← Løgtingsmál

52-131/2021

Langar bíðitíðir í barna- og ungdómspsykiatriini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mar. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-131-2021 frá Sirið Stenberg um langar bíðitíðir í Barna- og ungdómspsykiatriini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mar. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 2. mars 2022
HMR j. nr. 22/04002-6
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-131/2021 eftir § 52a) í tingskipanini um langar bíðitíðir í barna- og
ungdómspsykiatriini, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini ?
2. Hvussu nógv børn og ung eru á bíðilista?
3. Hvussu nógv børn verða útgreinað um vikuna ?
4. Hvussu er tørvurin á innleggingum í barna- og ungdómspsykiatriini ?
5. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at samskipa betur við eitt nú Sernám og Gigni ?
Svar:
Til spurning 1
Í løtuni verður mett, at bíðitíðin til útgreinan í Barna- og ungdómspsykiatriini er umleið 18 mánaðir.
Til spurning 2
Í løtuni eru 211 børn og ung á bíðilista til útgreinan. Aldursbýtið er hetta:128 børn í aldrinum 0-11
ár og 83 ung í aldrinum 12-17 ár.
Til spurning 3
Í miðal verða trý útgreinað um vikuna. Sambært Landssjúkrahúsinum er ein útgreiningartilgongd
umfatandi og fevnir um bæði at heinta inn upplýsingar frá foreldrum, skúla og stovni, umframt at
gera ymsar kanningar, testir og eygleiðingar. Ein útgreining kann tí taka alt frá nøkrum vikum til
fleiri mánaðir.
Sambært Barna- og ungdómspsykiatriini hava tey seinastu tíðina lagt til merkis, at nógv dømi eru
um, at avbjóðingarnar og niðursetti trivnaðurin hjá børnunum ongantíð er lýstur áður, og tí hava tey
ongantíð fingið nakran stuðul og hjálp, áðrenn tey møta teimum í Barna- og ungdómspsykiatriini.
Hetta hóast avbjóðingarnar hava verið týðiligar í fleiri ár. Manglandi lýsingarnar, og tað at børnini

-- 1 of 3 --

hava havt trupulleikar í langa tíð, áðrenn tey fáa hjálp, hevur við sær, at arbeiðsgongdin við
útgreining verður drúgvari.
Til spurning 4
Samanumtikið verður mett, at sálarliga støðan hjá børnum og ungum als ikki er góð í dag. Hesar
seinastu mánaðirnar hevur Barna- og ungdómspsykiatriin fingið munandi fleiri ávísingar enn
vanligt, har talan er um akuttar ella subakuttar støður. Tey síggja ein størri tørv á innleggingum í
barna- og ungdómspsykiatrisku dageindini, og samstundis eru eisini fleiri børn, sum eru
samdøgursinnløgd á seingjardeildini í vaksinpsykiatriini. Samanumtikið uppliva tey, at støðan er
versnandi hjá fleiri børnum og ungum, og langa bíðitíðin ger støðuna enn truplari fyri tey og teirra
avvarðandi. Vaksandi talið av børnum og ungum við álvarsligum sálarligum avbjóðingum merkir
aftur, at tey, ið hava lættari sjúkutekin, verða sett afturum í bíðirøðina, sum so økir um vandan fyri,
at eisini tey verða álvarsliga sjúk. Tí hevur tørvurin á fyribyrgjandi og skjótari hjálp ongantíð verið
størri enn nú.
Til spurning 5
Tá eitt barn er útgreinað, kallar Barna- og ungdómspsykiatriin viðkomandi partar inn til
netverksfund, eitt nú Sernám, Gigni, Almannaverkið og skúli/stovnur. Á fundinum greiðir Barna-
og ungdómspsykiatriin frá teirra niðurstøðum og tilmælum. Netverksfundurin er sambært Barna- og
ungdómspsykiatriin ein týðandi fortreyt fyri, at stuðulstiltøkini til og um barnið verða samskipaði,
tá útgreiningin er liðug.
Sjúkrahúsverkið hevur annars gjørt vart við, at tey meta ikki, at samskipanin millum geirar eydnast
nóg væl, og tað hevur við sær, at fleiri børn og ung ikki fáa nóg dygga hjálp.
Tað hevur tí eisini stóran týdning at menna samstarvið tvørturum geirar fyri at fyribyrgja mistrivnað
hjá børnum og ungum í Føroyum og harvið minka um tørvin, at hesin málbólkur yvirhøvur verður
ávístur til Barna- og ungdómpsykiatrina. Í hesum sambandi verður neyðugt at fáa ment samstarvið
og eisini mett um tørvin á teimum tænastum, sum t.d. Sernám og Gigni veita kring landið. Í hesum
sambandi hava fundir verið millum undirritaða landsstýrismann og landsstýrismannin í
mentamálum fyri at umrøða, hvussu hetta kann gerast. Ætlanin er eisini at taka almannaøkið,
kommunur og avvarðandi stovnar uppí hetta arbeiðið, sum skal tryggja eitt betri tvørgeiraligt
samstarv, har fokus verður á fyribyrging og at veita skjóta hjálp til børn og ung, ið hava sálarliga
avbjóðingar.
Samstundis verður arbeitt við at uppraðfesta psykiatriina. Tvær mió. kr. eru settar á fíggjarlógini
fyri 2022 til m.a. at styrkja um viðgerðartilboðini í Barna- og ungdómspsykiatriini. Samstundis
hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at raðfesta enn meira pening í ár til at fáa bíðilistarnar niður –
hesum verður tað arbeitt við í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur, eftir áheitan frá landsstýrismanninum,
gjørt eitt uppskot til, hvussu bíðilistin og bíðitíðin í Barna- og ungdómspsykiatriini ítøkiliga kann
styttast. Tað er víst á ymiskar loysnir at minka um bíðilistarnar í Barna- og ungdómspsykiatriini.
Hetta verður viðgjørt í løtuni.
Eisini hevur Landssjúkrahúsið víst á, at serlæknamangul hevur verið í Barna- og
ungdómspsykiatriini seinasta árið ella so, og at tað hevur havt ávirkan á bíðitíðina.

-- 2 of 3 --

Landssjúkrahúsið arbeiðir í løtuni við at seta serlæknakonsulent, sum saman við øðrum átøkum,
vónandi fer at bøta um bíðitíðina.
Harumframt fór royndarskipanin at virka í fjør, soleiðis at tað verður bjóðað ókeypis sálarfrøðiliga
viðgerð til aldursbólkin 15 til 35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Hetta fer
vónandi at verða viðvirkandi til, at ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina fyri tann eldra
aldursbólkin (frá 15 ár til og við 17 ár) fer at minka.
Heilsumálaráðið, 2. mars 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
131.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - Langar bíðitíðir í barna og ungdómspsykiatriini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum
,
Evni: Langar bíðitíðir í barna- og ungdómspsykiatriini
Spurningar:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini ?
2. Hvussu nógv børn og ung eru á bíðilista ?
3. Hvussu nógv børn verða útgreinað um vikuna ?
4. Hvussu er tørvurin á innleggingum í barna- og ungdómspsykiatriini ?
5. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at samskipa betur við eitt nú Sernám og Gigni ?
Viðmerkingar:
Tíverri eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini langar. Í heyst svaraði
landsstýrismaðurin, at bíðitíðin var 16-17 mánaðir, og at 196 børn og ung vóru á
bíðilista. Hetta er sera ørkymlandi og ein stórur vøkstur í bíðlistanum.
Tað er sera álvarsamt, at bíðitíðin er so long. Sálarligar líðingar og trupulleikar í
barna- og ungdómsárunum, sum ikki verða viðgjørd tíðliga, økja um vandan fyri
varandi sjúku og trupulleikum. Hetta kann hava ávirkan á lívsgóðskuna bæði í barna-
og ungdómsárunum eins og á alla lívsleiðina.
Skjót hjálp er góð hjálp. Tað ræður um at fáa nøktandi hjálp so tíðliga sum gjørligt.
Tørvurin á innleggingarplássum hjá børnum og ungum varierar. Barna- og
ungdómspsykiatriska dagdeildin (sum hevur møguleika fyri innlegging) hevur nú
hálvt triðja ár á baki. Tí er áhugavert at vita, hvørjar royndir man hevur gjørt sær, og
um innleggingartørvurin er nøktaður við dagdeildini.
Tað hevur verið víst á tvørrandi samstarv og samskipan sum part av longu bíðitíðini.
Tí er eisini týdningarmikið at fáa greiðu á, hvat ítøkiliga verður gjørt á tí økinum, so
børn og ung ikki líða undir tí.
Á Løgtingi, 18. februar 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --