← Løgtingsmál

52-126/2021

Skaðanevnd og ferðslutrygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
FM-289 2022.02.08 FSP Rósa Samuelsen, Skaðanevnd og ferðslutrygd HM-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · Rósa Samuelsen · 9. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Skaðanevnd og ferðslutrygd
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann
seta í verk neyðugt kanningararbeiði eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp?
2. Metir landsstýrimaðurin, at ein skaðanevnd er neyðug, fyri at fyribyrgja
ferðsluóhappum í framtíðini?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir fyri at fyribyrgja
ferðsluóhappum í framtíðini, eitt nú at tryggja landsvegirnar ímóti seyði?
Viðmerkingar:
Í ferðslutrygdarætlanini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd stendur, at neyðugt er at seta á
stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í verk neyðugar kanningar, og sum setir
neyðuga servitan til kanningararbeiðið, ið skal til, fyri at kunna gera eina frágreiðing
fyri hvørt einstakt álvarsligt ferðsluóhapp.
Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór
fram, og hvør orsøkin til óhappið var. Kanningararbeiðið skal í síðsta enda tryggja, at
vit læra av tí, ið er farið fram og fyribyrgja óhappum í framtíðini.
Ein skaðanevnd er virkin í øðrum samanhangum. Skaðakanningar verða gjørdar, tá
eitt nú arbeiðsskaðar koma fyri ella ein vanlukka er á sjónum. Ráðið fyri Ferðslutrygd
meinar, at tað skulu setast líknandi skaðakanningar í verk eftir hvørt álvarsligt
ferðsluóhapp. Á minningardegi teirra deyðu í ferðsluni í fjør varð aftur víst á tørvin á
eini skaðanevnd.
Ungdómstingið legði fyri stuttum fram eitt uppskot til samtyktar um at tryggja
landsvegirnar ímóti seyði, og í orðaskiftinum varð skaðanevndin eisini umrødd.
Seyðir á landsvegum varð tá mett at vera ein trupulleiki av mongum og tískil er
neyðugt at hava eitt nágreiniligt kanningararbeiði eftir hvørt álvarsligt óhapp, so slík
óhapp kunnu fyribyrgjast frameftir.
Á Løgtingi, 9. februar 2022
Rósa Samuelsen

-- 1 of 1 --
126.21 Svar frá B. S. Nielsen til R. Samuelsen - Skaðanevnd og ferðslutrygd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 21. februar 2022
J. nr.: 22/03363-2
Viðgjørt: AP
Svar til fyrispurning nr. 52-126/2021 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni, um skaðanevnd og ferðslutrygd
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn eina skaðanevnd, sum kann seta í
verk neyðugt kanningararbeiði eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp?
2. Metir landsstýrismaðurin, at ein skaðanevnd er neyðug, fyri at fyribyrgja ferðsluóhappum
í framtíðini?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir fyri at fyribyrgja
ferðsluóhappum í framtíðini, eitt nú at tryggja landsvegirnar ímóti seyði?
Svar til spurning 1
Ynski hevur verið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at ein skaðanevnd verður sett á stovn. Hetta er
eitt av tilmælunum í Ferðslutrygdarætlanini 2019-2027. Umhugsað verður at kanna nærri, hvør
tørvurin við einari skaðanevnd er, og hvussu eitt tílíkt arbeiðið møguliga kundi verið skipað.
Seinastu nógvu árini eru allar álvarsligar ferðsluvanlukkur blivnar kannaðar av avvarðandi
myndugleikum, sum hava ábyrgd av teimum ymisku fakøkjunum. Akstovan kannar akførini,
løgreglan ger ferðslutekniskar kanningar á staðnum, og Landsverk ger metingar av
vegaumstøðunum, og hetta verður framvegis gjørt tann dag í dag.
Svar til spurning 2
Ein skaðanevnd kann vera við til at varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví vanlukkur henda. Tað
er tó framvegis sera umráðandi, at tað stóra fyribyrgjandi- og upplýsandi arbeiðið innan økið
heldur áfram, sum er av avgerandi týdningi fyri fyribyrging av ferðsluvanlukkum. Til at gera
hetta arbeiðið hava vit Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum vegna myndugleikarnar, stendur fyri hesum
arbeiðinum, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein
av ferðsluvanlukku á føroyska vegakervinum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 3
Tað er ein ávísur ferðsluvandi á teimum vegastrekkjunum, har seyður er á vegnum, serliga har
ferðmarkið er 80 km/t. Nøkur vegastrekki eru hegnað, men í sambandi við nýgerð verður sum
oftast hegnað fram við vegnum samstundis. Tó er tað sera kostnaðarmikið at fáa vegastrekki
seyðafrí. Tað kostar umleið 1 millión krónur fyri hvønn kilometur, sum skal stikast. Víst verður
eisini til fyrispurning 52-127/2021 um seyð og ferðslutrygd.
Tinganes, 21. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --