← Løgtingsmál

52-124/2021

Eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
124.21 Svar frá J. av Rana til J. Dahl - Málráðið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 18. februar 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-63
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-124/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, eftir, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um eftirmeting av Málráðnum við tí
skerda stavraðnum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at viðgera virksemið hjá Málráðnum í Løgtingum, vísandi til lógina
um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta føroyska stavraðið, soleiðis at vanliga latínska alfabetið,
sum allur heimurin brúkar, er við?
Svar
Til 1. Ásett er í lógini um málráð frá 1. jan. 2013, at landsstýrismaðurin eftir 3 árum skal leggja
frágreiðing fyri Løgtingið, um hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um
Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Ein eftirmeting var gjørd í 2016, sum tó ongantíð var løgd fram. Eg haldi, at so nógv tíð er frá liðin
síðan eftirmetingina, at hon ikki kann standa einsamøll.
Nýtt Málráð tók við í juli 2021 og hevur nú havt eina tíð at finna sær til rættis. Í samráð við nýggja
Málráðið fari eg at taka stig til eina frágreiðing um virksemið og taka støðu til, um ein nýggj
eftirmeting skal gerast. Í frágreiðingini skal spurningurin, hvørt reglur um Staðarnavnanevndina
og Navnanevndina áttu at verið ásettar í lógina um málráð, eisini viðgerast gjøllari.
Til 2.
Landsstýrismaðurin skal løggilda stavsetingarorðabókina, tá hon er liðug, men ikki sjálvur áseta
reglurnar, sbr. § 7, stk. 1 í lógini.
Í Stavsetingarorðabókini, sum er í gerð, eru eisini bókstavirnir c, q, w, x og z, sum verða nýttir í
ávísum orðum av fremmandum uppruna.
Í Stavsetingarorðabókini verða bókstavirnir skipaðir soleiðis:
a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
FM-288, Johan Dahl, Eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum, PL-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at viðgera virksemið hjá Málráðnum í Løgtingum, vísandi til lógina
um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta føroyska stavraðið, soleiðis at vanliga latínska alfabetið,
sum allur heimurin brúkar, er við?
Viðmerkingar:
Tað vóru nógvir føroyingar, sum í 2013 og 2014 mótmæltu skerjingini av
móðurmálsalfabetinum, og ein kanning vísti, at bara 30% av føroyingunum tóku undir við
skerjingini, meðan 70% vildu hava óskert alfabet. Eisini aðrir áhugabólkar og persónar, við
áhuga fyri føroyska málinum, vístu sína misnøgd og gjørdu sínar almennu viðmerkingar til
skjeringarnar í móðurmálsalfabetinum.
Eisini vísti ein kanning hjá Lóður á vári 2014, at 64% taka undir við, at c, q, w, x og z skulu vera
við í alfabetinum, meðan 26% søgdu nei.
Meirilutin í Málráðnum helt tó fast við sítt tilmælið frá 2013 og kravdi, at móðurmálsalfabetið
varð skert við fimm bókstavum (c, q, w, x og z). Minnilutin í Málráðnum ynskti at varðveita
móðurmálsalfabetið, t.v.s. tað vanliga latínska alfabetið, í fullari longd eins og allur
vesturheimurin, íroknað teir føroysku serbókstavirnar.
Minnilutin gjørdi sítt egna uppskot, sum umboðar móðurmálsalfabetið, við øllum 34 stavunum,
og sum er tað sama, ið verður brúkt sum bókstavaindeks í Móðurmálsorðabókini og tí komandi
Rættstavingarorðabókini.
Sambært lógini um Málráðið, § 10. Stk. 3 stendur: “Landsstýrismaður skal eftir 3 árum leggja
fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, og kanna um til ber at áseta reglur
um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.”
Verandi Eftirmeting av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eigur at leggjast fyri Løgtingið
til eitt aðalorðaskifti, um lógin virkar eftir ætlan, og um skerda stavraðið, einvegis framt av
meirilutanum og móti fólksins vilja, ikki eigur at víkja fyri okkara móðurmálsalfabeti, sum vit
brúka hvønn dag. Umframt at tað hevur verið í Móðurmálsorðabókini í mong ár, og fer eisini at

-- 1 of 2 --

vera í tí komandi Rættstavingarorðabókini.
Tað hevur stóran týdning, at føroyingar og ymiskir fakbólkar hava frælsi og møguleika at
gagnnýta okkara skriftmál optimalt og soleiðis sum vit kenna tað. Tí verður hesin fyrispurningur
settur.
Á Løgtingi, 8. februar 2022
Johan Dahl

-- 2 of 2 --