52-132/2021
Listalig miðstøð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mar. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
132.21 Svar frá J. av Rana til H. Pálsdóttir - Listalig miðstøð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. mar. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 2. mars 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-69 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-132/2021 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um listaliga miðstøð. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir eru við gamla studentaskúlanum í Hoydølum? 2. Er ætlanin at gera gamla studentaskúlan í Hoydølum til eina listaliga miðstøð? 3. Um nei, hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær fyri at fáa eina listaliga miðstøð? Svar Til 1: Endalig støða er ikki tikin til, hvat skal henda við gamla studentaskúlabygninginum í Hoydølum. Sum kunnugt hava samráðingar verið við Tórshavnar kommunu um eitt slag av býti, har økið í Hoydølum kring gráa skúlabygningin og parkeringsøkið kring henda verða seld kommununi, meðan landið so keypir partin hjá Tórshavnar kommunu av ognunum á Frælsinum, so farast kann undir at gera eitt nýtt kampus á økinum. Aðrar ætlanir verða eisini umhugsaðar í hesum sambandi, men í løtuni er tað ov tíðliga at siga nakað meiri ítøkiligt um hesar. Til 2: Sum spyrjaranum allarhelst longu er kunnugt, hevur landsstýrismaðurin gjørt sáttmála við LISA, so hesi í dag kunnu brúka partar av gamla Sanatoriinum til teirra skapandi virksemi. Harvið er lív komið aftur í Hoydalar, og tað er til stóra gleði fyri okkum øll. Ongin nágreinilig ætlan fyriliggur í løtuni um at gera gamla studentaskúlabygningin til listaliga miðstøð. Til 3: LISA hevur sum sagt fingið part av ognunum í Hoydølum til leigu til sítt skapandi virksemi, og hetta fegnast mong um. Um endalig semja fæst við kommununa, er ein møguleiki, at LISA og kommunan gera eitt samstarv um brúk av gráa bygninginum til listalig endamál. Um eingin semja fæst í lag við kommununa, kunnu onnur uppskot gerast aktuell, m.a. um eitt víðkað samstarv millum landið og LISA um brúk av bygningunum í Hoydølum. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
132.21 Spurningur til J. av Rana frá H. Pálsdóttir - Listalig miðstøð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Listalig miðstøð Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir eru við gamla studentaskúlanum í Hoydølum? 2. Er ætlanin at gera gamla studentaskúlan í Hoydølum til eina listaliga miðstøð? 3. Um nei, hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær fyri at fáa eina listaliga miðstøð? Viðmerkingar: Í rúma tíð hevur verið tosað um, hvat gamli studentaskúlabygningurin í Hoydølum skal brúkast til, nú skúlin er fluttur í glæsiliga Glasir. LISA hevur verið úti við uppskoti um at gera eina listaliga miðstøð og umhvørvi, har listin í Føroyum kann blóma enn meira. Í uppskotinum varð víst á møguleikar við at framleiða list, at sýna list, at skapa altjóða netverk og alt møguligt annað. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at frætta, hvørjar ætlanirnar eru við gamla studentaskúlanum og fyri at frætta, um tað verður arbeitt við at skapa eina listaliga miðstøð – t.d. í Hoydølum, so okkara listafólk og føroysk list fær betri umstøður at útfolda seg. Á Løgtingi, 18. februar 2022 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --