← Løgtingsmál

52-121/2021

Føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
121.21 Svar frá B. S. Nielsen til B. L. Jacobsen - Føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 121/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Beintu Løwe, løgtingsmanni, um føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður um
uttanríkispolitikk?
2. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður um
handilspolitikk við umheimin?
3. Metir løgmaður, at Danmark dugir betur at røkja føroysk uttanríkispolitisk og
handilspolitisk áhugamál, enn Føroyar sjálvar?
4. Veit løgmaður ella er løgmaður kunnaður um, hvørt ætlanin er at styrkja danska
uttanríkismálaráðið ella forsætismálaráðið, tá tað ræður um føroysk viðurskifti?
Svar:
Spurningur 1
Uttanríkismál eru formliga felagsmál, sum ríkismyndugleikarnir umsita. Í ávísum uttanríkismálum hava
Føroyar og Danmark somu grundleggjandi áhugamál.
Men í øðrum uttanríkispolitiskum málum hava Føroyar og Danmark ikki somu áhugamál, og hesum er
eisini rúm fyri í samstarvinum við Danmark. T.d. í handilspolitikki og fiskiveiðusamstarvi, har Føroyar
og ES/Danmark eru hvør sín sáttmálapartur.
Spurningur 2
Tá ið um ræður handilspolitikk, eru Føroyar og ES/Danmark ikki sami sáttmálapartur og hava
Danmark/ES og Føroyar ikki altíð somu áhugamál.
Spurningur 3
Føroyar skulu vera ein virkin og álítandi samstarvspartur í millumtjóða høpi. Sum ein partur av
heimssamfelagnum hava Føroyar møguleikar at troyta og rættindi at brúka, men eisini skyldur at halda og
ábyrgd at lyfta í felag við heimsins tjóðum. Tað eru altíð føroysk áhugamál, sum eru stýrandi fyri
uttanríkispolitisku kós okkara.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Spurningur 4
Danska stjórnin hevur áður kunnað landsstýrið um, at tey vilja styrkja vitanina í donsku skipanini um
føroysk og grønlendsk viðurskifti.
Harafturat eru Danmark, Føroyar og Grønland samd um, at samstarvið millum londini í
ríkisfelagsskapinum skal styrkjast enn meira. Hetta er orsøkin til, at Samstarvsráðið er sett á stovn, sum
skal viðgera uttanríkis- trygdar- og verjumál.
Í Tinganesi, 11. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --
121.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá B. L. Jacobsen - Føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum
Spurningar:
1. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður
um uttanríkispolitikk?
2. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður
um handilspolitikk við umheimin?
3. Metir løgmaður, at Danmark dugir betur at røkja føroysk uttanríkispolitisk og
handilspolitisk áhugamál, enn Føroyar sjálvar?
4. Veit løgmaður ella er løgmaður kunnaður um, hvørt ætlanin er at styrkja
danska uttanríkismálaráðið ella forsætismálaráðið, tá tað ræður um føroysk
viðurskifti?
Viðmerkingar:
Danski uttanríkisráðharrin hevur í januar í ár kunnað Udenrigspolitisk Nævn hjá
danska Fólkatinginum um ætlaðu strategiina hjá dønum á uttanríkisøkinum komandi
árini.
Í ætlanini um uttanríkis- og trygdarpolitisku strategiina stendur m.a. ”Derfor skal
dansk udenrigs- og sikkerhedspolitik fremover sætte kurs efter et værdipolitisk
kompas. Så vi ved, hvad vi kæmper for. Hvem vi kæmper med. Og hvad vi kæmper
imod. Sådan fremmer vi bedst danske interesser i en verden uden faste holdepunkter.”
Eisini stendur: ”Endelig skal indplaceringer fra Grønland og Færøerne fremme en
udenrigstjeneste for hele rigsfællesskabet”
Dentur verður lagdur á at styrkja donsk áhugamál. Søgan hevur tó víst, at føroysk og
donsk áhugamál ikki altið eru tey somu.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin spurningur settur løgmanni.
Á Løgtingi, 1. februar 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --