← Løgtingsmál

52-127/2021

Seyður og ferðslutrygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
FM-290, BLJ seyður og ferðslutrygd Skrivligur spurningur § 52a, JA-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · Beinta Løwe Jacobsen · 9. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Seyður og ferðslutrygd
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvur seyður árliga verður koyrdur
yvir á føroysku landsvegunum?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv ferðsluóhapp henda árliga, tí
seyður er á landsvegunum?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør metti kostnaðurin er, um farið varð
undir at stika við landsvegir, har tað ikki longu er gjørt, so seyður ikki sleppur
á landsvegirnar?
Viðmerkingar:
Áhugavert uppskot var á Ungdómstinginum, har skotið varð upp at fáa seyðin av
landsvegunum fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Seyður er til ampa fyri ferðsluna, og vandi kann standast av tí. Men tað snýr seg eisini
um djóravælferð og at tryggja seyðin ímóti at verða yvirkoyrdur.
Fyri at fáa nærri greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispuringur settur.
Á Løgtingi, 9. februar 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --
127.21 Svar frá B. S. Nielsen til B. L. Jacobnsen - Seyður og ferðslutrygd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 21. februar 2022
J. nr.: 22/03361
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-127/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um seyð og ferðslutrygd
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvur seyður árliga verður koyrdur yvir á
føroysku landsvegunum?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv ferðsluóhapp henda árliga, tí seyður er á
landsvegunum?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør metti kostnaðurin er, um farið varð undir at stika
við landsvegir, har tað ikki longu er gjørt, so seyður ikki sleppur á landsvegirnar?
Svar til spurning 1 og 2
Tað er trupult at gera nágreinilig tøl yvir, hvussu nógv ferðsluóhapp eru árliga, tí øll verða ikki
skrásett hjá myndugleikum.
Í samferðsluætlanini fyri 2018- 2030, (s. 234), verður víst til ferðsluhagtøl frá Løgregluni. Í
tíðarskeiðinum 2014- 2017 hevur Løgreglan skrásett 64 óhapp samanlagt, orsakað av seyði. Av
hesum er talan 1 fólkaskaða. Løgreglan fær sostatt bert á leið 15 fráboðanir um árið um óhapp
sum standast av seyði.
Landsverk upplýsir, at seyður er atvold til eini 300 fráboðanir um skaðar til tryggingarfeløgini
samanlagt um árið. Tá seyður verður yvirkoyrdur, kemur ofta fyri at skaði eisini kemur á bilar.
Leysliga mett koma fráboðanir um eini 200 árendar seyðir um árið, og eini 100 fráboðanir um
skaðar á akfør og annað. Tað er sjálvandi ymiskt ár frá ári.
Svar til spurning 3
Landsvegakervið er 477 kilometrar, av hesum eru 32 kilometrar tunlar. Landsverk arbeiðir
støðugt við at betra ferðslutrygdina.
Landsverk hevur mett um kostnaðin av at stika fram við landsvegunum. Ein leyslig meting er, at
100 kilometrar av høvuðsvegi skulu stikast. Eindarprísurin verður mettur til umleið 1 mió.
kr/km. Sostatt kostar tað áleið eini 100 mió. kr.
Tað er kostnaðarmikið at fáa vegir seyðafríðar, tí hegn skal setast upp báðu megin vegin, og
rulluportur og undirføringar skulu gerast. Landsverk hevur tí valt at raðfesta høvuðsvegirnar
fremst (høvuðsvegakervið), og serliga teir høvuðsvegir (strekki) har óhapp verða skrásett.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Viðmerkjast kann at kostnaðurin fyri at stika er bert umleið helvtina av samlaða kostnaðinum,
meðan seyðasmogur og rulluportur kosta líka nógv.
Mannagongdin er, at Landsverk setir hegn upp fram við landsvegi, og festarin/ognarar skulu
halda hegnið viðlíka. Vanliga verður avtala gjørd í hvørjum einasta føri millum Landsverk og
avvarðandi, tá hegn verður sett upp. Hegnað verður at kalla altíð við nýgerð av vegum.
Tinganes, 21. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen
Løgmaður

-- 2 of 2 --