← Løgtingsmál

52-118/2021

Alment innlit í tilmælini hjá umsitingini um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. feb. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
_ 22_01859-4 Svar til fyrispurning 52-118_2021 frá Høgna Hoydal 617399_2_0.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. feb. 2022

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
4. februar 2022
Mál: 22/01859-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-118/2021
Svar til fyrispurning 52-118/2022 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um alment
innlit í tilmælini hjá umsitingini um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir
Spurningar:
Ætlar landsstýrismaðurin at lata alment innlit ella partsinnlit í tilmælini frá umsitingini um at
játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir – herundir til ítøkiligt skipakeyp og
ískoytiskvotur í 2020 og 2021 – og skrivliga og skjalfesta grundarlagið hjá
landsstýrismanninum fyri at vraka tilmælini og velja onnur ístaðin?
Svar:
Burtursæð frá ávísum upplýsingum eru allar umbønir um innlit játtaðar í umsóknir og
avgerðir um tillutan av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir, og harumframt er
innlit játtað í kærur/umbønir um uppafturtøku og avgerðir hesum viðvíkjandi.
Viðvíkjandi metingum í innanhýsis arbeiðsskjølum, undir hesum metingar í tilmælinum frá
umsitingini um at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, er innlit sýtt vísandi til
fyrilitið til, at umsitingin skal kunna arbeiða órógvað í sambandi við viðgerðina av málum.
Hetta er í samsvari við fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit, og Løgtingsins
Umboðsmaður hevur í klagumáli um avgerð Ráðsins at sýta innlit onga viðmerking havt til
avgerð Fiskimálaráðsins um at sýta innlit í innanhýsis metingar í hesum skjølum.
Leggjast skal afturat, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur í sama klagumáli viðmerkt, at
ein myndugleiki eigur at lata innlit í møguligar upplýsingar - í innanhýsis arbeiðsskjølum -
um veruligar umstøður av stórum týdningi fyri málið sambært § 11 i lógini um alment
innlit. Í hesum ítøkiliga føri metir Umboðsmaðurin tó, at tilmælið frá umsitingini í
Fiskimálaráðnum í síni heild er undantikið almennum innliti í løtuni, eisini viðvíkjandi
skylduni í § 11. Grundarlagið fyri hesum er, at áheitan er latin Løgtinginum um at seta
kanningarstjóra eftir § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini at kanna fyrisitingarligar avgerðir um

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021. Innlit kann tí sýtast í
tilmælini í síni heild vísandi til § 13, stk. 1, nr. 6 í lógini um alment innlit.
Landsstýrismaðurin fer tí ikki at lata innlit í tilmælini frá umsitingini at játta kvotur til
vinnuligar royndir og verkætlanir.
Árni Skaale
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
118. 21 Spurningur til Á. Skaale frá H. Hoydal - Alment innlit og partsinnlit í tilmæli og avgerðir um kvotur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Alment innlit í tilmælini hjá umsitingini um kvotur til vinnuligar royndir og
verkætlanir
Spurningar:
Ætlar landsstýrismaðurin at lata alment innlit ella partsinnlit í tilmælini frá
umsitingini um at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir – herundir til
ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur í 2020 og 2021 – og skrivliga og skjalfesta
grundarlagið hjá landsstýrismanninum fyri at vraka tilmælini og velja onnur ístaðin?
Viðmerkingar:
Fráfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skrivliga og munnliga svarað, at hann í
fleiri førum vrakaði tilmælini frá síni umsiting um játtanir til ískoytiskvotur, vinnuligar
royndir og verkætlanir – harundir til ítøkiligt skipakeyp – og valdi aðrar ístaðin. Hetta hendi
bæði í 2020 og í 2021.
Kortini hevur Fiskimálaráðið hevur noktað alment innlit í, hvørji tilmælini og
avgerðargrundarlagið hjá umsitingini vóru, og hvørjar lógligar og sakligar grundgevingar eru
skjalfestar í málunum fyri at vraka hesi tilmæli og seta onnur ístaðin.
Spyrjaranum kunnugt, hava heldur ikki umsøkjarar fingið partsinnlit ella partshoyring um
hesar fyrsitingarligu metingar, grundgevingar og avgerðir, ið snúgva seg um trýsiffraðar
milliónaupphæddir í virði.
Tí verður nýsetti landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa og svara umsøkjarum,
almenninginum og Løgtinginum um hesi spurdur, hvørt hann heldur at, at alment innlit ella
partsinnlit skal latast sambært fyrisitingarlógini og lóg um alment innlit í fyrisitingina.
Á Løgtingi, 24. januar 2022
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --