52-117/2021
Hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli og avloysaraskipum á Suðuroyarleiðini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. feb. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
117.21 Svar til fyrispurning frá Bjarna Hammer løgtingsmanni um hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli um Suðuroyarleiðina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. feb. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 7. februar 2022 J. nr.: 22/01800 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-117/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um hagtøl fyri avlýsingar á Suðuroyarleiðini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini frá 1990 til í dag? 2. Hvussu býta avlýsingarnar seg mánaðarliga og árliga fyri hvørt einstakt skip á leiðini - eisini fyri avloysaraskip? Svar til fyrispurning 1 og 2 Spurt verður um neyv hagtøl fyri avlýsingar hjá Strandferðsluni seinastu 32 árini. Strandferðslan upplýsir, at stovnurin ikki hevur skipaði hagtøl fyri avlýsingar fyri tíðarskeiðið 1990 - 2014, men hevur hinvegin skipað hagtøl fyri avlýsingar fyri 2015-2022. Svarið uppá fyrispurningin er grundað á hagtøl frá Strandferðsluni. Greitt verður fyrst frá málinum um reglusemi í breiðum høpi, fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni, tí fyritreytirnar hjá Strandferðsluni at røkja Suðuroyarleiðina eru sera nógv broyttar. Túratal Í tíðarskeiðinum 1991 – 2000 (10 ár) vóru sambært Strandferðsluni í miðal 1.050 túrar millum Havnina og Suðuroy um árið. Í 2010 var túratalið um Suðuroyarfjørð umleið 1.650 um árið. Eftir galdandi ferðaætlan siglir Smyril 365 dagar um árið, og siglir 18 ferðir tur/retur, ella 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna. Árliga túratalið um Suðuroyarfjørð er eftir hesum 1.872. Sí talvu 1. beint niðanfyri. Strandferðslan upplýsir, at túratalið er økt við eini 822 túrum í tíðarskeiðinum, sum svarar til 77,3%. Økt túratal merkir, alt annað óbroytt, fleiri avlýsingar. -- 1 of 5 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/5 Talva 1. Túratal hjá Smyrli 1989-2020 Ferjur Strandferðslan hevði tvey skip tøk á Suðuroyarleiðini, Smyril og Teistan til seint í 1997, tá Teistin var seldur. Teistin var settur inn á Suðuroyarleiðina tá tørvur var á tí. Virksemi (ferðaætlanin) kundi tí leggjast betri til rættis í sambandi við viðlíkahald, teknisk brek, dokkingar og annað, og reglusemi var tí gott á farleiðini. Síðan Teistin var seldur í 1997, hevur Smyril einsamallur verið álitið á Suðuroyarleiðini. Tá fleiri túrar verða sigldir einstaka dagin, er til dømis ikki pláss í ferðaætlanin til at útseta ein túr til seinri á dagin, í staðin fyri at avlýsa. Hvíld Strandferðslan greiðir frá, at hvílureglurnar hjá manningunum eru herdar og ávirkar tað fleksibilitetin. Manningarnar hava ikki loyvi til at sigla meiri enn 13 tímar um dagin. Verður hvílitíðin ikki hildin hevur skipið ikki loyvi til at loysa morgunin eftir. Hagtøl, avlýsingar Strandferðslan upplýsir, at í tíðarskeiðinum 2015 – 2022 hava tað verið millum 14 og 40 avlýsingar árliga. Størsta orsøkin til avlýsingar er veðrið, meginpartin á hávetri. Í mun til samlaða túratalið, eru avlýsingar millum 0,75% til 2,14% Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt væl færri túrar (avmarkað ferðaætlan), sum verður skrásett sum avlýsingar. Nakrar avlýsingar eru vegna teknisk viðurskifti, umvælingar, dagføringar, eftirlit og annað. Sí niðanfyri talvu 2, 3, 4, 5 og 6 við yvirliti yvir avlýsingar á Suðuroyarleiðini. -- 2 of 5 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 3/5 Talva 2. Avlýsingar á Suðuroyarleiðini 2015- 2022 (strikumynd), lutað á veður og aðrar orsøkir Talva 3. Avlýsingar á Suðuroyarleiðini 2015 – 2022, lutað á ár og ymiskar orsøkir * Atløga: Avlýsingar vegna trongar umstøður í Tórshavnar Havn. ** Avloysaraskip: Avmarkað ferðaætlan (skrásett sum avlýsingar). 0 10 20 30 40 50 60 70 80 90 Avlýsingar 2015 Avlýsingar 2016 Avlýsingar 2017 Avlýsingar 2018 Avlýsingar 2019 Avlýsingar 2020 Avlýsingar 2021 Avlýsingar 2022 Avlýsingar 2015 - 2022 Veður Annað Total Avlýsingar Veður Atløga Teknisk viðurskifti Avloysaraskip dagf. motor Umvælingar Eftirlit Í alt Avlýsingar 2015 16 0 1 0 2 6 0 25 Avlýsingar 2016 22 0 4 0 0 0 0 26 Avlýsingar 2017 14 0 0 26 0 0 0 40 Avlýsingar 2018 12 0 2 0 0 0 0 14 Avlýsingar 2019 2 0 0 24 0 0 0 26 Avlýsingar 2020 7 2 6 0 2 10 0 27 Avlýsingar 2021 23 2 2 0 2 0 6 35 Avlýsingar 2022 18 0 2 0 3 0 0 23 Samanlagt 114 4 17 50 9 16 6 216 -- 3 of 5 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 4/5 Talva 4. Túratal í ferðaætlanini, og avlýsingar hjá Smyrli 2015 – 2022 Talva 5. Avlýsingar í prosentum í mun til túratal hjá Smyrli 1680 1832 1872 1872 1872 1872 1872 1872 25 26 40 14 26 27 35 23 2 0 1 5 2 0 1 6 2 0 1 7 2 0 1 8 2 0 1 9 2 0 2 0 2 0 2 1 2 0 2 2 T Ú R A T A L O G A V L Ý S I N G A R 2 0 1 5 - 2 0 2 2 Túratal í ferðaætlan Avlýstir túrar 1,49% 1,42% 2,14% 0,75% 1,39% 1,44% 1,87% 1,23% 0,00% 0,50% 1,00% 1,50% 2,00% 2,50% 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 Avlýsingar í prosentum 2015 - 2022 -- 4 of 5 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 5/5 Talva 6. Avlýsingar á Suðuroyarleiðini 2015 – 2022, lutað á mánaðir og ár. Avlýsingar 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 í alt Januar 8 12 0 0 2 0 0 23 45 Februar 2 4 4 0 0 0 10 0 20 Mars 2 2 2 0 0 0 3 0 9 Apríl 0 0 10 0 0 0 0 0 10 Mai 0 0 24 0 0 0 0 0 24 Juni 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Juli 0 2 0 0 0 2 0 0 4 August 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Septembur 0 0 0 0 12 0 0 0 12 Oktobur 0 0 0 4 12 6 4 0 26 Novembur 2 0 0 4 0 13 16 0 35 Desembur 11 6 0 6 0 6 2 0 31 íalt 25 26 40 14 26 27 35 23 216 Farmaskip/eykaskip Sum kunnugt arbeiðir Strandferðslan við eini loysn, har eitt skip verður keypt til at røkja farmaflutningin millum Havnina og Suðuroy, og sum eisini verður avloysaraskip fyri Smyril. Við hesum fæst ein greiður skilnaður millum vinnuligan farmaflutning og ferðafólkaflutning á Suðuroyarleiðini, og reglusemi verður enn betri tá eykaskip er tøkt. Tinganes, 7. februar 2022 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 5 of 5 --
117.21 Spurningur til J. Niclasen frá B. Hammer - Hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli og avloysaraskipum á Suðuroyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jan. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli og avloysaraskipum á Suðuroyarleiðini Spurningar: 1. Hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini frá 1990 til í dag? 2. Hvussu býta avlýsingarnar seg mánaðarliga og árliga fyri hvørt einstakt skip á leiðini - eisini fyri avloysaraskip? Viðmerkingar: Avlýsingar á Suðuroyarleiðini eru blivnar ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum, sum búgva og virka í Suðuroynni og øllum, sum brúka farleiðina í síni heild. Spurningurin er, um hetta er nakað, sum hevur vundið upp á seg seinastu árini, ella um tað altíð hevur verið soleiðis. Tey, sum minnast aftur í tíðina, siga seg ikki hava upplivað so nógvar avlýsingar sum nú, men gott hevði verið at fingið innlit í veruligu tølini. Er veruleikin tann, at nógv flestar avlýsingar eru í nýggjari tíð? Tað er umráðandi at fáa eitt neyvt útgreinað yvirlit yvir allar avlýsingar, sum hava verið til og frá Suðuroynni frá 1990 til í dag. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 21. januar 2022 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --