← Løgtingsmál

52-130/2021

Tillagað størv

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Ingilín Strøm - tillagað størv.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
28. februar 2022
Mál: 22/03631
Tygara Skriv:
Viðgjørt: HP
Nr. 52-130/2021
Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-130/2021 frá Ingilín Strøm, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um tillagað størv.
Spurningar:
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu nógv fólk fingu tillagað starv í 2021 í mun til í 2020?
2. Hvussu nógv av teimum, sum fingu starv í 2021, fáa minni í løn, vegna tær
broytingarnar, ið vórðu gjørdar í skipanini við løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember
2020?
3. Hvat hevði tað kostað landskassanum eyka í 2021, um hesi fólk fingu løn samsvarandi
tí, ið var galdandi áðrenn broytingina í løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020?
4. Metir landsstýrismaðurin, at skipanin við tillagaðum størvum, ið fevnir um fólk við
breki og kroniskum sjúkum, var rætta staðið at spara?
Svar:
1. Hvussu nógv fólk fingu tillagað starv í 2021 í mun til í 2020?
Í 2020 vóru 87 persónar, sum fingu játtað tillagað starv, meðan talið av játtanum í 2021 var
77.
Havast skal í huga, at tað eisini eru persónar, sum gevast í tillagaðum starvi (tað kunnu t.d.
vera persónar, sum flyta til fólka- ella fyritíðarpensjón). Talið av ymiskum persónum, sum
í 2020 fingu lønarískoyti var 374 persónar, meðan talið í í 2021 var 401.
2. Hvussu nógv av teimum, sum fingu starv í 2021, fáa minni í løn, vegna tær broytingarnar,
ið vórðu gjørdar í skipanini við løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020?
Lógarbroytingin hevur sambært Almannaverkinum ávirkað lønarískoytið til 50 persónar í
2021.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
3. Hvat hevði tað kostað landskassanum eyka í 2021, um hesi fólk fingu løn samsvarandi tí,
ið var galdandi áðrenn broytingina í løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020?
Um hesir persónar fingu lønarískoyti sambært tí, ið var galdandi áðrenn broytingina í
løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020, høvdu útreiðslur landskassans verið uml. 650
tús. kr. hægri. Tað skal gerast vart við, at ein partur av teimum 50 persónunum eru komnir
í tillagað starv síðst í 2021. Um allir teir 50 persónarnir høvdu fingið lønarískoyti í 12
mánaðir eftir skipanini, sum var galdandi inntil 2021, høvdu útreiðslur landskassans verið
1.260 tús. kr. hægri (í staðin fyri 650 tús. kr.).
4. Metir landsstýrismaðurin, at skipanin við tillagaðum størvum, ið fevnir um fólk við breki
og kroniskum sjúkum, var rætta staðið at spara?
Landsstýrismaðurin fer ikki at taka dagar ímillum, um tað var rættari at spara í tillagaðum
størvum enn á aðrari játtan á almannaøkinum. Undanfarni landsstýrismaður hevur framt
eina røð av raðfestingum, ið bøta um tænastur og umstøður til fólk við breki og kroniskum
sjúkum, men landsstýrismaðurin hevur sum kunnugt ein játtanarkarm at halda seg til í
sambandi við fíggjarlógararbeiði.
Aðalmálið hjá landsstýrismanninum í almannamálum er at tryggja øllum borgarum
neyðugar umstøður fyri góðum lívskorum og rætt til munagóðar almannatænastur til tey,
sum hava tørv á tí. Hetta setur krøv til menning av eini breiðari viftu av tilboðum og
skipanum, men tað setur samstundis krøv til, at vit støðugt endurskoða, um verandi skipanir
kunnu nýhugsast. Tað hevur víst seg, at skiftandi landsstýrisfólk hava havt avmarkaðar
møguleikar at menna vælferðarskipanir, tá vøksturin í lógarbundnum útreiðslum hevur
verið ov stórur.
Játtanin til lønarískoyti til vard- og tillagað størv er útivið 58 mió. kr. hægri í 2022 enn í
2017, og er játtanin til vard- og tillagað størv í 2022 komin upp til uml. 92 mió. kr. Um
lógin ikki varð broytt og við verandi gongd, hevði sannlíkt verið tørvur á eini játtan á umleið
150 mió. kr. um 4-5 ár. Hetta er við til at leggja enn meira trýst á almannaøkið. Havandi
hetta í huga, metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er skeivt at royna at tálma vøksturin á
hesari kontuni.
Almannamálaráðið, 28. februar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
130.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá I. D. Strøm - tillagað størv.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Tillagað størv
Spurningar:
1. Hvussu nógv fólk fingu tillagað starv í 2021 í mun til í 2020?
2. Hvussu nógv av teimum, sum fingu starv í 2021, fáa minni í løn, vegna tær
broytingarnar, ið vórðu gjørdar í skipanini við løgtingslóg nr. 187 frá 18.
desember 2020?
3. Hvat hevði tað kostað landskassanum eyka í 2021, um hesi fólk fingu løn
samsvarandi tí, ið var galdandi áðrenn broytingina í løgtingslóg nr. 187 frá 18.
desember 2020?
4. Metir landsstýrismaðurin, at skipanin við tillagaðum størvum, ið fevnir um fólk
við breki og kroniskum sjúkum, var rætta staðið at spara?
Viðmerkingar:
Í 2020 samtykti Løgtingið við løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020 (lm nr.
031/2020) at broyta skipanina við tillagaðum størvum soleiðis, at tey, sum komu í
skipanina eftir 1. januar 2021, fáa millum 2.100 krónur og 10.000 krónur minni í løn
um mánaðin. Tey, ið fáa tillagað størv, hava mist rættin til sáttmálaásetta løn, og
parturin frá tí almenna til lønina verður ein veiting og kann skifta frá ári til árs við
løgtingslóg heldur enn, at øll lønin fylgir sáttmálanum hjá avvarðandi fakfelag.
Lógaruppskotið skapti mismun millum bólkar av fólki á tveimum punktum: Á einari
síðu mistu tey nýggju, sum komu og fara at koma í skipanina eftir broytingina, rættin
til somu løn sum starvsfelagar teirra. Er ein føddur við ella fær eitt brek ella kroniska
sjúku, so ger tað í sær sjálvum nú, at ein er minni virðismettur enn eins starvsfelagar
eru í mun til løn. Á hinari síðuni er nú eisini munur á teimum, sum eru í skipanini við
tillagaðum størvum, alt eftir um tey av tilvild fingu tillagaða starvið áðrenn ella aftaná
lógarbroytingina.
Broytingin merkti eisini, at um fólk í tillagaðum starvi skifta starv, so fáa tey løn
samsvarandi nýggju skipanini. Tískil er tað ógvuliga ósannlíkt, at nakar teirra
nakrantíð fer at skifta starv, um so var, at tey fingu møguleikan ella ynsktu tað.
At skerja inntøkuna hjá fólki í tillagaðum størvum so nógv kann á ongan hátt sigast at
støðugt bøta um lívskorini hjá fólki, ið bera brek, eins og grein 28 í ST sáttmálanum
um rættindi teirra, ið bera brek, leggur upp til. Somuleiðis gera bæði ST sáttmálin og

-- 1 of 2 --

brekpolitikkur landsins greitt, at ein skal miða eftir at javnstilla fólk, ið bera brek, við
onnur, og hendan lógarbroytingin kann sigast at ganga beint ímóti tí.
Hetta inntrivið í lívsgrundarlagið og rættindini hjá fólki, ið hava tillagað størv, bleiv
samtykt við grundgevingini, at landskassin skuldi spara. Hetta hóast, at øll, sum vóru
til hoyringar, mæltu frá at samtykkja broytingina.
Harafturat varð spurnartekin sett við, hvørt tað fer at loysa seg hjá fólki, ið bera brek
ella hava kroniskar sjúkur, at nema sær útbúgving. Tá lønin ikki kann verða hægri enn
tað sama, so kann tað taka áratíggju at vinna lønarmissin inn aftur, tá ein er undir
útbúgving. Nógv í slíkum størvum kunnu enda í eini støðu, har tey fara á
fyritíðarpensjón, og tí eru tað mong, ið ongantíð kunnu vinna lønarmissin inn aftur.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um sparingin hevur verið so
stór, at tað var tað vert at taka rættindi frá hesum bólkinum og gera liviumstøðurnar
verri hjá teimum, ið eru nýggj í skipanini. Somuleiðis fær nýggi landsstýrismaðurin
hervið møguleikan at bera fram, hvørt hann metir, at lógarbroytingin var røtt at
fremja.
Á Løgtingi, 16. februar 2022
Ingilín D. Strøm

-- 2 of 2 --