← Løgtingsmál

52-122/2021

Bíðilistar hjá sjúkrahúsverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
122.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Joensen - Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 18. februar 2022
HMR j. nr. 22/02971-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-122/2021 eftir §52a í tingskipanini um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum frá
Jóannis Joensen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu long er bíðitíðin til ymisku viðgerðirnar hjá sjúkrahúsverkinum?
2. Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?
3. Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?
Til spurning 1
Sjúkrahúsverkið ger hundraðtals ymiskar kanningar, útgreiningar og viðgerðir og tað ber ikki til at
geva eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv fólk í løtuni bíða til allar hesar kanningar og viðgerðir.
Arbeiðið við at fáa álítandi bíðilistar og tíðir er umfatandi og samansett. Tað er eingin loyna, at
hóast talgilda heilsuskipanin, sum Sjúkrahúsverkið brúkar, virkar sera væl á kliniska stignum, so er
hon ikki sett eins væl upp í mun til at stýra yvirskipað við – millum annað tá tað kemur til
hagtalsbrúk, bíðitíðir o.a.
Sjúkrahúsverkið er í gongd við at menna hendan partin og fór á sumri í 2020 undir javnan at
almannakunngera bíðilistar og bíðitíðir á útvaldum serlæknaøkjum. Hesir síggjast á heimasíðuni hjá
Landssjúkrahúsinum: ls.fo. Arbeitt verður við at fáa fleiri serøkir í yvirlitið.
Sjúkrahúsverkið hevur kannað hagtølini fyri søguligar bíðitíðir, sum fevna um bíðitíðir aftur í tíð.
Altso, hvussu leingi bíðaðu sjúklingarnir eftir at fáa fótin innum gáttina til sjúkrahúsverkið eftir
ávísing frá t.d. kommunulækna. Talan er ikki um akuttar støður. Sjúkrahúsverkið hevur nú tikið
samanum tølini fyri 2021 sum vísa seg at verða umleið tey somu sum fyri 2020. Sí tølini fyri útvald
serlæknaøkið fyri 2021 niðanfyri. Tølini eru ikki endaliga valideraði, og skulu tí takast við ávísum
fyrivarni.
Koronasmittan hevur darvað virkseminum nakað í 2022. Tó væntar Sjúkrahúsverkið, orsaka av
koronasmittuni at bíðilistarnir eru vaksnir nakað á summum økjum hetta tíðarskeiðið og harvið
eisini bíðitíðin, eitt nú til ávísar skurðviðgerðir.

-- 1 of 3 --

Skurðøkið
Um hugt verður eftir útvaldum økjum innan skurðøkið fyrst, so siga hagtølini, at miðalbíðitíðin til
at koma til fyrstu viðtalu í parenkymkirurgi (t.d. tarmur livur, magi v.m) í 2021, hevur verið um 1-3
mánaðir í Sjúkrahúsverkinum, til endoskopi (kikarakanning) hevur bíðitíðin í miðal verið 1-2
mánaðir, til serlækna í kvinnusjúkum hevur bíðitíðin verið um ein mánað, og í urologi (m.a. landrás
og nýrur), eru tað tríggjar mánaðir bíðitíð í miðal til serlækna. Ortopedkirurgi fevnir um nógv økir,
eitt nú føtur, mjadnar, rygg, knø, akslar og ítróttarskaðar og eru staðfestu bíðitíðirnar eisini ymiskar.
Somuleiðis er eisini ein ávísur munur ímillum sjúkrahúsini á summum økjum. Í miðal kanst tú
vænta at bíða einar tríggjar mánaðir eftir at koma til forkanning ella 1. viðtalu í ortopedkirurgiini.
Medisinska økið
Sjúkrahúsverkið hevur eisini hugt eftir staðfestu bíðitíðunum í 2021 á útvaldum medisinskum
serlæknaøkjum. Í onkologiini (krabbameinssjúkur) er bíðitíðin til 1. viðtalu í miðal 10 dagar, í
gastroenterologiini (maga-tarm sjúkur) frá undir einum mánað til tríggjar mánaðir. Í neurologiini
(nervalag) hava tey, ið hava verið til 1. viðtalu í ár, bíðað í 2-4 mánaðir – har bíðitíðin fyri umleið
tveimum árum síðani var umleið 12 mánaðir. Til lungamedisin hevur bíðitíðin til fyrstu viðtalu
verið ein góðan mánað og í reumatologiini (gikt) hevur bíðitíðin verið um fýra mánaðir til fyrstu
viðtalu. Til svøvnambulatoriið er bíðitíðin ein mánað ella so, og bíðitíðin til pínuklinikkina er
millum 3 og 6 mánaðir, alt eftir um talan er um fyrstu samrøðu við eitt heilsustarvsfólk ella
tvørfakliga fyrstu samrøðu.
MR- og CT skanningar
Landsstýrismaðurin hevur eisini raðfest at fáa bíðitíðina til MR-skanningar niður á
Landssjúkrahúsinum. Um farið verður til byrjanina av 2019 var bíðitíðin til at sleppa til eina MR-
skanning umleið 6 vikur, ið varð mett at verða ov long tíð til eina tílíka kanning. Tað vórðu 250 tús.
kr. játtaðar til hetta økið í 2020 og aftur 500 tús. kr. í 2021, soleiðis at MR skannarin hevur verið
opin fýra kvøld um vikuna.
Tað er eydnast at fáa bíðitíðina burtur, soleiðis at tað í dag ongin bíðitíð er til MR-skanningar.
Tá ið tað kemur til CT-skanningar er tað soleiðis, at ávísingarnar verða visiteraðar dagliga og
sjúklingar fáa upplýst tíð beinanvegin. Tað skal havast í huga, at ein CT-skanning kann krevja størri
fyrireiking, tað við siga, at aðrar kanningar – til dømis onkrar blóðroyndir skulu fyriliggja fyrst og
at tað tí tekur longri tíð, áðrenn skanningin kann verða framd. Kanningar, sum ikki hasta verða
raðfestar og planlagdar 6 vikur fram. Samstundis er gjørt pláss fyri tí, sum kann væntast at koma
afturat, t.e. skanning av innløgdum, akuttum og sonevndum “sub-akuttum” sjúklingum.
Til spurning 2
Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært
viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna- og ungdómspsykiatriina, sum
skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Stóra avbjóðingin er, at nógv
børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag,
skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna- og ungdómspsykiatriini. 217
børn vóru á bíðilista í barna- og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum
vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíðaðu tey í miðal 5-6 mánaðir, so talan er um ógvusligan vøkstur.

-- 2 of 3 --

Bíðitíðin til útgreining fyri ADHD fyri vaksin er eisini long, umleið 15 mánaðir. Í hesum sambandi
kann nevnast at bíðitíðin hevur verið omanfyri trý ár um vit fara umleið 3-4 ár aftur í tíð. Onnur økir
í psykiatriini hava styttri bíðitíð. Til dømis er bíðitíðin til fyrstu viðtalu fyri fólk við demens tríggjar
vikur, til fyrstu vitjan í økispsykiatriini er bíðitíðin tríggjar vikur, og til forsamrøðu við lækna í
psykiatriini fyri vaksin, er bíðitíðin tveir mánaðir.
Til spurning 3
Frá fyrsta degi hevur Landsstýrið raðfest heilsuøkið høgt. Samgongan setti sær fyri, at í hesum
skeiðnum skuldu játtast í minsta lagi 100 mió. kr. til heilsuøkið, umframt lønarhækkingar og
prísøkingar. Nú skeiðið er meira enn hálvrunnið er komið væl áleiðis, og sett eru fleiri
heilsustarvsfólk. Hetta fer at halda fram.
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hevur sett fleiri átøk út í kortið, sum m.a. skulu hava við sær, at
virksemið og tilfeingið í Sjúkrahúsverkinum kann gagnnýtast til fulnar.
Í hesum høpi kann nevnast ein felags visitatiónsskipan fyri Sjúkrahúsverkið. Við einari inngongd og
felags visitasjón til ávísingar innan hvørja sergrein, kann sleppast undan dupultávísingum og harvið
kann kapasiteturin gagnnýtast optimalt, og gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum. Somuleiðis er
skjøtul settur á arbeiðið, sum hevur til endamáls at tryggja, at allar skurðlinjur og
ambulatoriikapasitetur í Sjúkrahúsverkinum verður gagnnýttur optimalt, so sjúklingurin ikki bíðar
óneyðugt eftir kanning og viðgerð.
Í desember 2019 varð eitt álit handað landsstýrismanninum um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum.
Í álitinum verður víst á fleiri átøk, ið eiga at verða gjørd fyri at stytta um bíðilistarnar og
bíðitíðirnar. Arbeiðsbólkur við umboðum fyri tey 3 sjúkrahúsini og Heilsumálaráðið sita í løtuni og
viðgera tilmælini og koma í næstum við ítøkiligum uppskotum til, hvussu tilmælini kunnu setast í
verk, og hvussu tey kunnu raðfestast.
Psykiatriin er raðfest á fíggjarlógini fyri 2022. Tvær mió. kr. eru settar av til m.a. at styrkja um
viðgerðartilboðini í Barna- og ungdómspsykiatriini. Í hesum sambandi hevur Sjúkrahúsverkið eftir
áheitan frá landsstýrismanninum gjørt eitt uppskot til, hvussu bíðilistin og bíðitíðin í Barna- og
ungdómspsykiatriini ítøkiliga kann styttast. Tað er víst á ymiskar loysnir at minka um bíðilistarnar í
Barna- og ungdómspsykiatriini. Hetta verður viðgjørt í løtuni.
Eisini hevur Landssjúkrahúsið víst á, at serlæknamangul hevur verið í Barna- og
ungdómspsykiatriini seinasta árið ella so og at tað hevur havt ávirkan á bíðitíðina. Landssjúkrahúsið
arbeiðir í løtuni við at seta serlæknakonsulent, sum saman við øðrum átøkum, vónandi fer at bøta
um bíðitíðina.
Heilsumálaráðið, 18. februar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
FM-285, Jóhannis um bíðilistar, PL-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Bíðilistar hjá sjúkrahúsverkinum
Spurningar:
1. Hvussu long er bíðitíðin til ymisku viðgerðirnar hjá sjúkrahúsverkinum?
2. Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?
3. Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?
Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi um stóru bíðilistarnar á ávísum viðgerðum í
heilsuverkinum. Hetta ávirkar nógvar geirar í samfelagunum og ikki minst
familjurnar, sum bíða.
Skúlar royna at skipa viðurskiftini til tørvin hjá næmingunum við serligum
avbjóðingum. Hetta er ofta, meðan næmingarnir bíða eftir eini útgreining og einum
betri tilboði. Ofta skal ein útgreining til fyri at fáa nøktandi hjálp, m.a. til fleiri
stuðulstímar ella øðrvísi skúlatilboð.
Tí er tað bíðilistin, sum ger, at m.a. skúlabørn ikki fáa nøktandi karmar ella hjálp í
skúlanum. Henda gongd er óivað eisini á øðrum økjum, m.a. barnagarðsøkinum.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa yvirlit yvir støðuna.
Á Løgtingi, 8. februar 2022
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --