52-129/2021
Yvirskipaða rehabiliteringslóg
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. feb. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-129-2021 frá Edvu Jacobsen um yvirskipaða rehabiliteringslóg .pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. februar 2022 HMR j. nr. 22/03405-3 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-129/2021 eftir §52a í tingskipanini um yvirskipaða rehabiliteringslóg frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at orða eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi? 2. Verður tað endiliga talan um “eina hurð” til borgaran tvørtur um geirar? 3. Nær kann væntast, at arbeiðið er komið á mál og lógaruppskot kemur í Løgtingið? Svar: Til spurning 1 og 2 Fyrst er at siga, at lógarkarmar er runt endurvenjingina í løtuni. Í 2015 varð lógarbroyting gjørd í sjúkrahúslógini, har tað verður ásett, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Kunngerð um endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið varð sett í gildi í 2017, og verður endurvenjing allýst sum, «...miðvís, tíðaravmarkað og fyriskipað venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og sálarliga». Sambært kunngerðini skal Sjúkrahúsverkið gera endurvenjingarætlan til sjúklingin, umframt veita sjúklinginum kontaktpersón, ið hevur ábyrgdina av at samskipa endurvenjingina hjá sjúklinginum innan Sjúkrahúsverkið og mótvegis Almannaverki og kommunum. Endurvenjingarætlanin verður -- 1 of 2 -- latin avvarðandi kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda áfram har. Líknandi ásetingar um endurvenjing eru í almannalóggávuni. Sostatt hevur ein sjúklingur rætt til endurvenjingarætlan frá Sjúkrahúsverkinum í løtuni. Hóast lógarkarmar eru kring endurvenjingina, ætlar landsstýrismaðurin nú at taka stig til at endurskoða lóggávuna fyri at meta um, hvørt batar kunnu gerast á verandi skipan. Innleiðandi fundir hava verið innanhýsis í Heilsumálaráðnum umframt eitt samskifti við Lógardeildina, um hvat slag av lóggávu er tað rætta fyri at veita viðgerðartrygd millum geirar, tá ið tað viðvíkur rehabilitering. Skal talan til dømis verða um eina felags lóg ella “lógarpakka”. Undirritaði hevur tikið ábyrgdina av at skipa arbeiðið við eini yvirskipaðari rehabiliteringslóggávu, soleiðis at eingin sjúklingur missir sínar rehabiliteringsmøguleikar og kann verða tryggur við at hava fulla viðgerðartrygd og fáa eina samskipaða rehabiliteringstilgongd millum geirarnar. Landsstýrismaðurin vil samskipa arbeiðið millum geirarnar, tað vil siga millum heilsu-, almanna- og kommunala geiran. Hetta krevur, at allir partar eru við í arbeiðinum at skipa hetta økið. Til spurning 3 Trupult er at siga, nær arbeiðið er komið á mál. Ætlanin er at hava fundir við landsstýrismannin í almannamálum og Kommunufelagið í næstum fyri at umrøða møguligar loysnir. Heilsumálaráðið, 25. februar 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
129.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá E. Jacobsen - Yvirskipaða rehabiliteringslóg.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Yvirskipaða rehabiliteringslóg Spurningar: 1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at orða eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi? 2. Verður tað endiliga talan um “eina hurð” til borgaran tvørtur um geirar? 3. Nær kann væntast, at arbeiðið er komið á mál og lógaruppskot kemur í Løgtingið? Viðmerkingar: Tá hendan samgongan bleiv veruleiki, settu vit okkum fyri at fáa loyst hetta sera týdningarmikla mál, sum øll hava bíðað eftir í rættiliga nógv ár. Vit hava tað greitt niðurskrivað í samgongskjalið. Tað tekur rúma tíð, men arbeiðið er byrjað, og tað er meira, enn man hevur kunnað sagt frammanundan. Hetta er so alneyðugt fyri borgarar og teirra familjur, sum hava brúk fyri almennum tænastum. Tá sjúka og ymiskar avbjóðingar raka eina familju, er sera avbjóðandi at skulu brúka alla orkuna upp á at ringja runt til stovnar og ráð, uttan at at fáa eina greiða ætlan viðvíkjandi hjálp og viðgerð. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 14. februar 2022 Edva Jacobsen -- 1 of 1 --