um at seta upp nýggja lofteftirlitsradara í Føroyum. Við støði í umbønini hevur landsstýrismaðurin tríggjar ferðir ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd og eina ferð hevur Løgtingsins uttanlandsnevnd kallað landsstýrismannin í samráð. Áðrenn umbønina um at taka málið upp í Føroyum, var samskiftið millum landsstýrið og donsku stjórnina at rokna sum kunning í sambandi við, at spurningurin um ein møguligan radara í Føroyum var í umbúnað, og ikki sum ítøkiligar samráðingar ella støðutakan. Tí varð tað mett at vera ov tíðliga hjá landsstýrismanninum at ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Víst verður í hesum sambandi eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-74/2020. Síðan februar 2021 hava verið tveir fundir við verjumálaráðharran. Harumframt ein fysiskur og tríggir talgildir fundir á embætisstigi, umframt regluligt skrivligt og telefoniskt samskifti. Til 3 og 4: Longu tá ið fyrstu ábendingarnar komu um, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum møguliga fór at vera ímillum raðfestingarnar í arktiska kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini, gjørdi landsstýrið vart við, at talan er um eitt mál, sum føroyskir myndugleikar skulu taka støðu til. Frá danskari síðu hevur somuleiðis frá byrjan verið boðað frá, at einki verður gjørt fyrr enn ein avgerð er tikin um málið í Føroyum. Hesin boðskapur er endurtikin við jøvnum millumbilum, bæði alment og í samskifti millum partarnar. Tá ið landsstýrismaðurin hevur greitt frá tilgongdini í Føroyum, hevur verjumálaráðharrin sagt, at danska stjórnin ikki leggur seg út í, hvussu málið verður viðgjørt í Føroyum. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
133.21 Spurningur til J. av Rana frá A. V. Johannesen - Samskifti við donsku stjórnina um radaran.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Samskifti við donsku stjórnina um radaran Spurningar: 1. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum landsstýrismannin og verjumálaráðharran frá september 2019 til februar 2021? 2. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum embætisfólk hjá føroyska uttanríkisráðnum og embætisfólk hjá danska verjumálaráðnum frá september 2019 til februar 2021? 3. Hvør eigur sambært donsku stjórnini avgerðina, um radari skal setast upp ella ikki í Føroyum? 4. Hevur danska stjórnin noktað fyri, at Løgtingið tekur prinsipiella avgerð um radaran? Viðmerkingar: Ivi hevur verið sáddur um, um føroyska stjórnin varð kunnað um ætlanina at seta radara upp í Føroyum, áðrenn danska stjórnin legði ætlanina fram á tíðindafundi í februar 2021. Trine Bramsen, táverandi verjumálaráðharri, segði í svari til Sjúrð Skaale tann 8. desember 2020, at samskifti hevur verið við føroyska landsstýrismannin um radaran áðrenn tíðindafundin. Tí er umráðandi at staðfesta, um landsstýrið hevur verið kunnað um ætlanirnar við radaranum, og í øðrum lagi, hví landsstýrið ikki hevur kunnað Uttanlandsnevndina um samskiftið millum føroysku og donsku stjórnina. Hóast danska stjórnin fleiri ferðir alment hevur boðað frá, at føroyingar eiga avgerðina, so hevur tað eisini verið ført fram, at danska stjórnin tekur avgerðina uttan um føroyingar. Somuleiðis hevur verið ført fram, at danska stjórnin ynskir at seta radara upp uttan um Løgtingið. Tí verða hesir fyrispurningarnir settir. Á Løgtingi, 21. februar 2022 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --