← Løgtingsmál

52-120/2021

Foreldramyndugleikalógin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
120.21 Svar frá S. E. Nolsø til J. Dahl - Foreldramyndugleikalógin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
11. februar 2022
Mál: 22/02343
Tygara Skriv:
Viðgjørt: SPD
Nr. 52-120/2021
Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-120/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um foreldramyndugleikalógina
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina,
herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í
foreldramyndugleikalógini?
Svar:
Landsstýrismaðurin er í ferð við at leggja síðstu hond á dagføring av
foreldramyndugleikalógini. Ætlanin er, at Løgtingið skal viðgera uppskot til broyting í
foreldramyndugleikalógini í hesi tingsetuni. Landsstýrismaðurin miðar ímóti, at endaliga
uppskotið verður sent Løgtinginum áðrenn freistina fyri uppskot, ið skulu viðgerast í hesi
tingsetuni, sum er 28. februar.
Almannamálaráðið, 11. februar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
120.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá J. Dahl - Foreldramyndugleikalógin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Foreldramyndugleikalógin
Spurningar:
1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir
at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í
foreldramyndugleikalógini?
Viðmerkingar:
Tað eru nógv foreldur í Føroyum, sum hava trupulleikar ella avbjóðingar við rættindum hjá
barninum og felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa, herundir hvørji rættindi og
skyldur eru galdandi.
Í t.d. Danmark er lóggávan á hesum økinum dagførd fyri langari tíð síðan.
Sambært samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær hetta fyri: “Foreldramyndugleikalógin
skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur
verða staðfest.”
Nú er ein rúm tíð fráliðin, síðan samgonguavtalan varð undirskrivað, og vit eru skjótt við at enda
triðju tingsetuna, og enn er onki lógaruppskot hesum viðvíkjandi lagt fyri Løgtingið.
Tað hevur týdning at vita, nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær meira skipað og dagførd
viðurskifti. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 1. februar 2022
Johan Dahl

-- 1 of 1 --