52-123/2021
Landingar hjá uppsjóvarskipum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
123.21 Svar frá Á. Skaale til J. Joensen - Landingar hjá uppsjóvarskipum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 18. februar 2022 Mál: 22/03033-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-123/2021 Svar til fyrispurning 52-123/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um landingar hjá uppsjóvarskipum Spurningar: 1. Hvørjar avbjóðingar eru við landingartørni hjá uppsjóvarskipum, sum fiska eftir svartkjafti, makreli og sild, tá fiskaríið er í hæddini? 2. Er tað munur á skipum, sum hoyra til virkini, og skipum, sum ikki eru tongd at ávísum virki? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er skilagott, at skip liggja upp til fleiri dagar og bíða eftir landingartørni? 4. Hvørjar loysnir sær landsstýrismaðurin fyri sær á hesum økinum, soleiðis at skipini sleppa aftur til fiskiskap sum skjótast? Svar: Til nr. 1. Sum víst verður á í viðmerkingunum til spurningarnar, er tað ein avbjóðing við landingartørnum, at skip kunnu koma út fyri at bíða leingi eftir at sleppa framat at landa. Hetta hevur við sær, at skipið missir fiskitíð, at dygdin á fiskinum versnar, meðan bíðað verður, og kann ávirka prísin, sum skipini fáa. Til nr. 2. Fiskimálaráðið hevur ikki upplýsingar um hesi viðurskifti. Til nr. 3. Tað hevur verið breið politisk semja um, at øll veiða hjá føroyskum skipum í mestan mun skal leggjast upp í Føroyum. Hetta var sett í gildi við løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og er endurtikið í sjófeingislógini. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Í samgonguskjalinum hava flokkarnir avtalað, at allur fiskur skal landast í Føroyum, men tilskilað er, at um móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, skal undantak verða givið. Í uppskotinum til sjófeingislógina verður sum ein av grundgevingunum fyri landingarkravinum víst á, at sum mest av fiski skal koma upp á land í Føroyum fyri á tann hátt at skapa virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum. Sjófeingislógin heimilar landsstýrismanninum at gera undantak viðvíkjandi treytini, at veiðan skal verða landað í Føroyum. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður í tí sambandi tilskilað, um móttøkukapasiteturin ikki klárar at fylgja við veiðuni – t.d. vegna vantandi móttøkukapasitet av svartkjafti í háárstíð. Tá støða skal takast til, um tað er skilagott, at skip liggja upp til fleiri dagar og bíða eftir landingartørni, skal landsstýrismaðurin meta um m.a. grundgevingina fyri landingarásetingini, at sum mest av fiski skal koma upp á land í Føroyum fyri á tann hátt at skapa virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, upp ímóti vansunum hjá skipunum vegna vantandi móttøkukapasitet. Tað ber tí ikki til at geva eitt eintýtt svar, hvørt tað er skilagott at gera undantak ella ikki. Svarið veldst um umstøðurnar, ið eru galdandi – og tær kunnu vera ymiskar til ymiska tíð. Her kann vera hóskandi at leggja afturat, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári, síðani lógarásetta kravið um landing í Føroyum kom í gildi í 2018, hevur gjørt undantak viðvíkjandi svartkjafti. Hetta hevur verið gjørt eftir ynski frá skipunum og ásannandi, at tað ikki hevur verið sloppið undan langari tíð at bíða eftir at sleppa framat at landa. Frá um mars/apríl og fram til hálvan juni hevur tí verið loyvt øllum føroyskum skipum at landa alla sína veiðu av svartkjafti uttanlands. Til nr. 4. Landsstýrismaðurin fylgir gongdini. Um hann metir, at grundarlag er fyri at geva undantak, verður tað gjørt við broyting í kunngerðini um landing í Føroyum – kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019. Árni Skaale landsstýrismaður -- 2 of 2 --
FM-286 Jóhannis um landingar, AR-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Landingar hjá uppsjóvarskipum Spurningar: 1. Hvørjar avbjóðingar eru við landingartørni hjá uppsjóvarskipum, sum fiska eftir svartkafti, makreli og sild, tá fiskaríið er í hæddini? 2. Er tað munur á skipum, sum hoyra til virkini, og skipum, sum ikki eru tengd at ávísum virki? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er skilagott, at skip liggja upp til fleiri dagar og bíða eftir landingartørni? 4. Hvørjar loysnir sær landsstýrismaðurin fyri sær á hesum økinum, soleiðis at skipini sleppa aftur til fiskiskap sum skjótast? Viðmerkingar: Tað er javnan frammi, at skip eru noydd til at bíða eftir landingartørni, tá fiskaríið eftir uppsjóvarfiski er í hæddini. Tað er serliga torført, tá útlendsk uppsjóvarskip eisini landa í Føroyum. Tað kann eisini gerast ein avbjóðing hjá skipunum, sum ikki hoyra til ávís virki, tí tey kunnu lætt enda aftast í landingarbíðirøðini. Hetta merkir, at tey ofta bíða longur. Viðhvørt skipar Fiskimálaráðið soleiðis fyri, at landast kann uttanlands í styttri tíðarskeið. Tað er onki yvir at dylja, at tað er ein avbjóðing, um skip mugu bíða leingi. Bæði tí, at tað stjelur tíð frá fiskarínum, og tí at dygdin á fiskinum minkar fyri hvønn dag, ið gongur. Harvið selja skipini fyri verri prís. Fiskaríið eftir svartkjafti er í hæddini, og tí koma nógv tons upp á land komandi tíðina. Veðrið hevur verið stak vánaligt og hevur hetta tarnað fiskiskapinum. Avbjóðingin er tó javnan, at skip mugu bíða í dagar eftir landingartørni. Fyri at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hesa afturvendandi avbjóðing, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 8. februar 2022 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --