← Løgtingsmál

52-128/2021

Suðuroyar Sjúkrahús og ferðaætlanin hjá Atlantic Airways

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
FM-293 Sp. til K.L.H. Johannesen frá B. Hammer - Suðuroyar Sjúkrahús og ferðaætlanin hjá Atlantic Airways.pdfuppruna-PDF

Spurningur · Bjarni Hammer · 10. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Suðuroyar Sjúkrahús og ferðaætlanin hjá Atlantic Airways
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin – saman við restini av landsstýrinum - at
loysa málið við, at læknar og sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru darvaðir
av nýggju ferðaætlanini hjá Atlantic Airways?
Viðmerkingar:
Nýggja ferðaætlanin hjá Atlantic Airways ger, at nógvir suðuroyingar verða darvaðir.
Einasta flogfarið úr Danmark leygardag lendir í Vágum kl. 21:10, og Smyril fer av
Havnini kl. 21:15. Tað ger, at suðuroyingar megna ikki at koma suður sama dag, sum
teir koma heim úr útlondum.
Sunnudag er ferðaætlanin eisini broytt, soleiðis at suðuroyingar ikki náa flogfarið til
Danmarkar, sum fer kl. 11:15.
Tað er bæði talan um sjúklingar og læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum verða raktir,
umframt ikki so fáar suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands.
Hetta kann ávirka sjúklingar, sum hava tað svárt frammanundan, tann skeiva vegin,
umframt at útlendskir læknar í Suðuroynni og arbeiðandi suðuroyingar fáa verri
treytir at virka eftir.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 10. februar 2022
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --
128.21 Svar til B. Hammer frá K. L. H. Johannesen - Suðuroyar sjúkrahús og ferðaætlan hjá Atlantic Airways.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 22. februar 2022
HMR j. nr. 22/03233-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-128/2021 eftir §52a í tingskipanini um Suðuroyar sjúkrahús og ferðaætlan
hjá Atlantic Airwais frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin – saman við restini av landsstýrinum - at loysa málið við,
at læknar og sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru darvaðir av nýggju ferðaætlanini hjá
Atlantic Airways?
Til spurning 1
Eftir at sjúkrahúsleiðslan í miðlunum hevur víst á truplu umstøðurnar, sum nýggja ferðaætlanin hjá
Atlantic Airways vildi fáa fyri læknar og sjúklingar, sum skulu ferðast ímillum Suðuroynna og
Danmark, hevur Atlantic Airways gjørt broytingar í ferðaætlanini.
Eisini hevur Atlantic Airways boðið Suðuroyar sjúkrahúsi at heita á tyrlutænastuna sunnumorgnar,
soleiðis at tyrlan kann koma suður eftir teimum sjúklingum og læknum, sum skulu úr Føroyum við
flogrutuni sunnudag.
Broytingarnar í ferðaætlanini eru galdandi í februar og fram til 20. mars. Hetta merkir, at tað verða
trý leygarkvøld, har ferðafólk, sum koma við flogfarinum, ikki sleppa suður við Smyrli sama kvøld.
Sjúkrahúsið hevur skipað tað soleiðis, at læknarnir í hesum førum koma til landið fríggjadag – og
eisini sjúklingarnir í tann mun, tað er tørvur á tí – og tað samstundis letur seg gera.
Landsstýrismaðurin metir, at tað ikki er nøktandi, at Atlantic Airways ikki tekur atlit til Suðuroyar
sjúkrahús og suðuroyingar í síni heild, tá ið broytingar verða gjørdar í teirra ferðaætlan.
Landsstýrismaðurin ger ikki meira við málið í hesum føri, tí mett verður, at loysnir eru funnar, eftir
at sjúkrahúsleiðslan gjørdi vart við trupulleikarnar við ferðaætlanini, sum Sjúkrahúsverkið í einum
avmarkaðum tíðarskeiði kann liva við.

-- 1 of 2 --

Heilsumálaráðið, 22. februar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --