← Løgtingsmál

52-116/2021

Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
116.21 Svar frá S. E. Nolsø til Ey. Samuelsen - Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
31. januar 2022
Mál: 22/01452-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BÁT
Nr. 52-116/2021
Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-116/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um ansingarsamsýning
fyri at ansa eldri og óhjálpnum
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Er nøkur ætlan um, í samráð við og eftir ynski frá kommunum, at hækka viðbótina
fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum?
2. Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina, og nær er ætlanin at seta
hækkingina í gildi?
3. Er nøkur ætlan um at endurskoða treytirnar fyri at gerast ansari?
Svar:
Eftirmetingin av lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., lógini um kommunalt samstarv og
fíggjarleistinum varð liðug beint fyri jól í 2021.
Í partinum um lógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hevur arbeiðsbólkurin viðgjørt
ansingarsamsýning til persónar, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti, sum hevur tørv á røkt
og hjáveru. Hetta er ein veiting, sum kommunurnar kunnu veita, tær eru ikki álagdar at játta
hesa veiting. Øll samstarvsøkini veita ansingarsamsýning, men tað eru ikki nógvar umsóknir
um hesa veiting og víst verður á, at tørvur er á at hækka samsýningina.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at skipanin við ansingarsamsýning verður endurskoðað.
Landsstýrismaðurin fer í næstum at umrøða ansingarsamsýningina saman við kommununum,
bæði hvat viðvíkur upphæddini og treytunum fyri at gerast ansari.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin fer at hækka, og nær
broytingarnar koma í gildi. Hetta verður gjørt í samráð við kommunurnar.
Almannamálaráðið, 31. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
116.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá Ey. Samuelsen - Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum
Spurningar:
1. Er nøkur ætlan um, í samráð við og eftir ynski frá kommunum, at hækka
viðbótina fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum?
2. Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina, og nær er ætlanin at
seta hækkingina í gildi?
3. Er nøkur ætlan um at endurskoða treytirnar fyri at gerast ansari?
Viðmerkingar:
Skipanin við at samsýna fólki fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima varð - saman við
eldraøkinum - løgd út til kommununar at umsita í 2015.
Skipanin er tann, at avvarðandi kunnu søkja kommununa um samsýning fyri at ansa
til dømis einum eldri persóni, ið hevur tørv á røkt og støðugari hjáveru heima í staðin
fyri, at viðkomandi skal á røktarheim.
Samsýningin er tann sama í dag sum í 2015, kr. 10.789 um mánaðin. Frá 1. januar
2019 verður eftirløn tó løgd oman á veitingina.
Treytin fyri at fáa hesa samsýning er, at viðkomandi ansari bert í lítlan mun átekur sær
annað arbeiði, sum í mesta lagi kann vera 20 tímar um vikuna.
Í samband við eftirmetingina av eldraøkinum er tað komið fram, at talið á teimum, ið
gerast ansarar, fækkast, og at ein orsøk møguliga er lága lønin, sum ikki er hækkað
síðan 2015.
Eisini stendur í eftirmetingini, at lógin um almannatrygd ásetur heimaansing av t.d.
fólki undir fólkapensjónsaldur, har samsýningin vegna mista arbeiðsinntøku í mesta
lagi kann verða 25.000 kr um mánaðin. Hesin leistur kundi eisini verið nýttur á
eldraøkinum.
Skipanin við ansara gevur borgarum ein valmøguleika, so tey kunnu vera í egnum
heimi sum longst. Fyri at fáa greiðu á, um ætlanin er at dagføra skipanina, verður
hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 19. januar 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --