52-125/2021
Stuðul úr Róðragrunni Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. feb. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
FM-287 FSP, Jaspur Langgaard - Stuðul úr Róðrargrunni Føroya, PL-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · Jaspur Langgaard · 9. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Stuðul úr Róðrargrunni Føroya Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at stuðulsreglurnar eru rættar, sum tær eru í dag? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at Róðrargrunnur Føroya er best egnaður til tey feløgini, sum eiga allar bátastøddir, og sum bara hava tørv til útskifting til nýggjar bátar? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at Róðrargrunnur Føroya hjálpir teimum feløgunum, sum fara at mangla bát, og síggja, at tey komandi ár mugu fáa ein bát, og fáa noktandi stuðul úr grunninum, tí at kjølurin er strektur áðrenn 25. apríl sama ár, sum søkt verður um stuðul úr grunninum? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at 100.000 kr. í árligum stuðli er nóg mikið til grunnin, nú tað verður tørvur á fleiri bátum - kappróðrarbáturin er tann mest smíðaði báturin í Føroyum, sum nú er góðtikin hjá UNESCO? Viðmerkingar: Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður í 1970, tí róðrarfólk kring landið vildu styðja upp undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga. Í 2018 varð grunnurin endurreistur, tí Løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði pening til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga. Í grein 3 í viðtøkunum fyri grunnin stendur: ”Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl.” Haraftrat stendur, at studningur eisini kann latast til ”skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu.” Í 2018 lat grunnurin stuðul til bátasmíð. Kappróðrarfeløg, sum eru limir í Róðrarsambandi Føroya, kunnu søkja um stuðul úr Róðrargrunni Føroya. Grunnurin letur í hesum umfari feløgum stuðul at smíða nýggjan kappróðrarbát. Feløg, sum ætla at søkja um stuðul, verða biðin um at senda grunninum umsókn og upplýsa kostnaðarætlan og tíðarætlan. Eisini skulu upplýsast bátastødd og bátasmiður. Róðrargrunnur Føroya letur í ár tilsamans 100.000 kr. í stuðli. Róðrarfeløg kunnu søkja stuðul frá 1. apríl til 25. apríl og sleppa ikki at byrja uppá nýggjan bát, fyrr enn tey hava fingið játtandi svar frá grunninum. -- 1 of 2 -- Grunnurin er fyri at hjálpa einum róðrarfelag at fáa bátar til sítt felag og er fyri at hjálpa serliga teimum veiku feløgunum, sum ikki hava nógvar pengar. Tað hevur stóran týdning, at politiski myndugleikin eru við til at stuðla undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 9. februar 2022 Jaspur Langgaard -- 2 of 2 --
125.21 Svar frá J. av Rana til J. Langgaard - Stuðul úr Róðrargrunni Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 22. februar 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-67 Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-125/2021 frá Jaspur Langgaard, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um stuðul úr Róðrargrunni Føroya Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at stuðulsreglurnar eru rættar, sum tær eru í dag? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at Róðrargrunnur Føroya er best egnaður til tey feløgini, sum eiga allar bátastøddir, og sum bara hava tørv til útskifting til nýggjar bátar? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at Róðrargrunnur Føroya hjálpir teimum feløgunum, sum fara at mangla bát, og síggja, at tey komandi ár mugu fáa ein bát, og fáa noktandi stuðul úr grunninum, tí at kjølurin er strektur áðrenn 25. apríl sama ár, sum søkt verður um stuðul úr grunninum? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at 100.000 kr. í árligum stuðli er nóg mikið til grunnin, nú tað verður tørvur á fleiri bátum - kappróðrarbáturin er tann mest smíðaði báturin í Føroyum, sum nú er góðtikin hjá UNESCO? Svar Til 1: Fyri Róðrargrunn Føroya eru viðtøkurnar frá 1970 framvegis í gildi, og aðalætlanin er at stuðla róðrinum, tjóðarítrótti okkara. Tað er rætt, sum Jaspur Langgaard, tingmaður, sigur, at sambært § 3 í viðtøkunum ber m.a. til at søkja um stuðul til at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús, róðrarhyl, umframt at stuðul kann latast til skúlaróður og útgávu av føroyskari róðrarsøgu. Eg havi spurt meg fyri hjá stýrinum fyri Róðrargrunnin, sum hevur greitt frá, at tað beinanvegin gjørdi av at virða Løgtingsins vilja og einans stuðla feløgum, sum ætlaðu at smíða nýggjar kappróðrarbátar, hóast viðtøkurnar loyva øðrum stuðli. Hetta var fyrst og fremst orsakað av, at játtanin á fíggjarlógini ásetur, at hon er til bátasmíð og ikki annað. Eg havi ikki so sterka meining um spurningin, hvørt stuðulsreglurnar eru rættar, men eg haldi, at Róðrargrunnurin fylgir viljanum hjá Løgtinginum um at stuðla smíði av føroyskum kappróðrarbátum fyri harvið at menna okkara tjóðarítrótt. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Fíggjarlógarteksturin sigur á konto 7.24.6.18 við yvirskriftini ”Stuðul til at smíða kappróðrarbátar”, at: ”Endamálið við játtanini er at stuðla smíð av føroyskum kappróðrarbátum og harvið menna okkara tjóðarítrótt. Hetta er liður í at uppraðfesta føroyska sermentan, har føroyski kappróðrarbáturin er nakað heilt serligt.” Til 2: Eg skal ikki kunna siga, hvørt Róðrargrunnurin er betri egnaður til ávís feløg fram um onnur. Eg kann upplýsa, at sambært viðtøkunum kann stuðul játtast bæði smáum og stórum kappróðrarfeløgum. Tað, ið hevur týdning, er, at feløgini, sum søkja um stuðul, lúka ásettu treytirnar og lata grunninum neyðugu upplýsingarnar. Her kann eg leggja afturat, at eg havi fingið upplýst frá Róðrargrunninum, at hesi feløg hava fingið játtað stuðul úr Róðrargrunni Føroya minst eina ferð síðan 2018: Argja Róðrarfelag, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, Havnar Róðrarfelag, Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag, Kappróðrarfelagið NSÍ, Kappróðrarfelagið Tindur, Klaksvíkar Róðrarfelag, Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag, Miðvágs Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur, Sandavágs Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, Sørvágs Róðrarfelag og Sunda Róðrarfelag. Til 3: Sambært stýrinum fyri Róðrargrunnin hevur grunnurin hvørt ár síðan 2018 játtað alla upphæddina frá Løgtinginum. Í játtanini um stuðul hevur stýrið tilskilað, at um kjølurin ikki var strektur, áðrenn næsta stuðulsár byrjaði, fall upphæddin aftur til grunnin. Tá kundi felagið søkja av nýggjum. Hetta er hent fleiri ferðir. Til 4: Stýrið fyri Róðrargrunnin hevur upplýst, at nakrir bátasmiðir aftrat eru farnir at smíða kappróðrarbátar seinastu árini, og tí fer talið á nýggjum kappróðrarbátum helst at vaksa. Tær 100.000 kr., sum higartil eru játtaðar grunninum, fara tí ivaleyst at muna minni enn frammanundan, og grunnurin sjálvur mælir tí til at hækka játtanina. Hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur, ið kann verða viðgjørdur nærri. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrimaður -- 2 of 2 --