← Løgtingsmál

52-119/2021

Dalstunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
119.21 Svar frá J. Niclasen til P. á Reynatúgvu - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 9. februar 2022
J. nr.: 22/02082
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-119/2021 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um Dalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær fer Dalstunilin í gongd aftur?
2. Verður arbeiðsplássið avriggað í løtuni?
3. Hvør er orsøkin til steðgin í arbeiðinum, hóast tøka játtan?
4. Er tað ein politisk avgerð at steðga arbeiðinum?
5. Hvørjar avleiðingar fær steðgurin fyri privatu samstarvsfelagarnar í verkætlanini, tá
arbeiðið í Dalstunlinum liggur stilt?
Svar til spurning 1, 2, 3 og 4
Dalstunnilin verður 2,2 kilometrar langur og 8 metrar breiður. Tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar.
Farið var undir at gera nýggju farleiðina til Dals í novembur 2020, og var arbeitt uttan steðg alt 2021.
Tað eru boraðir 680 metrar.
Tað er altíð best at gera eina slíka verkætlan um eina leið. Samanlagt verður tað bíligari og fæst skjótari
gagn av íløguni.
Tað er ikki játtan tøk til at arbeiða alt árið 2022, og hevur Landsverk sjálvt valt at steðga arbeiðinum
fyribils. Sambært Landsverki, verður arbeiðsplássið ikki riggað av, men liggur stilt til farið verður undir
at bora tunnilin seinri í ár.
Undanfarna samgonga setti tunnilstoymið til at gera nýggju farleiðina til Dals. Ætlanin bygdi á at játta
9 mió. kr. um árið. Hetta merkir, at arbeiðast kann bert nakrar mánaðir um árið. Í fjør fann
landsstýrimaðurin pening til at arbeiða alt árið. Nú leitar landsstýrismaðurin eftir møguleikum fyri at
seta arbeiði í gongd aftur sum skjótast. Men til tað krevst játtan og tí verður kannað um tað er møguligt
at finna játtan.
Svar til spurning 5
Landsverk vísir á, at privatu samstarvsfelagarnir kenna játtanarprofilin (hvussu játtanirnar fella yvir ár)
og hví arbeiðið liggur stilt.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Landsverk vónar, at samstarvsfelagarnir eru til reiðar, tá arbeiðið við Dalstunnlinum verður tikið upp
aftur.
Tinganes, 9. februar 2022
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
119.21 Spurningur til J. Niclasen frá P. á Reynatúgvu - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Dalstunnilin
Spurningar:
1. Nær fer arbeiðið viðvíkjandi Dalstunlinum í gongd aftur?
2. Verður arbeiðsplássið avriggað í løtuni?
3. Hvør er orsøkin til steðgin í arbeiðinum, hóast tøka játtan?
4. Er tað ein politisk avgerð at steðga arbeiðinum?
5. Hvørjar avleiðingar fær steðgurin fyri privatu samstarvsfelagarnar í
verkætlanini, tá arbeiðið í Dalstunlinum liggur stilt?
Viðmerkingar:
Undirritaði, saman við Sirið Stenberg og Henriki Old, fyrrverandi landsstýrismanni,
eiga upprunauppskotið um arbeiðið at gera smærru tunlarnar við einum almennum
tunnilstoymi. Endamálið er at tryggja eina langtíðarraðfesting av Dalstunlinum,
Tjørnuvíkartunlinum og Gjáartunlinum, so at hesir ikki detta niðurímillum í stóru
raðfestingarkabalini hjá politisku skipanini. Ætlanin var eisini, at Fámjinstunnilin
skuldi gerast eftir hesum leisti, men hann er seinni samtyktur í verklagslóg og verður
gjørdur av privatum fyritøkum.
Arbeiðið við Dalstunlinum gongur væl, og hóast byggihátturin er sera bíligur, so
gongur rættiliga væl at bora og spreingja, tá játtan er tøk. Higartil knappar 700 metrar
av teimum 2200 metrunum í alt.
Eisini í inniverandi ári er peningur játtaður til Dalstunnilin, hóast í minna lagi. Men
hóast játtan er tøk, er arbeiðið ikki uppafturtikið eftir jólafrítíðina. Hettar ørkymlar
fólk, einahelst dalbingar, sum sjálvsagt ótolnast, nú arbeiðið ikki byrjar aftur sum
ætlað. Tí hesar spurningar til landsstýrismannin.
Á Løgtingi, 26. januar 2022
Páll á Reynatúgvu

-- 1 of 1 --